hósdagur 5. juli 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018
SOSIALURIN 76
15
ETON MESS
Eton Mess er heitið á eini sið
bundnari enskari dessert, sum er
ein blanding av jarðberum, mar
engs og pískaðum róma. Hendan
uppskriftin er tó við hindberum
Marengstoppar
2 eggjahvítar
125 g sukur
Eton Mess
8-12 marengstoppar
3 dl róma
Sukur
1 lime
300 g hindber
Tú kanst antin gera marengs
topparnar dagin fyri ella keypa
teir. Skil eggini. Ansa eftir, at
einki av eggjareyðanum blandast
við eggjahvítan, tí so verður tor
ført at píska marengsið heilt
stívt. Pískað eggjahvítan uttan
at lata sukur í, til tú fært eitt
hvítt og hálvstívt skúm. Lat
helvtina av sukrinum í og halt á
at píska, til skúmið er uppaftur
stívari. Síðani hellir tú restina av
sukrinum í. Píska til tú fært eitt
glatt, blankt og stívt marengs. Tað
tekur gjarna eini fimm minuttir.
Set ovnin á 100 stig (heitluft).
Klæð tvær bakiplátur við baki
pappíri. Nýt ein sproytiposa ella
líknandi, lat marengsið í og ger
toppar av hóskandi stødd. Set
bæði brettini í ovnin og steik á
100 stigum í hálvan til hálvan
annan tíma, alt eftir, hvussu
stórir marengstopparnir eru.
Steik til marengsið er broyskið
uttaná, men framvegis eitt sind
ur mjúkt innaní. Sløkk ovnin
og lat marengsið standa í ovn
inum (við afturlatnari hurð)
til hon er kølnað. Marengsið
kann gott steikjast fleiri dagar
frammanundan, men tað er
týdningarmikið, at hon verður
goymd eitt turt stað.
Nýt ein gaffil og rør okkurt um
helvtina av berunum saman
við sukri. Legg hina helvtina til
síðis. Vaska limefruktina og rív
skalið (bara tað grøna) við einum
fínum rívijarni. Rør limeskalið
saman við einari teskeið av
sukuri. Píska róma stívan sam
an við einari teskeið av sukuri.
Morla marengstopparar millum
fingrarnar.
Lat rørdu berini, róman, mar
engstopparnar og heilu berini
lag fyri lag í eitt stórt fat ella
gløs, gjarna í tveimum umfør
um. Legg nøkur heil ber oman
yvir og stoyt eitt sindur av
limesukurið omanyvir. Et með
an marengstopparnir enn eru
broysknir.
JARÐBERJA- OG RIPSSÚPAN
Súpan kann eisini etast til
dessert. Enntá saman við ísi.
400 g jarðber
300 g rips
8 dl vatn
150 g sukur
½ sitrón
Frísk ber til pynt
Vaniljuís ella róma
Reinsa og skola ripsberini,
reinsa jarðberini og sker tey í
smærri bitar. Legg berini í eina
grýtu við vatni og saftini frá
sitrónini. Lat tað kóka í eitt
korter, til berini eru væl kókað.
Sálda blandingina. Oys saftina
aftur í grýtuna, smakka at við
sukuri og lat tað smákóka, til
alt sukurið er upployst. Tak
burtur hvíta skúmið, sum leggur
seg oman á og set súpanina at
kólna.
Borðreið hana kalda, gjarna
saman við frískum berum og
vaniljuísi ella pískaðum róma.
MINIPAVLOVA VIÐ HINDBERSÓS
Marengs
3 eggjahvítar
1 nípi av salt
125 g sukur
Krem og pynt
3 dl róma
½ vaniljustong ella 1 ts vanilju
sukur
2 ts sukur
150 g ber
Mynta, til pynt
Hindbersós
200 g hindber
1½ ss hindbereddikur
2 ss flormelis
Set ovnin á 120 stig (heitluft).
Skil eggini. Ansa eftir, at einki
av eggjareyðanum blandast við
eggjahvítan, tí so verður torført
at píska marengsið heilt stívt.
Pískað eggjahvítan uttan at lata
sukur í, til tú fært eitt hvítt og
hálvstívt skúm. Lat helvtina av
sukrinum í og halt á at píska, til
skúmið er uppaftur stívari. Síðani
hellir tú restina av sukrinum í.
Píska til tú fært eitt glatt, blankt
og stívt marengs. Tað tekur
gjarna eini fimm minuttir.
Legg bakipappír á eina bakiplátu.
Lat marengsið í ein sproytiposa
ella plastikkposa og sproyta smá
reiður (umleið 8 cm tvørmál og
einari rundu ella tveimum aftur
at uttast á kantinum). Set mini
pavlovurnar í ovnin, set hitan
niður á 100 stig, og steik í okkurt
um ein tíma, til marengsið er
broyskið innan í. Sløkk ovnin og
lat marengsið standa (við aftur
latnari hurð), inntil tað er kølnað.
Marengsbotnarnir kunnu gott
steikjast fleiri dagar framman
undan, men so mugu teir standa
turt til teir skulu pyntast.
Kroyst hindberini við einum gafli
og blanda tey við hindberedikk
inum. Smakka at við flormelis til
sósin er søt. Sálda sósina, so at
tú fært flestu hindberjafræini
burturúr. Hetta kann eisini gerast
nakrar dagar frammanundan, og
tolir eisini at frystast.
Píska róma, sukur (smakka at) og
fræini frá vaniljustongini, inntil
tú fært eitt mjúkt krem. Beint
áðrenn tú skalt borðreiða, hellir
tú krem oman yvir marengsbotn
arnar og leggur frísk ber og frukt
oman á, áðrenn tú stoytir hind
berjasósina yvir.