leygardagur 13. november 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 218 - 13. november 2004
Nr. 218 - 13. november 2004
25
Í sambandi við 25 ára
hátíðarhaldið hjá
Føroya Felag móti
Krabbameini hevur
felagið givið út eina
bók, har 20 føroyingar
siga frá, hvussu tað er
at liva við krabbameini.
Bókin hevur fingið
heitið Okkara millum
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Ein nýggj føroysk bók, sum eitur
Okkara millum, er júst komin á
gøtuna. Ein bók, har 20 føroy-
ingar, ið varða av ymsum
krabbameinssjúkum, greiða frá,
hvussu tað var at liva við sjúk-
uni, hvussu tað er at missa ein,
ið man var góður við orsakað av
krabbameini, og hvussu tað er at
hava fingið at vita, at læknarnir
ikki kunnu gera meira. Bæði
børn og ung, kvinnur og menn
og eldri og yngri eru við í
bókini. Hartil er eisini ein
tekstur, har søgan hjá felagnum í
stuttum er skrivað.
Fyri góðum ári síðan fekk
Turið Kjølbro eina áheitan frá
Føroya Felag móti Krabbameini
um at ritstjórna eina bók. Nakað
frammanundan hevði danska
krabbameinsfelagið Kræftens
Bekæmpelse givið eina bók út í
sambandi við teirra 75 ára stovn-
ingardag, sum eitur Vi længe
leve, har 25 danir siga frá,
hvussu tað er at yvirliva
krabbamein.
- Hugskotið aftan fyri hesa
bókina er sera gott og tí gjørdu
vit av at gera eina líknandi
føroyska. Okkara er tó ólík teirri
donsku við, at vit ikki bert hava
tey við, sum eru vorðin frísk,
men eisini tey, sum hava mist og
eru sjúk, sigur Turið Kjølbro, ið
leggur aftrat at neyðugu loyvini
at brúka donsku bókina sum
fyrimynd fekk felagið uttan
hóvasták.
Sterk og innilig
Tekstirnir í bókini eru sera fjøl-
broyttir og ymiskir. Teir umboða
rættiliga nógvar krabbameins-
sjúkur. Í onkrum førum er talan
um somu sjúku, men søgurnar
eru ymiskar fyri tað.
- Ongin upplivir slíkt á sama
hátt, og tað gongur eisini aftur í
bókini. Men talan er um sterkar
og inniligar tekstir, sum í øllum
førum eru farnir inn undir mína
húð, sigur ritstjórin á Okkara
millum.
Turið sigur, at tekstirnir eru
ikki so álvarsligir sum tað
kanska sýnist, men meiri
lívsjáttandi.
- Her eru jú øll menniskju,
sum hava beinleiðis ella óbein-
leiðis tilknýti til krabbamein.
Hetta er ein lívsjáttandi bók um
eina lívshóttandi sjúku, sigur
Turið Kjølbro.
Við at geva eina slíka bók út,
er vónin hjá felagnum, at fólk
sum koma í slíkar støður onkurs-
vegna kunnu finna ugga, linna
og stuðul í bókini.
- Tað eru nógv menniskju, sum
verða rakt av krabbameini bæði
beinleiðis ella óbeinleiðis, sigur
Turið Kjølbro og leggur afturat,
at um 200 føroyingar fáa staðfest
krabbamein um árið.
Lætt at finna fólk
Frá byrjan av var ætlanin at fáa
sjey fólk at greiða frá. Skjótt
øktist talið til 15 og síðani heilt
upp í 20. Saman við fólki úr
nevndini í felagnum fann Turið
Kjølbro fram til hesi fólkini, ið
greiða frá teirra søgum í bókini.
- Tað var ikki serliga torført at
fáa fólk at greiða frá. Vit hava
ikki fingið nógv noktandi svar,
má eg siga, sigur Turið Kjølbro.
Hon leggur dent á, at her er talan
um 20 fólk, sum hava skrivað
teirra egnu søgu. Tekstirnir eru
blivnir til millum tey, ið greiða
frá og Turið sum ritstjóra og tveir
konsulentar, ið hava lisið tekst-
irnar sum tekst og sum tekst úr
frá sálarfrøðiligum atlitum.
Umframt hava tveir sjúkra-
røktarfrøðingar og tveir læknar
lisið tekstirnar.
– Hetta hevur verið ein spenn-
andi og lærurík tilgongd, sigur
Turið.
Heilsan til mammuna
Turið hevur ta vón, at bókin
framyvir fer at virka við til, at
tað verður lættari at tosa um tað,
sum er so ringt. Sum til dømis
eina lívshóttandi sjúku.
- Tá eg sigi lættari, meini eg
við, at tú ikki byrgir tey, ið eru
rakt, inni við tøgn. Tað er onki
so ringt sum at ignorera tey,
tøgnin tænir ongum. Hvørki tí
tigandi ella teimum, ið eru sjúk
ella hava mist, sigur Turið Kjøl-
bro, sum sjálv misti mammu sína
fyri knappum tveimum árum
síðani orsakað av krabbameini.
Turið sigur, at tað er ein vissur
ótti, sum býr innan í einum, sum
ger, at ein ikki torir so væl at
tosa við fólk, sum eru rakt av
einari sjúku ella hava mist.
- Men tá mamma mín gjørdist
sjúk av krabbameini, varð eg
noydd onkursvegna at síggja
óttan í eyguni. Harvið fekk eg
eitt amboð, um ein kann kalla
tað so. So skjótt tú megnar at
síggja tvørtur um óttan, torir tú
eisini at vísa teimum sum eru
sjúk ella hava mist, atlit. At tiga
og lata sum einki er so ómenn-
iskjasligt, sigur Turið Kjølbro,
sum er glað fyri, at hon fór undir
arbeiðið við bókini.
– Bókin er persónligir tekstir
frá 20 føroyingum, men fyri mítt
viðkomandi er bókin eisini ein
heilsan til mammu mína, sigur
Turið Kjølbro at enda.
Ein lívsjáttandi bók um krabbamein
Turið Kjølbro hevur ritstjórnað bókini, Okkara millum, sum Føroya Felag móti Krabbameini gevur út í sambandi við, at felagið í ár fyllir 25 ár
Mynd: Jens K. Vang
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum:
– Uha, hvussu skal
je gera tað... Ehh
stædigur, og hvat
meir... málrætt-
aður.. og je haldi,
at je eri nokk so
systematiskur
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast:
– tjahh, je haldi,
at tá je havi gjørt
okkurt einar tvær
ferðir, so sigi je
ofta at, »soleiðis
plagi je altíð at
gera«...
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
– Uha... heildini! Tað
má vera
samanhangur í tí
heila..
Hvussu langa tíð nýtir
tú at gera teg kláran
um morgunin?
– Je brúki 5 minutt-
ir uppá mje sjálvan.
Men je havi eina
dóttur, sum tekur
langa tíð at fáa
klára um morgunin.
So til hana brúki je
kanska ein tíma...
Hvat stressar teg?
– Alt tað sum liggur
eftir, aftaná eina
viku. Alt tað, sum
man ikki fekk gjørt.
Tað er sum regul
ting, sum eru tung
at taka fat í...
Hvat gleðir teg?
– Tað gera dótturin
og familjan, fyrst
og fremst!
Nær feldi tú seinast
eitt tár?
– Tað mundi vera tá
Vágbingur vann á
Jóansøku í ár..
Nær smakkaði tú tær
seinast á, ella vart í
vertskapi?
– Tað var tá je var
og fletti í Sumba
fyri 2. ella 3. vikum
síðani. Tað var
leygarkvøld, og tað
bleiv nakað seint...
Hvat var seinasta ynski,
sum tú varð uppfylt?
– Tað veit je ikki
ordiliga. Kanska at
fáa eitt barn. Ogor
vóru nakað gomul,
áðrenn tað eydnað-
ist hjá okkum.
Hvat er besta
uppfinning? Hví?
– Tað má vera
eletricitetið! Tí tað
heldur alt í gongd í
samfelagnum.
Nær flutti tú heimaní-
frá, saman við hvørj-
u m ?
– Tá je var 17 ár,
flutti eg einsamall-
ur til Danmarkar.
Jeg fór á student.
Hvat hevur tú í
lummunum beint nú?
– Beint nú havi je
bara ein felliknív.
Hvussu eitur danska
flogfelagið, sum til jóla
fer at byrja at flúgva á
Føroyaleiðini?
– Ja, tað eitur okk-
urt við trimum bók-
stavum... SAL ella
VAL... je veit tað
væl, men je havi
sveittað tað út nú..
Nokk so rætt Heri,
felagið eitur DAT...
Títt besta heimaráð?
– Tá je geri sterkan
mat, so plagi je
altíð at koyra chilli
og pipar í oljuna
fyrst, áðrenn kjøtið
kemur í. So fær tað
ein fantastiska
góðan smakk!
Hvør skal næstu ferð
setast í bláa stólin?
– ja, tað havi je
hugsað eitt sindur
um. Tað skal vera
Annika Sølvará, tí
eg haldi, at hon er
ein stór drívkraft
allastaðni, har sum
hon er. Ogor vóru
saman í føroyinga-
felagnum í Århus,
og je haldi, at hon
er ein spennandi
persónur.
Heri Mortensen • 38 • Sjálvstøðugur el-verkfrøðingur
C
M
Y
K
25
24