hósdagur 5. juli 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018
SOSIALURIN 76
13
MANGO OG
AVOKADOSALAT
Mango, avokado og kili er ein spennandi og
vælsmakkandi blanding, sum hóskar sera væl
til bæði laks, kjøt og høsnarunga ella bara
einsamøll.
Til fýra verðar tørvar tær
1 mango
1 avokado
1 lítlan reyðleyk
½ reyða kili
½ lime, bara sevjuna
2 ss olivinolju
1 ss hvítvínsedikk
Salt og pipar
Frískt karvað korinader
Sker mangoina, karvað reyðleykin og kili og
blandað saman. Tú kanst gott koyra meiri kili í,
enn tú vanliga plagar. Hell síðani limesevjuna,
olivinoljuna og edikkin í, og smakka til við salti,
pipari og koriander. Vend salatini varliga og set
hana síðani í køliskápið at hvíla í nakrar tímar.
Hetta loyvir smakkunum veruliga at seta seg.
Beint áðrenn, tú skalt seta salatina á borðið,
skerir tú avokadoina í terningar og vendir hana
inn í salatina eisini.
SUMMARSALAT VIÐ
SKINKU, NEKTARIN,
VALNØTUM OG
BREYÐMOLUM
Blandingin av osti, valnøtum, frukt og balsamiko
edikki er sera góð, bæði aleina og saman við eini
góðari skinku.
Til fýra verðar tørvar tær
150 g av góðari saltari, royktari skinku
100 g av blandaðum salat
1 reyðleyk
200 g kirsiberjatomatir
2 nektarinir
100g av hvítsoppaosti, t.d. hvítan castello
1 neva av valnøtum
Bløð av basilikum
Til oljuna
¾ dl olivinolju
1-2 ss balsamikoedikk
Salt og pipar
Til breyðmolarnar
Okkurt hvítt breyð
Hvítleyk
Olivinolju
Havsalt
Byrjað við breyðmolunum. Set ovnin á 225 stig.
Sker breyðið í terningar og fordeil teir á eina
bakipappírsklædda bakiplátu. Karva hvítleikin
og blanda hann við oljuna og dryppa tað síðani
yvir breyðið. Rør saman, so at oljan verður væl
býtt í breyðnum.
Steik í eini 10 minuttir, until breyðmolarnir eru
gyltir. Rør eitt sindur á plátuni av og á, meðan
breyðið steikir.
Meðan breyðið er í ovninum, gert tú restina av
salatini.
Vaska salatina, sker reyðleykin og nektarinirnar
í smáar bátar, deil tomatirnar í tvey, sker ostin í
bitar og hakka nøtirnar.
Blandað varliga alt saman uttan skinkuna, ostin
og valnøtirnar. Legg síðani ostin og skinkuna
omaná og stroy breyðmolarnar og hakkaðu
nøtirnar omanyvir.
Rør oljublandingina saman, smakka teg fram
fyri at finna eina góða javnvág millum olju
og edikk. Um edikkurin er ov súrur er kanska
neyðugt at koyra eitt sindur av sukuri í. Smakka
við salti og pipari. Dryppa vinaigrettuna yvir
salatina og borðreið við henni.
SALAT VIÐ SÚREPLI,
BLÁSOPPAOSTI
OG VALNØTUM
Blásoppaostur kannn brúkast til tað mesta.
Hann smakkar væl á breyðbitanum og knekk
breyðinum, men eisini á pitsuni, í pasta, í sós, á
laksi – og í salat.
Til hesa tørvar tær
125 g av blásoppaosti
150 g av blandaðari salat
½ fenniku
1 súrepli
100g valnøtir
100g bláber
Til dressingina
2 ss eplasideredikk
5 ss olivinolju
2 ss flótandi hunang
Salt og pipar
Tak ostin úr køliskápinum okkurt um hálvan
tíma áðrenn etast skal. Snerk valnøtirnar á eini
pannu og set til síðis.
Koyr salat, fenniku í tunnum álum (her kann ein
eplaflysari nýtast) og súrepli í tunnun bátum í
eina salatbalju. Rør tilfarið til dressingina saman
og smakkað við salti og pipari. Koyr meginpartin
av dressingini í baljuna og vend salatini varliga
nakrar ferðir. Beint áðrenn setast skal á borðið
stroyir tú valnøtir, bláber og ostin út yvir
salatina. Borðreið við góðum breyði.