Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 218 - 13. november 2004 Friðarligt vikuskiftið Bara tríggir hondbóltsdystir verða leiktir um vikuskiftið. Tveir hjá monnum og ein hjá kvinnum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Hetta er tó sjálvandi treytað av, at tær dystarásetingar, sum eru upplýstar í skránni, vísa seg at halda. Nakað sum hevur víst seg at vera ein trupulleiki seinastu vikurnar. Eitt nú vórðu boð so seint sum mikudagin send fjølmiðlunum um, at toppdysturin millum H71 og Kyndil skuldi leikast hóskvøldið, og at kvinnuliðini hjá VÍF og StÍF skuldu leika sama kvøld. Eingin av dystunum varð tó leiktur hóskvøldið. H71- Kyndil varð leiktur mikukvøldið, og VÍF-StÍF hjá kvinnunum er fyribils útsettur. Spennandi í Vági Men gongst eftir ætlan hesaferð, so tykist mest áhugaverda uppgerðin vera einasti kvinnudysturin hesaferð. Hann stendur í Vági, har Neistin kemur á vitjan í einum dysti, sum helst fer at vísa, hvørt Neistin veruliga skal roknast sum avbjóðari í oddinum ella ikki. Tað var um reppið, at tær bláu tóku alt í Klaksvík herfyri, og so er spurningurin, um tað var úrslit av undirmeting frá Stjørnuni, ella um bláa høvuðsstaðarfelagið nú skal rokna við, at tey aftur eiga eitt kvinnulið, sum kann taka gull í longum banum. Hjá monnunum eru tvær uppgerðir á skránni, og eru tað í báðum førum toppur, sum á heimavølli skal royna seg móti botni. Í Vestmanna er VÍF stórfavorittur, tá StÍF kemur á vitjan, og tað sama má helst sigast um H71, sum við sigrinum á Kyndli mikukvøldið legði seg á odda í bestu mansdeildini. Ein støða, sum teir helst ikki vilja sleppa við góðum. Ingi Olsen og VÍF fáa vitjan av strandingum í vikuskiftinum. savnsmynd Todi nærkast vøllinum Nú sær út til, at Føroya fremsti fótbóltsspælari, Todi Jónsson, skjótt aftur verður á vøllinum fyri lið sítt FC Keypmannahavn. Skaðin, sum Todi hevur havt í knænum, er so at siga burtur, og mánadagin er ætlanin, at Todi skal venja við fullari megi saman við liðfeløgunum. Tó manglar Todi rættu- liga fitt av dystarvenjing, og tí verður hann neyvan í superligahópinum hjá FCK fyrstu vikurnar. Robinko á veg til Real Madrid Real Madrid hevur tryggjað sær forkeypsrætt upp á brasilianska stórtal- entið Robinho, sum er ein nógv eftirspurdur spælari. 20 ára gamli bóltsnillingur- in er toppskjútti í brasili- ansku kappingini í ár við 20 málum. Samráðingarnar millum Robinho og Real Madrid hava verið seink- aðar nakað, tí herfyri varð mamma Robinho burtur- førd av vápnaðum brots- monnum, og enn er hon ikki komin aftur í aftur. Royal Leauge byrjað Í gjárkvøldið varð farið undir nýggju skandinavisku fótbóltskappingina, Royal League, har tey fremstu fótbóltsliðini í Danmark, Noreg og Svøríki dystast. Donsku meistararnir úr FC Keypmannahavn vunnu á útivølli 1-0 á IFK Gøte- borg. Hjalte Bo Nørregaard skeyt málið upp á brotsspark. Brøndby vann á heima- vølli 3-2 á norska Tromsø, meðan hini bæði donsku liðini, OB og Esbjerg, bæði taptu. Esbjerg tapti 0-1 heima móti norska Vále- renga, og OB tapti á útivølli 2-0 móti svenska Malmø FF. Hondbóltsstøður v. t. mál- dystir v - j - t mál mál m. stig 1 Stjørnan 5 5 - 0 - 0 138 104 34 10 2 VB 5 4 - 0 - 1 156 105 51 8 3 Neistin 5 4 - 0 - 1 154 105 49 8 4 Søljan 5 3 - 0 - 2 150 116 34 6 5 VÍF 5 2 - 0 - 3 124 135 -11 4 6 StÍF 5 1 - 1 - 3 119 134 -15 3 7 Kyndil 5 0 - 1 - 4 92 146 -54 1 8 Tjaldur 5 0 - 0 - 5 98 186 -88 0 v. t. mál- dystir v - j - t mál mál m. stig 1 H71 5 4 - 0 - 1 160 138 22 8 2 VÍF 5 4 - 0 - 1 127 128 -1 8 3 Kyndil 5 3 - 0 - 2 147 123 24 6 4 KÍF 5 2 - 0 - 3 125 144 -19 4 5 Neistin 5 1 - 0 - 4 145 150 -5 2 6 StÍF 5 1 - 0 - 4 136 157 -21 2 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 4 4 - 0 12 3 9 8 2 TB 4 3 - 1 9 4 5 6 3 KÍF 4 3 - 1 9 5 4 6 4 Dráttur 4 2 - 2 10 7 3 4 5 ÍF 4 0 - 4 2 12 -10 0 6 SÍ 4 0 - 4 1 12 -11 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 3 3 - 0 9 1 8 6 2 Fleyr 4 2 - 2 8 6 2 4 3 SÍ 3 2 - 1 7 5 2 4 4 Fram 3 1 - 2 3 7 -4 2 5 ÍF 3 0 - 3 1 9 -8 0 C M Y K 20 Nr. 218 • Vikuskiftið 13.–14. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Stýra á staðnum Lesið síðu 37 FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað er ikki á hvørjum degi, at ein føroyskur dómarabólkur stendur á odda fyri einum altjóða dysti á hægsta stigi. Nemus Napoleon Djurhuus royndi seg í A-landsdysti í níti- árunum, og seinnu árini hevur Lassin Isaksen tvær ferðir leitt A-landsdystir í HM-undankapp- ing. Seinnu ferð var í síðsta mán- aði, tá ið hann dømdi dystin millum Seriba & Montenegro og San Marino, sum varð spældur í Beograd. – Tað er sera spennandi at sleppa at døma ein slíkan dyst. Alt rundan um er serligt, men tá ið dysturin er bríkslaður í gongd, so er tað sum við øllum øðrum dystum. Eg royni at konsentrera meg um dystin og døma so væl, sum eg kann, sigur Lassin Isaksen. Strangt eftirlit í Ísrael Fótbóltsdómarin úr Klaksvík hevur síðan 1996 dømt altjóða dystir. Fyrst og fremst hava tað verið ungdómslandsdystir, men eisini Intertoto Cup, UEFA Cup og so A-landsdystir sum tann í Beograd, ið var dystur nummar 40 hjá Lassin í altjóða kapping. – Eg havi dømt nógvar góðar U21-landsdystir, og við hvørt hava tað verið nógv fólk og hugt. Til dømis í Russlandi, har tað vóru yvir 10.000 fólk, sigur Lassin. Tann fyrri A-landsdysturin hjá honum var millum Ísrael og Liktinstein, og tá upplivdi Lass- in, hvussu strangt trygdareftir- litið var í sambandi við lands- dystir í Ísrael. – Tað var eisini stuttligt at uppliva, at tá ið vit fóru út á vøllin at hyggja eftir umstøð-un- um áðrenn dystin, var danski venjarin Richard Møller Nielsen tann fyrsti, sum kom at heilsa uppá okkum. Eisini kenningar í Beograd Fótbóltsheimurin er lítil, og tað upplivdi Lassin Isaksen aftur í Beograd. Tá ið hann var komin til Beograd, ringdi telefonin og í horninum var Tomislav Sivic, sum í fleiri ár var venjari í Føroyum – í Vági, Havn og Klaksvík. Teir báðir hittust eina løtu, og tað vísti seg eisini, at Sivic skuldi verða viðmerkjari hjá sjónvarpsstøðini, sum sendi dystin beinleiðis. Eftir dystin, sum var spældur á tí stóra leikvøllinum hjá Reyðu Stjørnu í Beograd, var Lassin boðin inn á eitt savn hjá Reyðu Stjørnu. Har kom ein eldri kona at spyrja hann, um hann var úr Føroyum. Jú, tað var hann. Hon kendi ein bý í Føroyum, og tað var Klaksvík. Orsøkin til tað var, at KÍ í 2000 spældi undandyst í Champions League ímóti júst Reyðu Stjørnu, og eitt av minn- unum frá hesum dystinum, sum varð goymt á savninum, var eitt steyp við eini serligari áskrift um dystin. Tvey ár eftir Lassin Isaksen hevur dømt í 1. deild í Føroyum síðani 1990, og hann hevur verið altjóða dómari síðani 1996. Síðani hevur hann á hvørjum ári verið uttanlands til uppgávur hjá UEFA ella FIFA. Aldursmarkið hjá dómarum í altjóða kappingum er 45 ár, og Lassin hevur tí tvey ár eftir at døma í altjóða fótbólti. Lassin leiddi í Beograd – Tað er sera spennandi at døma altjóða dystir, men tá ið dysturin er bríkslaður í gongd, so er tað sum við øllum øðrum dystum. Eg royni at konsentrera meg um dystin og døma so væl, sum eg kann, sigur fótbóltsdómarin Lassin Isaksen, sum í síðsta mánaði dømdi sín altjóða dyst nummar 40 Lassin heilsar upp á liðformenninar á landsliðunum hjá Serbia & Montenegro og San Marino. Heimaliðið vann dystin 5-0. Hjálpardómararnir Jens Albert Simonsen og Jón Kári Frederiksen vóru eisini við, meðan fjórði dómarin var dani Mynd: Aleksander Djorovic Lassin Isaksen ímillum serbisku stjørnurnar Liðini stilla upp til tjóðsangirnar áðrenn dystin 21