leygardagur 13. november 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 13. november 2004
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
13. november. Arcadius, deyður ár 437. Aðalborin
maður, sum var í fylginum hjá vandalakonginum
Geiserik. Tá ið tað kom upp, at hann var kristin, varð
hann tikin av døgum.
14. november. Fríðrikur. Hildið verður, at her verður
sipað til ein biskup í Utrecht, sum varð myrdur av
leigudrápsmonnum í 838. Keisarinnan Judita hevði sent
teir, av tí at Fríðrikur hevði roynt at fáa keisaran til at
skiljast frá henni.
Navnið er tað upprunaliga gotiska Fripareikes, og
merkir friður og harri.
Johan Henrik Schrøter doyði hendan dagin í 1851.
15. november. Leopold, deyður í 1136. Greivi í Eystur-
ríki, sum varð skírdur halgimenni fyri mongu góðgerðir
sínar og fyri tær kirkjur og kleystur hann læt byggja.
Hann umkomst á eini veiðuferð.
Navnið kemur av týska orðinum fyri fólk og djarvur.
Vit vilja við nøkrum fátøkum orðum skriva eina sein-
astu heilsan til mammu okkara, sum eftir okkara tykki
varð tikin alt ov tíðliga frá okkum. Sjúkan gjørdist so
hervilig til endans, at mamma ikki orkaði at standa
ímótí meira.
Mamma var borin í heim í Fuglafirði tann 13. oktober
í 1929. Foreldrini vóru Jacobina og Sámal Jacob í
Lambanum. Tey fingu 10 børn - 5 dreingir og 5 gentur.
Mamma var tann 7 í røðini í hesum barnaflokki. At tað
má hava verið trongligt til tíðir í hesum lítla húsið man
eingin ivi verða um, men ongantíð hoyrdu vit hana
gremja seg um tað - tvørturímóti. Hon plagdi at taka til,
hvussu ómetaliga góð foreldur hennara vóru og hvussu
góð tey vóru við hvønn annan og hjálptu hvør øðrum.
Vit minnast eisini hvussu hugnaligt tað altíð var at
vitja ommu og abba í Fuglafirði. Í dag eru bert 2 sysktin
hjá mammu á lívi, nevniliga Alfred mammubeiggi sum
býr í Havn og Amy mostur sum býr í Fuglafirði - skamt
omanfyri har sum barnaheimið hjá teimum stóð.
Tað veruliga arbeiðslívið hjá mammu byrjaði við, at
hon longu sum 14-ára gomul fór til Klaksvíkar at tæna
hjá Alexandru og Kaj Johannesen.
Nøkur ár seinni arbeiddi mamma í Gøtu, heima hjá
systir síni Beatu, sum var gift við Elias hjá Benadikt.
Pápi okkara var um hetta mundi í læru sum húsasmiðjur
í Fuglafirði, og var tað tá tey møttust fyrstu ferð.
Mamma og pápi giftust í 1949, og fingu tey saman 6
børn. Hesi eru Ólavur, Sámal, Anna, Sólbjørn, Terji og
Jan. Tey bygdu sær hús í Syðrugøtu í 1958, so her vuksu
vit øll børnini upp í tryggum korum. Tá ein fær 6 børn
at taka sær av, verður altíð nokk at gera í heiminum - og
hesa uppgávu røkti mamma so væl og virðiliga. Tá so
ommubørnini komu, var altíð pláss til tey afturat í
heiminum í Syðrugøtu.
Eftir at børnini vóru tilkomin fór mamma aftur at
arbeiða - fyrst við sild í Norðagøtu, síðani sum vaski-
kona í skúlanum og sum heimahjálpari. Tey seinastu
árini, áðrenn hon fór frá vegna sjúku, arbeiddi hon á
umlættingarheiminum í Syðrugøtu. Mamma var tiltikin
fyri altíð at verða nærløgd og álítandi í sínum arbeiði.
Vit høvdu vænta, at tað fór at verða lætt at skriva
nøkur orð um okkara elskaðu mammu, men tað er
torført at fáa allar tankar at rúmast í høvur okkara tá vit
lata hugin reika inn í barnaheimið aftur. Tað er sera
torført at fella á blað allar teir tankar og tey minnir vit
hava, tí alla tíðina kemur kæra andlit hennara fram og
ein steðgar heilt upp. Vit síggja fyri okkum hennara
blíða, eyma og altíð kærleiksfulla lyndi - hvussu hon
altíð var har fyri okkum systkin, hvussu væl hon dugdi
at troysta okkum tá vit høvdu brúk fyri tí, og hvussu væl
hon livdi seg inn í okkara kenslur um vit høvdu sorg ella
vit kendu til onkran sakn.
Og ikki at gloyma, tá ið vit gleddust - hvussu hon tá
gleddist saman við okkum.
Eitt, sum eyðkendi mammu, var hvussu hon altíð var
til reiðar at hjálpa øðrum. Vit hava mangan undrast yvir,
at sjálvt um hon hevði ovmikið at takast við sjálv, var
hon altíð til reiðar við einari hjálpandi hond - eisini eftir
at heilsan fór at bila.
Eitt annað, sum sermerkti mammu alt lívið var
hennara óvikandi trúgv á Harran, og takksemi hennara
til tann Gud, sum hon setti sítt álit á longu sum ung
genta. Henda avgerð kom til at hava so stóran týdning
fyri hana, og ikki minst fyri okkum systkin og pápa
okkara. Tað lá henni altíð tungt á hjarta at vinna onnur
fyri Harran - ikki bert síni nærmastu, men øll tey sum
hon var saman við. Til dømis kann nevnast, at hon trú-
liga leiddi okkum børn í sunnudagsskúla nærum hvønn
sunnudag. Hetta lýsti út av henni í tí dagliga og við tí
fyrimyndarliga atburði, sum hon vísti yvir fyri øllum.
Og ein dag skulu vit møtast aftur fyri ongantíð at
skiljast meira.
Takk góða mamma fyri, at tú lærdi okkum at elska
Jesus og leiddi okkum til hansara
Longu í 1990 byrjaði heilsan av álvara at bila, og
tískil bleiv mamma send til stóra skurðviðgerð í
Danmark. Eftir øllum at døma var henda viðgerð ikki so
væl eydna sum vit vónaðu, og kom hetta at fylgja henni
restina av lívinum. Tó hoyrdi tú hana ongantíð gremja
seg um seg sjálva. Vit sum dagliga sóu hana, løgdu til
merkis, hvussu mangan hon píndist innaní, og hvussu
hon av øllum alvi royndi at halda tað fyri seg sjálva.
Mamma hevði sera góð evnir, tá tað kemur til yrk-
ingar bæði í gaman og álvara.Hetta sæst eisini á hesum
sangi, sum hon yrkti meðan hon var til viðgerð á Ríkis-
sjúkrahúsinum, og sum næstelsti sonurin Sámal ein dag
fann inni í bíbliuni hjá mammu:
Á Jesus eg elski teg, tú kærur ert mær
Ei aðra staðni finni eg, tað hvíld sum hjá tær
Í viðrák og mótrák - eg leiti til tín
Mín elskaði frelsari, eg veit tú ert mín
Tú fyri meg bløddi á Golgata træ
Og eisini har fyri syndarum bað
Ja, sligin og særdur í deyðan tú gekk
Eg takka tær Jesus vil fyri títt verk
Hoyr syndari kæri, kom vend tær til hann
Tí júst fyri teg var tað blóðið hans rann
Drála ei longur, men kom nú í dag
Um tú ætlar við til hin himmalska stað
Magnhild á Toftini
Á Ríkissjúkrahúsinum 09.10.1991
Heimaftur komin til Føroya var mamma sjálvandi veik,
men royndi sum altíð at fáa sum frægast burturúr.
Ì 1994 bleiv felagið Gøtubrá, sum er eitt tilhald fyri
pensionistarnar í Gøtu kommunu, stovna. At verða aktiv
og sjálvboðin arbeiðskraft fyri at betra um umstøðurnar
hjá hesum samfelagsbólki lá henni nær hjartanum. Hon
var ein av teimum, sum strongdu á at fáa bygt eitt
eldrasambýli í bygdini - og í dag sæst, at hetta arbeiði
hevur borið frukt. Eitt snotuligt hús stendur í dag liðugt
bygt í Norðagøtu.
Eisini var mamma við í arbeiðinum tá tað snúði seg
um tey veiku í samfelagnum. Í nógv ár var mamma
nevndarlimur í Javna, bæði í sjálvari nevndini í lands-
felagnum og í økisnevndini fyri Eysturoynna. Her lá tað
eisini henni nær, at tað skuldi henda okkurt fyri tey
menningartarnaðu í Føroyum.
At eiga nógv børn má verða ein tann besta gávan tú
fært her í lívinum, men at missa børn er harafturímóti
nakað av tí ringasta eitt menniskja kann uppliva.
Í 1995 mistu mamma og pápi elsta sonin Ólav, bert
44-ára gamlan. Hetta kom sum ein ógvuliga dyggur
smeitur fyri okkum øll, men við at leggja alla sína sorg
framman fyri Harranum styrkist ein aftur í gerandis-
degnum.
Í 1999 rakti sorgin aftur, tá yngsti sonurin Jan doyði.
Lítlibeiggin, sum altíð hevði búð heima hjá mammu og
pápa - og gjørdi hetta líka til tað síðsta. Jan bleiv bert 33
ára gamal. At missa tveir synir virkar so órímuligt og
tyngjandi, at ein ikki fatar hví hetta júst skal henda fyri
ein sjálvan. Mamma og pápi hava liva saman í sorgini
eftir alt tað sum er hent teimum, og hevur hetta styrkt
tey saman.
Fyri fáum árum síðani byrjaði fjørðurin hjá mammu
av álvara at smalka. Enn ein hervilig sjúka fekk fasta-
tøkur á hennara frammanundan veika likam. Eisini her
vísti hon eina ófatuliga stóra styrki. Ikki vildi hon siga
okkum, at tíðin nokk ikki fór at verða long til hon fór at
flyta heim til Harran. Hon visti sjálv hvønn veg tað bar,
men ongantíð segði hon okkum frá hesum. At skána
onnur menniskju var hennara sermerki.
Tann 18-02-2004 orkaði likam hennara ikki meira, og
mamma flutti heim til Harran, 74-ára gomul. Vit vóru
glað fyri saman við pápa okkara at kunna sita við
sjúkrasong hennara líka til síðsta andadrátt.
Tankar okkara eru eisini hjá tær góði pápi, og vit
ynskja at takka tær fyri tað sum tú hevur verið og enn
ert fyri okkum systkin. Takk fyri, at tú eisini megnaði at
gera mammu lívskvøldið so gott. Tú vart um mammu
okkara bæði dag og nátt - heima sum á sjúkralegu, og
tað eru vit ógvuliga takksom fyri.
Harrin signi teg, og styrki teg framyvir.
Friður verði um minni um mammu okkara.
Børnini.
Minningarorð um elskaðu mammu okkara
Magnhild á Toftini
15
14
Nr. 218 - 13. november 2004
Hósdagin 11. no-
vember 2004 var há-
tíðarhald hjá Húsa-
lánsgrunninum Yviri
við Strond í Havn í
samband við at stjór-
in, Jóannes Dalsgarð,
fylti 65 ár og hevur
arbeitt 40 ár á stovn-
inum
MÓTTØKA
Myndir: Magnus
Gunnarsson
Starvsfólkini hjá Húsa-
lánsgrunninum
hátíðar-
hildu hósdagin 11. no-
vember, at stjórin, Jóannes
Dalsgarð, fylti 65 ár. Eisini
eru liðin 40 ár síðan hann
byrjaði á stovninum, og 25
ár síðan hann varð settur
sum stjóri.
Møtt vóru familja, vinir
og kenniningar umframt
fyrrverandi og núverandi
stýrislimir. Eisini var Hans
Pauli Strøm, landsstýris-
maður í íbúðarmálum, við
til móttøkuna.
Hjá
Jóannesi
byrjaði
starvsleiðin við, at hann
kom í starv á skrivstovuni
hjá, Hanusi við Høgadalsá,
í 1963. Hanus hevði reið-
aravirksemi, umframt at
hann var bæði løgtings-
limur og býráðlimur í
Havn. Skrivstovan var í
Føroya Banka bygning-
inum í Niels Finsensgøtu.
Í juni 1964 varð so
Húsalánsgrunnurin settur á
stovn. Í fyrstu nevnini sótu
Heini á Trøðni, J. H. Dan-
bjørg, og Hanus við Høga-
dalsá, ið varð settur sum
dagligur leiðari í grunnin-
um.
Jóannes var fyrstu árini
skrivstovufólk og seinni
settur sum bókhaldari á
Húsalánsgrunninum. Tá ið
grunnurin bleiv umskip-
aður í 1978 varð bygnað-
urin broyttir frá at verða ein
nevnd við dagligum leið-
ara, til stýri og stjórn.
Landsstýrið setti Jóannes
sum stjóra í 1979.
Húsalánsgrunnurin var
stovnaður við tí endamáli at
skapa betri fíggjarligar
treytir hjá fólki at seta búgv,
við tað at tað almenna
gjøgnum grunnin átók sær
partar
av
bústaðar-
fíggingini.
Hans Pauli Strøm segði
m.a., at tað er ikki hvørjum
manni beskorið, at hava
virkað heili 40 ár á sama
arbeiðsplássi. Okkara tíð er
merkt av ótolni og skjótum
broytingum, og tí eru tey
ikki longur so nógv í tali,
sum finna sær eitt lívsstarv,
eins og Jóannes hevur gjørt.
Hetta er eitt tekin um
menniskjaligar eginleikar
sum trúfesti og nærlagni, ið
eitt samfelag sum okkara,
ongantíð kann fáa ov mikið
av.
Bæði áðrenn og eisini nú
síðan eg gjørdist landsstýr-
ismaður, og m.a. fekk
ábyrgd fyri bústaðarøkin-
um, havi eg lagt til merkis
tann eldhuga sum Jóannes
altíð sýnir tí stovni og ar-
beiðsøki, sum hann varðar
av. Eg vóni at hetta eisini
kemur at gagna arbeiðinum
við teimum avbjóðingum,
sum nú liggja fyri framm-
an.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Jóannes Dalsgarð, Húsalánsgrunnurin:
Leitt stovnin
við nærlagni
og eldhuga
Starvsfólkini á Húsalánsgrunninum. Aftast f.v.: Martin Petersen, Annfinn Vang, Egin Midjord, Rúna F. Holm, Páll Poulsen, og
Egil Helmsdal. Miðraðið, f.v. Sunneva Jacobsen, Hervør Heinesen, og Jóannes Dalsgarð. Fremra rað, f.v.: Malan Guttesen, Elin
H. Joensen, og Katrin Nolsøe. Edmund Kristianen vantar á myndini
Jóannes saman við
tveimum fyrrverandi
starvsfeløgum. Óluva
Petersen, sum arbeiddi á
Húsalánsgrunninum frá
1980-2004, og Eydna
Viderø, sum arbeiddi frá
1974-2002
Jóannes og mamman, Dinna, hon er 88 ára gomul og var við
til móttøkuna
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, heilsar Jóannesi
Dalsgarð á 65 ára føðingardegnum
Benny Samuelsen,
fyrrverandi stýrislimur í
Húsalánsgrunninum, var
við til móttøkuna
Stýrisformaðurin í Húsalánsgrunninum, Marja Lamhauge, handar Jóannesi ein málning av
Finleif Mortensen, listamanni, í føðingardagsgásvu
C
M
Y
K
14