leygardagur 13. november 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 218 - 13. november 2004
Nr. 218 - 13. november 2004
23
Croix og J.P. Gaultier luttóku,
fekk Berit til uppgávu at vera
hjálparfólk hansara.
Væl móttikin í Føroyum
Tað var tí við spenningi, at Berit
Kloster fyrstu ferðina fór at hitta
familjuna hjá manni sínum í
Føroyum. Væl visti hon, at hetta
fór at vera eitt stórt stig at taka,
og at umstøðurnar her heima ikki
líktust teimum, hon var von við.
– Tað fyrsta, eg legði til merkis
var, hvussu friðarligt her var, og
hvussu hugnalig og blíð fólk
vóru. Hetta var í 1997, og eg
kendi meg sera vælkomna, hóast
danir ikki vóru væl sæddir í
Føroyum um tað mundið. Tað
merkti eg eisini, men soleiðis er
ikki longur, sigur Berit.
– Familjan í Føroyum hevur
verið mær ein góður stuðul, og
øll tosaðu føroyskt við meg frá
fyrsta degi, eg kom higar.
– Vit vitjaðu í páskafrítíðini og
fingu høvi at vera saman við
familjuni, sum vóru eini 30 í tali.
Vermamman borðreiddi fyri
okkum og bjóðaði mær og hinum
at fáa okkum. Eg var tó so mikið
væl vand, at eg bíðaði at fáa
mær, til vermamman hevði sett
seg til borðs, hóast hon fleiri
ferðir bað meg fáa mær. - Eg
bíði eftir, at tú setir teg til borðs,
svaraði eg. Tá segði hon bilsin,
at hon skuldi ikki sita.
– Tað helt eg vera løgið, men
síðani havi eg vant meg við
henda siðin, sum er serliga á
bygd, sigur Berit.
– Meðan vit sótu um stóra
køkuborðið, helt eg meg skilja á
prátinum, at øll tosaðu um at
fara á møti. Eg hugsaði, at tað
var løgið at fara á møti í páska-
frítíðini, men boðaði glaðbeint
frá, at eg fegin vildi koma við.
– Tað vísti seg at vera møti í
kristiligari samkomu. Sangurin
hugtók meg nógv, og eg sang við
tað besta, eg dugdi. Heima hjá
okkum vóru vit bæði doypt og
fermd, men vit gingu ikki á møti
og tílíkt, sum er so vanligt her
heima, sigur Berit.
Ger og bakipulvur ókend
fyribrigdi
Tá hon og maðurin fluttu heim
til Føroya at búgva, vantaði nógv
í hjá henni at læra av tí, sum var
ein sjálvfylgja hjá nógvum
konum í Føroyum. Eitt nú hevði
hon sjáldan í sínum lívi havt
stundir at baka køkur og tílíkt.
– Fyri mær vóru ger og
bakipulvur ein býur í Russlandi,
og eg stúrdi fyri, hvussu eg
skuldi megna at halda barna-
føðingardag, sum familjan tal-
sterk tekur lut í.
– Tá eg sá tey stóru køkuborð-
ini, sum hini í familjuni borð-
reiddu við, setti eg mær fyri, at
tað skuldi eg eisini gera. Eg
hugdi í bakibøkur og bakaði
køkur í hópatali og í fleiri dagar,
men úrslitið gjørdist ongantíð,
sum uppskriftin segði.
– Í dag nýti eg ikki bakiupp-
skriftir, og nú er mín bakstur eins
góður og hjá øðrum, sigur Berit
brosandi.
Tvey ár eru liðin, síðani
familjan flutti heim, og børn og
vaksin hava funnið seg til rættis í
føroyska samfelagnum. Sonurin,
sum var fýra ára gamal, tá tey
komu til Føroya, gongur í
forskúla, og dóttirin í vøggu-
stovu, og tey trívast sera væl.
Stundir eru nú hjá Berit
Kloster at átaka sær arbeiðs-
uppgávur uttan fyri heimið. Hon
hevur stovnað felagið
Art&Education og bjóðar seg
fram til free-lance uppgávur, eitt
nú at undirvísa útlærdum
hárfríðkanarfólki ella sum
stílmeistari og smyrslráðgevi.
Serliga væl umtókt er skeiðið
við einum fýra-fimm fólkum,
oftani bindiklubbar og tílíkir
bólkar, har farið verður heim til
ein av luttakarunum. Allar hava
síni klædnapløgg við, og so
gevur Berit teimum ráð og
leiðbeining um, hvat hóskar best
og situr snøggast til ta einstøku.
– Slík kvøld eru sera stuttlig,
men eru eisini ógvuliga tíðar-
krevjandi. Annars havi eg eisini
aðrar uppgávur, eitt nú sum í
Cassiopeia, fyri lýsingafyritøkur
og film, sigur Berit.
At stíga varisliga
– Hvat hevur tú lært av at inn-
lima teg í føroyska samfelagið?
– Av mínum royndum seinastu
árini havi eg lært, at tú skalt
stíga hóvliga í Føroyum.
– Tað kann oftani vera torført
hjá mær at halda meg til eina
uppgávu, tá eg áður havi skipað
fyri og havt ábyrgd av stórum
framsýningum við fleiri túsund
áskoðarum, sigur Berit Kloster.
– Var broytingin í tínum lívi
tað verd?
– Tað eri eg avgjørd og sann-
førd um. Mín tilvera er nú ein
heilt onnur, og tað havi eg lært
nógv av. Hugsa tær til, hvat eg
havi fingið afturfyri: - Eg havi
fingið mann og børn, sigur Berit
og leggur skemtandi aftrat - og
eg havi lært at baka.
Álvarsliga sigur Berit Kloster,
at hon ikki kundi hugsað sær
betri umstøður fyri síni børn,
sum vaksa upp í hesum friðarliga
landi, har foreldur kunnu lata
børnini spæla einsamøll úti. Tað
kunnu børn í Danmark ikki
sleppa - ið hvussu er ikki í
stórbýunum.
– Harnæst havi eg vant meg
við, at alt gongur so seint, og at
eg noyðist at bíða eftir øðrum.
Tað ger, at eg ikki kann stýra
ferðini, sum eg gjørdi áður, og
tað er væl. Tað er júst tað, eg
kenni meg at hava brúk fyri,
sigur Berit Kloster.
Dagny Joensen
Í Føroyum er Berit Kloster m.a.
kend frá sendingini Cassiopeia
hjá SvF, har hon virkar sum stíl-
meistari. Hetta hugtakið merkir,
at hon gevur áhugaðum ráð og
leiðbeining um, hvussu til ber at
geva tí einstaka eina persónliga
útsjónd, har hár, klæðir, litir og
tilhoyr verða sett saman til eina
heild.
– Tað var eitt stórt umskifti í
mínum lívi, sigur Berit Kloster,
tá hon verður biðin um at greiða
frá muninum millum at búgva í
Føroyum og at vera kendur per-
sónur í sínum yrki úti í heimi. - Í
Føroyum eri eg bert Berit. Tað
kennist væl, eftir at hava livað og
virkað í einum so nógv øðrvísi
og oftani grunnum mótaum-
hvørvi, har øll hildu seg kenna
Berit Kloster.
Søgan er tann vanliga. Hon
hitti ein føroying, tá hon fyrstu
ferð var í Føroyum í 1996, her
hon skipaði fyri skeiði fyri
føroysk hárfríðkanarfólk.
Hann var orsøkin til, at Berit
seinni tók avgerð um at slíta seg
leysa úr øllum ábyrgdarstørvum,
selja fyritøkuna í Danmark og
flyta til Føroya at búgva.
Flogferðin útsett eitt
samdøgur
Tað var tó einki, sum talaði fyri,
at tað skuldi eydnast Berit
Kloster at sleppa til Føroyar ta
ferðina. Tá ferðafólkini komu á
Kastrup flogvøllin, var flogfarið
úr Føroyum seinkað. Avstað-
ferðin varð útsett við tímalong-
um millumbilum allan dagin, og
einki hendi. Tá kvøldið kom,
vórðu ferðafólkini flutt á
gistingarhús.
– Tá vit morgunin eftir aftur
komu á flogvøllin, vóru fram-
vegis ikki útlit til, at flogferðin
skuldi gerast veruleiki, sigur
Berit.
– Av tí at tíðin nú rann undan,
og tað fór at vera ivasamt, um eg
kundi vera í Føroyum, tá skeiðið
byrjaði, fór eg at umhugsa at
avlýsa skeiðið.
– Eg hevði heldur ikki serliga
góðan hug at fara til Føroya, av
tí at pápi mín var álvarsliga
sjúkur. Tí ringdi eg heim og
boðaði frá, at eg avlýsti ferðina,
men í tí sama ljóðaði í hátalaran-
um, at ferðafólk til Føroya
skuldu fara út beinanvegin.
– Jú, eg fór kortini avstað.
Hevði eg avlýst ta ferðina, var eg
ikki í Føroyum í dag, sigur Berit
brosandi.
Tað hendi nevniliga tað, at tá
skeiðið byrjaði og ymsu skeið-
luttakararnir høvdu umbiðið sær
modell at arbeiða við, var
millum teirra ein ungur, høgur
maður, sum Berit ikki vísti
serligan ans í byrjanini.
Maðurin fór aftan á Berit
Ungi maðurin, sum Berit hitti í
Føroyum, var Terji á Toftini, sum
árið eftir fór til Odense at lesa.
Tá hittust tey aftur, og árið eftir
fingu tey sonin Johannes, sum í
dag er seks ára gamal.
– Tá maðurin var liðugur at
lesa, noyddust vit at taka støðu
til, hvar vit skuldu búgva í
framtíðini, sigur Berit, sum alt
lív sítt hevði arbeitt og ferðast
nógv víða um í heiminum. Nú
helt hon, at stundin var komin, tá
eisini pláss skuldi vera fyri
familjulívinum.
– Tá Terji spurdi, um eg vildi
flyta heim at búgva millum fjøll-
ini í Føroyum, játtaði eg beinan-
vegin og fór undir at fullføra
ætlanina.
Tey fluttu heim í 2002 og
fingu í fjør dóttrina Elizu Mariu.
40 ára gamla Berit Kloster er
fødd og uppvaksin í Thyborøn,
har eini 2000 fólk búgva, og
størsta vinnugreinin er fiskivinn-
an. Har er samanberingin við
føroysku viðurskiftini ikki so
ólík. Berit heldur seg kenna nógv
viðurskifti aftur í Føroyum, sum
líkjast teimum í barnaárum
hennara.
Tá hon fór úr barnaskúlanum,
fekk hon lærupláss sum hár-
fríðkanarkvinna í Harboøre, og
tá lærutíðin var av, fór hon í
starv á hárfríðkanarstovu í
Svendborg. Ein partur av
arbeiðinum var nú at luttaka í
ymsum kappingum innan
hárfríðkan, og Berit vann í 1988
meistaraheitið sum besta
hárfríðkanarkvinna í Jútlandi,
síðani vann hon danska meistara-
heitið tvey ár á rað í 1989 og
1990 umframt norðurlanda
meistaraheitið sama ár.
Í 1990 var heimsmeistara-
kapping í Rotterdam, og har
endaði Berit á 6. plássi.
Meistarakappingarnar høvdu
eisini aðrar avbjóðingar við sær.
Berit Kloster gjørdist kend uttan-
lands og arbeiddi eitt skifti sum
fyristøðukvinna á kendari hár-
fríðkanarstovu í Oslo við 12
starvsfólkum undir sær. Har fekk
hon eisini til uppgávu at skipa
skeið í samstarvi við hárfríðk-
anarfólk úr Fraklandi, Týsklandi
og Italia.
Stovnaði fyritøku
Í 1990 stovnaði hon fyritøkuna
Avantgarde Coiffure í Odense.
Har starvaðust níggju starvsfólk,
sum veittu tænastu innan hár-
fríðkan, smyrsl og styling. Eisini
seldi fyritøkan skeið av ymsum
slag og hevði umboð fyri hár-
fríðkanarvørur, eins og hon
stovnaði ein frisørskúla fyri
útlærd hárfríðkanarfólk.
Fyri at fáa hugskot til hár-
mótan ferðaðist Berit víða um í
Paris, London, Rom og New
York at kanna, hvat fyrifórst
innan hár og sniðgeving í móta-
heiminum. Heimafturkomin
sniðgav hon hárkollektión bæði
innan vár- og heystmóta og
skipaði fyri skeiðum í Danmark
og uttanlands.
Tað at ferðast í hesum um-
hvørvi kravdi eisini, at tú dugdi
eitt fremmandamál til fulnar. Av
tí at hon hevur lisið franskt mál á
kvøldskúla í seks ár, varð hon
oftani biðin at vera tulkur fyri
útlendsk hárfríðkanarfólk.
Úrslitið av hesum arbeiði varð,
at Berit Kloster gjørdist kend
víða um, har stóru framsýning-
arnar innan klædnamóta vórðu
hildnar.
Har fekk hon arbeiðsuppgávur
á stóru mótasýningunum í Paris,
Rom, London og New York og
hevur m.a. arbeitt við kendum
fotomodellum, eitt nú Naomi
Campbell.
Tá navnframi hárfríðkanar-
maðurin Jean Pierre Cazaux stóð
fyri mótasýning á kenda Musée
de Trocadero í Paris, har móta-
húsini Dior, Gucci, Christian la
Berit Kloster, hárfríðkanarkvinna, stílmeistari og smyrslfrøðingur:
Valdi mann og børn fram um yrkisleiðina
Hon hevði væl
umtókta hár- og
smyrslfyritøku í
Odense við nógvum
starvsfólkum í
arbeiði, umframt at
hon ferðaðist sum
heima á kendu
mótaframsýning-
unum í Evropa og
New York. Kortini
valdi hon at siga alt
frá sær og flyta til
Føroya at stovna
familju
Berit Kloster hevur stovnað
felagið Art & Education og
bjóðar seg fram til free-
lance uppgávur sum
hárfríðkanarkvinna,
stílmeistari og
smyrslfrøðingur
Berit Kloster: – Eg kundi ikki hugsað mær betri umstøður fyri míni børn, sum vaksa upp í hesum friðarliga landi,
her foreldur kunnu lata børnini spæla einsamøll úti. Á myndini Berit og Terji á Toftini, maður hennara, við
dóttrini Elizu Mariu og soninum Johannes
Berit Kloster hevur stovnað felagið Art&Education og
bjóðar seg fram til free-lance uppgávur sum
hárfríðkanarkvinna, stílmeistari og smyrslfrøðingur
C
M
Y
K
23
22