leygardagur 13. november 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SÍF
vann
seinna
dystin
Kappingarnevndin
hjá FSF tók í gjár
avgerð um, at SÍF
komandi kapping-
arár skal spæla í
aðru deild. MB skal
spæla í fjórðu deild
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Hetta varð úrskurðurin,
eftir at MB hevði noktað
at fylgt teimum áseting-
um, sum Kappingar-
nevndin hevði álagt fel-
agnum til seinna dystin
móti SÍF. Nevnliga at
dómaraseðilin
skuldi
verða latin inn fríggja-
dag kl. 17, sum dysturin
skuldi verða leygardag.
Tá hetta ikki varð gjørt,
varð dysturin í fyrsta
lagi avblástur, og miku-
kvøldið avgjørdi kapp-
ingarnevndin so, at SÍF
verður dømt at vinna
dystin 0-0. Harvið er
SÍF samlaður vinnari av
dystinu, sum skuldi gera
av, hvat av feløgunum
skuldi taka sessin hjá
ovara stadda liðnum hjá
FS Vágum, sum nú er
avtikið.
Roknað verður annars
við, at tað verður eitt
nýstovnað FSV, sum
komandi ár fer at spæla
fyri SÍF í aðru deild.
HS hevð
aðalfund
Havnar
svimjifelag
aðalfund mikukvøldið.
Á skránni var millum
annað val av nevnd, og
komu Tórður Patursson,
Páll Arni Berg og An-
bjørg Apol inn í nevnd-
ina sum nývald.
Nýggja nevndin í fel-
agnum er annars hena:
Svend Åge Seloy, for-
maður, Elsa Klein Ol-
sen, næstformaður, Ber-
it Gunnarsson, kassa-
meistari, Tórður Paturs-
son, skrivari, Katrin
Norðfoss,
Páll Arni
Berg og Anbjørg Apol.
-jm
Nr. 218 • leygardagur • 13. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Bæði hjá kvinnum og
monnum kunnu tey í
Mjølni slappa av, nú
KÍ skal halda 100 ára
veitslu
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Eins og við hondbóltskapp-
ingini, so verða bara tríggir
dystir á flogbóltsskránni
hetta vikuskiftið.
Hjá kvinnunum vann TB
seg upp á annað plássið, tá
tær í vikuni vunnu á ÍF. Nú
hava tær so møguleikan at
koma ájavnt Mjølni, um tær
vinna heimadystin móti
Drátti. Nakað sum avgjørt
átti at verið góður møgu-
leiki fyri.
Í Sørvági fær SÍ hesaferð
vitjan av ÍF. Einki er at ivast
í, at ÍF eru favorittar móti
uppflytarunum, sum enn
hava fyrsta sigurin til góð-
ar, men stríðsviljanum hjá
SÍ hevur ikki bilað nakað
higartil, so tað kundi
kanska hent seg, at tær gera
ein vørr.
Hjá monnunum er bert
ein dystur á skránni. Hesin
er somuleiðis í Sørvági
millum SÍ og ÍF, men her
eru tað menninir hjá heima-
liðnum, sum eru favorittar.
ÍF hevur enn einki stig
fingið í bestu mansdeildini,
og skal SÍ koma ájavnt
oddaliðnum úr Klaksvík, so
skulu tvey stig til.
Á fótbóltsfundinum
skal eitt nú tosast um
at leingja landskapp-
ingina og at lækka um
talið á steypadystum
EFTIRMETING OG
ÆTLANIR
Jóannes Hansen
Klokkan tíggju fyrrapartin
í dag hevur Fótbóltssam-
bandið stevnt umboðum
fyri
fótbóltsfeløgini
til
fundar í FSF húsinum. Á
skránni er eftirmeting av
farna kappingarári og um-
røða av ætlanum fyri árið,
sum stendur fyri framman.
Fundurin er skipaður við
framløgum, bólkaarbeiðum
og plenum, har niðurstøður
verða gjørdar. Ætlanin er, at
fundurin skal verða liðugur
klokkan 15.45.
Tað er nógv á skránni, og
tískil er ikki serliga rúm tíð
sett av til ymsu málini og
spurningarnar.
Umframt
heildar eftirmetingina av
farna árinum, eru tvey
ítøkilig mál, sum hava við
síðsta kappingarár og fram-
tíðina at gera, sett á
skránna. Annað er spurn-
ingurin um, hvussu smá-
dreingjadeildin skal av-
greiðast. NSÍ hevur sett
málið á skránna. Tá ið
deildin varð avgjørd fyrr í
heyst vóru teir í NSÍ ikki
samdir við FSF í, hvussu
stigini vórðu roknað og har-
við heiðursmerkini latin.
Hitt málið snýr seg um,
hvussu
unglingadeildin
skal skipast í framtíðini.
Tað er FSF nevndarlimurin
Magnus á Stongum, sum
síðsta kappingarár var venj-
ari hjá EB/Streyma ung-
lingunum, ið hevur ynskt
málið á skránna.
Ein annar spurningur,
sum hevur verið frammi í
farna ári, og sum nú verður
tikin fram, er nýtsla av
sjónvarpsupptøkum
sum
prógv í sambandi við kæru-
mál.
Dómaranevndin
hevur
sítt, og útbúgvingarnevndin
hevur sítt á skránni. Kunn-
að verður eisini um verk-
ætlanir, sum tað verður ar-
beitt við í FSF. Hesar
snúgva seg um talentmenn-
ingina, fótbóltshøllina og
sparkivallir, sum tað verður
sagt í skránni.
Tosast skal eisini um
stuðul og harvið nýtt navn
til 1. deild og um beinleiðis
sjónvarping av dystum.
Síðsta málið á skránni er
kunning um kappingina og
leikdagar í 2005. Hesin
spurningurin
varð
um-
røddur í týsdagsblaðnum.
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
Sunset kappingin
13.11
15.00
VB-Neistin
Kristian Joensen &
Karstin Joensen
Atlantic Airways kappingin
13.11
16.00
VÍF-StÍF
Heri Petersen &
Brandur Johannesen
14.11
16.00
H71-KÍF
Eyðun Samuelsen &
Andreas F. Hansen
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
14.11
14.00
SÍ-ÍF
Mjølnir
14.11
15.00
TB-Dráttur
KÍF
Meistaradeild menn
14.11
16.00
SÍ-ÍF
Fleyr
Toppurin heldur frí
Sørvingar eru favorittar, tá
ið fuglfirðingar koma á
vitjan í Sørvági
savnsmynd
Fundurin verður í dag
Nú skulu fótbóltsfeløgini
fundast um at leingja
kappingina.
savnsmynd
19
18
Nr. 218 - 13. november 2004
Hóskvøldið upprann
stóra løtan, har
Kvinna, fyrsta kvinnu-
blaðið í Føroyum av
sínum slagi, varð
avdúkað. Sigast skal
beinanvegin, at talan
er um eitt valaverk,
sum gevur lesaranum
fatan av, at her hava
vit eitt sera professi-
onelt blað. Nógv varð
eisini gjørt burturúr,
nú blaðið er komið út
BLAÐÚTGÁVA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Kvinna – eitt vakurt orð,
byrjaði Lena Lindenskov
Mohr, blaðstjóri, sína røðu
hóskvøldið.
Tað kann gott vera, at
orðið er vakurt, men tað er
blaðið so sanniliga eisini.
Góðskustøðið er høgt.
Ongin ivi um tað. Tá for-
síðan varð avdúkað á tíð-
indafundi í Listaskálanum
hóskvøldið, fór eitt sús
gjøgnum fólkini, ið hjá-
stødd vóru.
Nógv PR arbeiði hevur
verið gjørt til hetta blaðið,
men kortini hevur so at siga
alt viðvíkjandi blaðnum ver-
ið meira ella minni loyniligt
og harvið skapt eitt ávíst
forvitni millum fólk.
At fólk ganga í spenningi
og bíða eftir nøkrum, fær
eisini forvæntningarnar at
økjast. Tað kann vera
vandamikið í summum
førum, um nú tað sum
koma skal ikki megnar at
liva upp til tað, ið fólk
vænta. Men tí nýttust út-
gevararnir av Kvinnu ikki
at bera nakran ótta fyri. Tí
tann fyrsta útgávan av
Kvinnu livir uttan iva upp
til væntningarnar.
Forsíðan er sett upp á ein
slíkan hátt, at tú verður
fangað av henni. Myndin er
flott, og vakra kvinnan
fangar
teg
við
sínum
eygnabrái. Tú fært hug til at
síggja meira, og tá tú so
fært blaðið í hondina,
merkir tú, at her veruliga er
talan um góðsku. Seinni
sært tú tað eisini, tá tú
blaðar blaðið ígjøgnum.
Sum blaðstjórin Lena
Lindenskov Mohr segði í
røðu sínari, so er tað sjálv-
andi innihaldið, ið telur
mest, men útsjóndin hevur
eisini nógv at siga. Á tí øk-
inum livir blaðið so í øllum
førum upp til nógvar av út-
lendsku
kappingarneyt-
unum.
Fjølbroytt innihald
– Vit ynskja at skapa eitt
rúm fyri kvinnur, har evni í
okkara gerandisdegi hava
framíhjárætt. Eitt rúm, har
vit kunnu geva og fáa
íblástur. Vit hava sett okk-
um fyri at velja og viðgera
evnini í einum viðkomandi
føroyskum ljósi, har stórur
dentur er lagdur á góðsk-
una, bæði hvat innihaldi og
útsjónd viðvíkur, segði
Lena L. Mohr millum
annað í røðu sínari.
Hon vísti á, at hóast føro-
yskar kvinnur í eitt langt
áramál hava keypt tey út-
lendsku kvinnubløðini, so
hevur tað mangan verið so,
at viðgjørdu evnini ikki
hava verið so løtt at sett inn
í føroysk viðurskifti.
Innihaldið í Kvinnu er
fjølbroytt. Har verður farið
í dýpdina við ymiskum
evnum, har er portrett av
føroyskum kvinnum, sum
hava okkurt serligt at siga,
eitt ávíst evni verður lýst
frá fleiri síðum, mótasíður,
vitjað verður í føroyskum
heimum, har eru matsíður
og eisini hugskot um,
hvussu ein kann viðlíka-
halda ein føroyskan hava og
mangt annað.
– Tað er ofta, at føroyska
veðurlagið ikki passar við
ráðgevingina um havar,
sum kann fáast í útlendsku
bløðunum, segði Lena.
Til júst hendan táttin um
urtagarðaviðlíkahald,
er
einasti maðurin á redakti-
ónini
settur.
Michael
Kjøller Jacobæus er hann,
ið kemur við góðum ráðum
um urtagarðarnar.
Heildarkonsept
Kvinna er annað enn blað-
ið. Í sambandi við at blaðið
er komið út, er ein fløga
gjørd, sum fólk kunnu ogna
sær við at tekna seg sum
haldara. Á fløguni eru 12
sangir, sum fremstu tón-
leikakvinnurnar í Føroyum
framføra. Tvær av teimum
luttóku eisini á tíðinda-
fundinum í Listaskálanum,
Guðrun S. Jacobsen og
Lena Andersen.
Umframt hetta er ein
heimasíða, www.kvinna.fo.
Lena greiddi frá, at enda-
málið við heimasíðuni fyrst
og fremst er at skapa eitt
forum, har kvinnur kunnu
kjakast ella ráðføra seg við
hvørja aðra um ymisk evni.
Tað veri seg børn, kærleika
ella hvat tað nú skal vera.
Á heimasíðuni er eisini ein
handil, har kvinnur kunnu
keypa beinleiðis av netin-
um og gjalda fyri síðani at
fáa vøruna senda heim til
sín við postinum.
Sum heild er nýggja
blaðið eitt frískt lot í tí ann-
ars til tíðir heldur stirvna
blaðheiminum í Føroyum.
– Foreldur míni hava
upplivað at fáa tann fyrsta
bilin, elektrisitetið og so
víðari. Vit hava upplivað at
fáa teldu, internet, fartele-
fon. Er tað ikki upp á tíð-
ina, at vit fáa eitt kvinnu-
blað í Føroyum, spurdi
Lena at enda í røðu sínari.
Síðani presenteraði hon
redaktiónina á blaðnum, og
so tóku Lena og Niclas
yvir.
Tað bar til at keypa blað-
ið á fundinum ella at tekna
hald. Hvussu mong tekn-
aðu hald er ikki gott at vita,
men meginparturin av fólk-
unum mundu fara heim
hetta kvøldið við einum
Kvinnu undir arminum.
Skeptikarar hava kanska
hug at spyrja, um hetta fer
at bera til. Til tað skal sig-
ast, at um útgevarin og re-
daktiónin megnar at halda
høga støðið, so fer tað at
bera seg. Uttan iva.
Kvinna – eitt vakurt blað
Lena L. Mohr er blaðstjóri á
Kvinnu, sum júst er útkomið.
Blaðið kemur út seks ferðir
um árið. Eitt blað afturat
kemur tó út í ár, tað verður á
gøtuni tann 6. desember
Mynd: Jens K. Vang
Redaktiónina á Kvinnu hesuferð mannaðu frá høgru: Lena Mohr, blaðstjóri, Eyðna Simonsen, Rønn Eliasen, Bjørt Samuelsen, Ingibjørg Jacobsen, Michael
Jacobæus, Oddvør Skarðenni og Berit Kloster
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
18