Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018 SOSIALURIN 76 14 TEMA: summaruppskriftir GALETTE VIÐ SUMMARBERUM Ein einføld terta, sum smakkar av sumri. Deiggj 175 g hveitimjøl 1 ss sukur ¼ ts salt 150 g smør 2-3 ss kalt vatn Berfylla 500 g av summarberum (td jarðber, bláber og hindber) 75 g sukur 1 sitrón 3 ss eplamjøl ella maizena ½ ts kardamumma Eitt egg at pensla Lat mjøl, sukur og salt í ein bolla og blanda væl. Sker smørið í bitar, lat í bollan og blanda til deiggið er eitt sindur klumput. Stoyt kalda vatnið í, til tú hevur eitt javnt og fínt deigg, sum samlar seg saman. Set deiggið í køliskápið í minst ein tíma, gjarna yvir nátt. Lat sukur, eplamjøl og karda­ mummu í ein bolla og rør væl sam­ an. Reinsa berini og sker jarðberini í tvey ella fýra, stoyt so berini í suk­ ur­blandið. Lat rivið sitrónskal uppi í og rør væl saman. Klæð eina bakiplátu við baki­papp­ íri. Hell mjøl á borðið, stoyt deiggið út á borðið og rulla tað út. Ansa eftir, at tú nýtir nokk av mjøli, so at deiggið ikki setir seg fast. Rulla deiggið upp á kakurulluna og lyft tað síðani yvir á plátuna. Tað bilar ikki, um eggin verður eitt sindur ójøvn, endaúrslitið verður kortini gott. Stoyt berblandingina oman yvir botn­in, men lat tað vera ein kant upp á eini fimm til seks sentimetrar eftir allan vegin runt. Tá berini eru stroydd útyvir, faldar tú kantin inn yvir fyllið. Set galettuna í frystaran í eitt korter ella so, meðan tú hitar ovnin, so heldur hon skapinum betri. Um tú ikki frystir hana, er tað týdn­ingarmikið at steikja hana bein­anvegin. Í so fall má ovnurin tendr­ast áðrenn tú byrjar at gera deiggið. Pensla kantin á tertuni við einum písk­aðum eggi og stoyt perlusukur oman­yvir. Galettin skal steikjast á 200 gradum (yvir- og undirhita) á nið­astu hill í 35 – 40 minuttir, inntil hon er gyllin og gjøgnumstokt. Lat hana kølna, áðrenn hon verður sett á borðið. Vaniljuísur ella honn­ ing­krem hósk­ar seg væl til hesa summ­ar­dess­ertina. NEKTARINIR Í APPELSINLAKA VIÐ HUNANGSKREMI Visti tú, at man eisini kann grilla dessertina? Ger appelsinlakan og hunangskremi klárt, so er dess­ertin klár, so skjótt nekt­ ar­in­ir­nar hava ligið eina løtu á grillini. Ferskur kunnu eisini nýtast í stað­in fyri nektarinir. Tær tørvar: 4 til 6 nektarinir 1 appelsin ½ dl flótandi hunang Honningkrem 6 ss matjogurt ella turkiskt jogurt Flótandi hunang Nøtir Vaska appelsinina væl og turka hana. Rív skalið av henni. Kroyst saftina úr og lat saft­ ina, skalið og meginpartin av hun­ang­in­um í eina lítla grýtu. Kóka varliga og rør til hunang­ uri­n er upp­loyst­ur. Smakka at við eitt sindur meiri av hun­angi og set til síðis. Sker nektarinina í tvey og tak stein­arnar úr. Lat nektarinirnar liggja í appelsinlakanum í minst 30 minuttir, men helst longri, um tú hevur tíð. Vend nekt­ar­in­unum av og á. Rør í jogurtinum og smakka at við flótandi hunanginum. Rist nøt­urnar skjótt í eini turrari steiki­pannu og hakkað tær grovt. Grilla síðani nektarinirnar á veik­um ella miðal hita, eini tveir minuttir á hvørjari síðu. Um tað ikki er veður at grilla, so kunnu tær eisini steikjast á pann­uni. Legg nektarinirnar í skálir og borðreið saman við hunangs­ kremi, restini av appelsin­lak­ an­um og hakk­að­um nøtum. Tungar køkur við nógvum róma eru kanska ikki tað rætta at eta til dessert um summarið, og hóast ísurin er góður, so er onkuntíð gott at royna okkurt annað. Eingin ivi er um, at berini eru best hesa ársins tíð. Tí prenta vit her fimm frískar summardessertir frá trinesmatblogg.no. Um frísk ber ikki eru at fáa, so ber eisini til at nýta fryst ber. So mugu tey tiðna fyrst og tað má renna av teimum eisini, áðrenn man fer í gongd. Summardessertir Lagt til rættis: Danjal av Rana