leygardagur 13. november 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 218 - 13. november 2004
Nr. 218 - 13. november 2004
17
Á nýggjárinum fáa
vágbingar kvinnulig-
an borgarstjóra fyri
fyrstu ferð í søguni.
Og varaborgarstjórin
verður eisini kvinna.
Fremsta endamálið
hjá nýggju samgong-
uni verður at fáa
gongd á aftur vinnu-
lívið í Vági
BÝRÁÐSSAMGONGA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nýggjársdagur 2005 verður
ein søguligur dagur í Vágs
Kommunu. Tá fáa vágbing-
ar sín fyrsta kvinnuliga
borgarstjóra í søguni.
Og sum um tað ikki var
nóg mikið, so verður vara-
borgarstjórin í Vági eisini
ein kvinna.
Hóskvøldið samdust utt-
anflokkalistin,
javnaðar-
flokkurin og sambands-
flokkurin at skipa sam-
gongu í Vági.
Og tey eru samd um at
Kirstin Strøm Bech úr javn-
aðarflokkinum skal verða
borgarstjóri í nýggja bý-
ráðnum í Vági og at Ásgerð
Stenberg úr sambands-
flokkinum skal verða vara-
borgarstjóri.
Sostatt verða tað kvinn-
urnar, sum fara at mynda
ovastu leiðsluna í Vági tey
komandu fýra árini og tað
er ikki hent fyrr í Vági.
Vinnulívið aftur á
føtur
Nýggja samgongan hevur
skrivað eitt samgonguskjal
við nøkrum høvuðspunkt-
um í, sum hon ætlar at ar-
beiða við. Men talan er um
eitt yvirskipað skjal, har tey
ikki fara í smálutir við tí,
tey ætla sær at fremja.
Samgongan
fer
hesa
næstu tíðina at útgreina
nærri innanhýsis, hvussu
tey ymsu endamálini í sam-
gonguskjalinum
skulu
røkkast.
Arbeiði á flakavirkið
Men komandi borgarstjórin
í Vági, dylir ikki fyri, at
nýggja býráðið fer at rað-
festa tað allarfremst at fáa
gongd á aftur vinnulívið í
Vági, sum er í djúpari
kreppu.
Í hesum samabndi hevur
stóra flakavirkið hjá fiska-
virking mangan verið nevnt
sum ein ræðumynd av
vinnulívinum í Vági.
Fiskavirking eigur tað,
men tað hevur staðið tomt í
fleiri ár og allar royndir at
lata tað uppaftur við var-
andi arbeiði, eru miseydn-
aðar.
Nýggja býráðssamgong-
an hevur eisini leyðsliga
umrøtt flakavirkið og tey
vilja nú hava eina frágreið-
ing frá Føroya Fiskavirk-
ing.
– Vit vilja hava at vita frá
Føroya fiskavirking, um
álvari er í ætlanum teirra
um at lata tað uppaftur.
Og tað skilst eisini, at fær
býráðið ikki eina nøktandi
frágreiðing frá Fiskavirk-
ing, verður málið tikið upp-
aftur.
Og gongur heilt galið við
flakavirkinum,
útihýsir
Kirstin Strøm Bech ikki
møguleikanum fyri, at bý-
ráðið fer at krevja av Fiska-
virking, at virkið verður
selt, so at onkur annar kann
fáa møguleikan at lata tað
uppaftur – ella at Fiskavirk-
ing tekur virkið niður og fer
avstað við tí, so at grund-
stykkið, sum kommunan
eigur, kann brúkast til okk-
urt annað endamál.
Nýggja býráðsamgongan
fer eisini at virka fyri at fáa
fleiri almenn arbeiðsplás til
bygdina.
Ikki samanlegging,
men samstarv
Nýggja samgongan hevur
ikki tosað um at leggja
kommunurnar í Suðuroy
saman. Men ætlanin er av-
gjørt at taka samband upp
við hinar kommunurnar um
nærri samstarv á nógvum
økjum.
Eitt nú heldur býráðs-
samgongan í Vági, at tað er
burturvið, at kommunurnar
í oynni skulu senda so nógv
arbeiðspláss og so nógvan
pening norðureftir í sam-
band við serkøna hjálp av
ymsum slagi, bæði til
grannskoðarar, løgfrøðing-
ar, verkfrøðingar og arki-
tektar.
– Vit halda, at tað hevði
verið
rættari,
at
allar
kommunurnar í oynni tóku
seg saman um at fáa ymsar
felags tænastur í oynna, tí
her er í hvussu so er talan
um nøkur arbeiðspláss,
sum óneyðugt verða flutt av
oynni, sigur Kirstin Strøm
Bech.
Nýggja
samgongan
í
Vági kundi hugsað sær, at
samstarva við hinar komm-
unurnar um at fingið fyri-
tøkur í oynna, sum við løg-
frøðingum, grannskoðara
og verkfrøðingini í Suð-ur-
oynna, sum kommunurnar
kundu brúkt og verið
grundarlagið undir, men
sum so eisini kundu gjørt
arbeiði fyri onnur.
Hon heldur eisini, at
kommunurnar kundu sam-
starva um eina felags
barnavernd.
Bólturin hjá
landsstýrinum
Eitt stórt mál í Vági sein-
astu tíðina hevur verið ætl-
anin hjá landsstýrinum at
flyta ætlaða miðnámsskúl-
an í Vági til Hovs og at
byggja hann í ein skúla-
depil har, saman við heilsu-
skúlanum. Afturfyri skal so
røktarheim til 35 fólk
byggjast í Vági.
Hetta var eitt mál, sum
fráfarandi býráð avgjørt
vísti frá sær. Men hvørja
støðu hevur nýggja býráðið
til hetta mál?
– Vit standa við tað av-
gerð, sum undanfarna bý-
ráð hevur tikið. Men vit eru
eisini samd um, at bólturin
liggur hjá landsstýrinum.
Og spælir landsstýrið bólt-
in yvir til okkum við nøk-
rum heilt ítøkiligum, eru
vit sinnað at viðgera tað og
at taka støðu til tað útspæl-
ið, sigur Kirstin Strøm
Bech.
– Men fyrrenn eitt møgu-
ligt útspæl kemur frá lands-
stýrinum, gera vit ikki
meiri við málið, leggur
komandi borgarstjórin aft-
urat.
Arbeiðssetningur
Annars hevur nýggja bý-
ráðssamgongan í Vági sett
sær fyri.
– at taka upp samráðing-
ar við hagarnar í Vági um at
vetrarfriða býin fyri seyð.
– at tálma ferðsluni í býn-
um, tí hon er at kalla í ruðu-
leika.
– at stuðla itróttinum sum
mest.
– at fjálga um mentanina.
– at gera umstøðurnar hjá
vinnurekandi fiskimonnum
og útróðrarmonnum betri.
– at øll størv, sum verða
sett í kommununi, skulu
lýsast leys, so at øll hava
sama møguleika at søkja.
– at opinleiki og gjøgn-
umskygni skal valda í øll-
um málum, sum verða við-
gjørd í býráðnum.
– at hava nóg mikið av
grundstykkjum til fólk,
sum vilja seta búgv og at
veita teimum, sum
byggja, eina góða tænastu
við tekningum og verk-
frøði.
– at fáa virksemi á havna-
lagið á syðra armi áfjørðin-
um.
– at fáa fleiri almenn
arbeiðspláss til Vágs.
Og annars hevur nýggja
samgongan í Vági sett sær
fyri at standa saman um
bygdina og oynna og vera
við til at gróðurseta ein
spíra til eina blómandi
Vágsbygd og eina virkna
og áhugaverda Suðuroy,
sum tað so skaldsliga
stendur í samgonguskjalin-
um.
Nú ráða kvinnurnar
fyri borgum í Vági
Nýggi borgarstjórin í Vági, Kirstin Strøm Bech, við bygdini frammanfyri sær hendan fyrsta kavadagin í ár. Fremsta raðfestingin hjá nýggju býráðssamgongunií Vági
verður at fáa vinnulívið aftur á føtur
Myndina tók Dagfinn Olsen
Soleiðis hevur
nýggja býráðssam-
gongan býtt
ábyrgdarøkini í
býráðnum ímillum
sín. Her er talan um
tær føstu nevndi-
rnar
Borgarstjóri:
Kirstin Strøm Bech
Varaborgarstjóri:
Àsgerð Stenberg
Fíggjarnevndin:
Kirstin Strøm Bech,
forkvinna
Sølvi Andreasen
Tekniska nevnd:
Poul Augustinussen,
formaður
Eyðfinn Mørk
Mentanarnevndin:
Àsgerð Stenberg,
forkvinna
Poul Augustinussen
Havnanevndin:
Svenning Borg,
formaður
Eyðfinn Mørk
Sosiala nevnd:
Sølvi Andreasen,
formaður
Svenning Borg
Tríggir
limir
eru
í
hvørjari nevnd, men tjóð-
veldisflokkurin í and-
støðu eigur triða og sein-
asta limin í teimum ein-
støku nevndunum.
Eitt tíðarskeið er
endað
Tað var annars nokk so
skjótt eftir at valúrslitið í
Vági var kunngjørt, at
tað varð greitt, at dagarn-
ar hjá Jógvani Krosslá
sum borgarstjóra, vóru
taldir.
Uttanflokkalistin, sam-
bandsflokkurin og javn-
aðarflokkurun
funnu
rættiliga skjótt saman og
longu mikudagin samd-
ust tey um at skipa sam-
gongu. Hóskvøldið hitt-
ust tey so aftur at býta
málsøkini ímilllum sín
og klokkan 22 hóskvøld-
ið, varð avtalan undir-
skrivað.
Nú Kirstin Strøm Bech
setir seg í borgarstjóra-
sessin í Vági á nýggjárin-
um, kann av sonnum
siga, at eitt tíðarskeið í
Vágs søgu endar og eitt
annað byrjar.
Tí samstundis endar
eitt drúgvt og hendinga-
ríkt tíðarskeið við tjóð-
veldisflokkinum í ovastu
leiðsluni í Vágs komm-
unu.
Tjóðveldisflokkurin
hevur havt borgarstjóran
í Vági í heili 24 ár, ella
eitt lítið mannaminni.
Tjóðveldistíðarskeiðið
í Vági byrjaði í 1980, tá
ið Tórbjørn Benjardøgg
varð borgarstjóri. Í 1988
varð Mannbjørn Tausen
valdur til borgarstjóra og
hesi seinastu 12 árini
síðani
1992,
hevur
Jógvan Krosslá verið
borgarstjóri í Vági.
Meiri
um
nýggju
býráðssamgonguna
í
Vági á síðu 16.
Vágs Býráð –
ábyrgdarbýtið
Hetta er nýggja býráðssamgongan í Vági. Aftanfyri
standa Ásgerð Stenberg, varaborgarstjóri, úr sambands-
flokkium vinstrumegin og Kirstin Strøm Bech, borgar-
stjóri úr javnaðarflokkinum. Sitandi frá vinstru eru teir
Poul Augustinussen á uttanflokkalistanum, Svenning Borg
úr sambandsflokkinum, Sølvi Andreasen á uttan-
flokkalistanum og Eyðfinn Mørk úr javnaðarflokkinum
Fyri fyrstu ferð í søguni hevur býráðið á Tvøroyri skipað
seg uttan meiri- og minniluta.
Alt býráðið hevur nú undirskrivað eitt virkis- og
arbeiðsskjal fyri tey komandi fýra árini, har allir sjey
býráðslimir vóru samdir um økini.
Býráðsformaður verður Kristin Michelsen.
Varabýráðsformaður, Pauli Einarsson.
Nevndirnar vórðu skipaðar soleiðis:
Fíggjarnevndin:
Kristin Michelsen, formaður
Sverre Midjord, varaformaður
Jaspur Vang
Tekniska nevnd:
Pauli Einarsson, formaður
Jens Johannesen, varaformaður
Bergur Bærendsen
Havna- og umhvørvisnevnd:
Jaspur Vang, formaður
Pauli Einarsson, varaformaður
Jens Johannesen
Mentanarnevnd:
Sverre Midjord, formaður
Pauli Einarsson,varaformaður
Marjun Olsen
Sosiala nevnd:
Jens Johannesen, formaður
Pauli Einarsson, varaformaður
Marjun Olsen
Vinnunevndin:
Bergur Bærendsen, formaður
Jens Johannesen, varaformaður
Sverre Midjord
Full semja í Tvøroyrar Býráð
KONSERT
Tíðindaskriv
Sunnudagin, 14. november
kl. 18 fer Kirkjukórið
Ljómur saman við gentu-
kóri og blásarum úr Suður-
ættini at hava árligu alla-
halganna konsertina. Kórið
og kirkjan fyltu 65 ár í vár,
so talan verður um eina
jubileumskonsert.
Í
tí
sambandi syngur kórið 2
sálmar:
"Nógv fagrari, fríari" og
»Eitt lið sum mjøll at líta
á«, sum vóru sungnir til ta
fyrstu konsertina 3. nov.
1940.
Á skránni eru harum-
framt Kingo í svenskari
útseting, klassikarar sum
»Prope
est
Dominus«,
»Meine Seel´ ist stille zu
Gott«, »O God of Bethel«,
Händel og sálmar úr nýggju
Kórbókini við
satsum eftir Karl Clausen.
Meðan "Nú hvítna tindar
fjøllum á" verður sungin,
fer kirkjufólkið, sum siður
er, innar í kór at offra til
vælgerandi endamál.
Ulf Nordlund stedur á odda
fyri blásarunum.
Dorte Tilma
stjórnar
Kirkjukórinum Ljómi.
Allahalganna konsert og
offurgudstænasta í Vágs kirkju
OLJUPRÍSUR
Sonn vend er komin í
oljuprísgongdina. Síðani
hægsta stigið 26. oktobur er
oljuprísurin lækkaður 20%,
eftir at hann mánaðin
frammanundan var hækk-
aður 26%. Samstundis vóru
metnógv arbeiðspláss sett á
stovn í USA í oktobur.
Sostatt eru tvey viðurskift-
ir, ið hava forðað láns-
brævarentum at hækka,
betraði. Kortini eru hesar
rentur ikki hækkaðar, tí
javnvág valdar ikki á láns-
bræva-marknaðunum.
Støðan er ikki varandi, og
lánsbrævarentur eiga tí,
sum frálíður, at hækka.
N
ý
g
g
j
a
s
t
u
búskapartíðindini eru eisini
jalig fyri partabrøv. Vænt-
ast skal tó framvegis ikki,
at
føroyska
rentustigið
hækkar næstu mánaðirnar.
Lesið meira um hetta og
onnur viðurskifti á virðis-
brævamarknaðunum í við-
heftu útgávuni av Útliti og
Ráki fyri novembur 2004.
Kelda: Útlit og Rák,
Kaupthing
Ógvuslig oljupríslækking stimbrar
C
M
Y
K
17
16