leygardagur 13. november 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 218 - 13. november 2004
Nr. 218 - 13. november 2004
27
lata sum um, vit eru amerikan-
arar ella syngja gospel, og lata
sum um vit eru nekarar, men tað
verður ongantíð erligt ella ekta,
tí vit eru hvørki. Vit hava okkara
egnu søgu, okkara egnu fortíð,
og hon er orsøkin til, at vit eru,
sum vit eru. Tingini hanga jú
saman, og tí mugu vit viður-
kenna og duga at brúka fortíðina
fyri at skilja okkum sjálvi og
koma víðari, sigur Astri og letur
ongan iva vera um, hvussu stóran
týdning, hon leggur í at hava
fortíðina við sær, bæði í listini
og í mátanum, hon skilur sín
egna leiklut í tilveruni, tí sum
hon sigur, "Ryggur tín følnar, um
tú ikki dansar við ommu tíni.",
sum eisni er heitið á eini ritgerð,
Astri skrivaði, tá hon las
fólkalívsfrøði.
Mentanarligt sjálvpínarí
Sjálv dansar Astri fegin við
ommu síni, og tað vildi hon
ynskt at føroyskir politikarar
eisini gjørdu, serliga tá teir gera
av, hvussu tann mentanarligi
stuðulin skal veitast. Hvussu ber
tað til, at tað mentanarpolitiskt
als ikki verður tikið hædd fyri,
hvussu umráðandi tað er at
varveita føroysku listina í Føroy-
um við at stuðla teimum lista-
fólkum, sum hava valt at arbeiða
og virka her?, spyr hon og heldur
fram
– Alsamt fleiri starvslønir fara
av landinum til føroyingar, sum
arbeiða sum listafólk aðrastaðni.
Lat tað vera sagt beinanvegin, at
eg unni teimum hvørt oyra, men
hví ikki heldur royna at fáa tey
heimaftur - stutt sagt seta ta
treyt við eina mentanarliga
starvsløn, at hon verður verandi í
Føroyum. Við skal so sjálvandi
eisini fylgja ein skylda at geva
teimum góðar umstøður arbeiða
í, tá tey koma, sigur Astri, sum
heldur tað vera hugstoytt at
síggja, eitt listafólk fyri og annað
eftir taka ta avgerð, ikki at koma
heimaftur.
– Vit hava brúk fyri teimum,
bæði fyri at fáa kritikk, sum
kann geva okkum nýggjan
íblástur og fyri teirra list, sum
týdningarmiklan lið í føroyskari
listasøgu. Koma tey ikki heim-
aftur, missa vit eitt heilt ættarlið
av føroyskum listafólkum og
standa eftir við einum gapandi
holi í føroyskari listasøgu. Hetta
er mentanarligt sjálvpínarí av
ringasta slag, og uppaftur verri er
tað, at ongin tykist at hava gjørt
sær stórvegis tankar um avleið-
ingarnar, sigur Astri, sum eisini
hevur illgruna um, at hetta hevur
okkurt við mentanarliga undir-
lutakenslu at gera.
– Vit ganga og øvunda onkrum
’har úti’ fyri at hava meir týðandi
list, enn vit sjálvi, meðan tey har
úti sita og øvunda onkrum
øðrum ella okkum fyri tað sama.
Og soleiðis mala vit øll í ring í
berari ógrundaðari undirluta-
kenslu, meðan listin verður
forsømd, tí øll halda eyga við
onkrum øðrum. Tey har úti hava
langt síðani fortalt okkum, at
føroysk list er minst á hædd við
altjóða list. Spurningurin er bara,
nær vit sjálvi byrja at síggja tað
og fjálga um tað, vit hava, sigur
Astri Luihn.
LISTAPRÁT
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað stóra í tí smáa, fortíðin í
nútíðini. Listarligu hugmyndirnar
hjá Astri Luihn verða nærum
heilt ítøkiligar, nú hon gongur og
ger klárt at lata sína fyrstu
listaframsýning í Klaksvík upp.
Trongu hølini í Leikalund tykjast
eitt sindur forskrekt, tá Astri
kemur dragandi við sínum stóru
myndum, men innkomin taka
aldargomlu handilshúsini úti í
Klaksvík væl ímóti Astri og
myndunum. Sjálv sær hon út til
at kenna seg heilt væl her inni, ja
mest sum heima, og tað hevur
sína orsøk. Við einum nostalg-
iskum smíli minnist Astri, tá hon
og ein vinkona sum 18 ára
gamlar gingu runt og skrásettu
hvørt einasta søguliga hús í
Norðoyggjum fyri Føroya Forn-
minnnissavn. Hon dugir húsini
enn á fingrunum og minnist
hugnaligu prátini við fólkini,
sum búðu í teimum.
– So hetta er næstan sum at
koma heim, sigur Astri, sum ikki
dylur yvir, at hon er sera spent at
vísa Norðoyingum sína list.
Nem við meg
– Nert bara við. Ì míni list er alt
loyvt, sigur Astri og smílist, tá
hon sær, at eg eri farin heilt nær
at stóru myndini "Sjónbrá" og
ivist í, um eg skal tora at strúka
fingrarnar eftir henni. Við fyrsta
eygnabrá sær myndin út sum ein
stórur fuglur á flogi. Litirnir eru
bláligir við eini sólgyltari rípu
niður eftir bakinum á fuglinum,
men "Flogið", sum er yvir
myndini, stavar ikki bara frá
útbreiddu veingjunum. Heldur
eru tað litirnir og ovurfínu
strokini, sum gera myndina so
sveimandi og gjøgnumskygda,
mest at líkna við eina ovurstóra,
titrandi kavaflykru, sum er sett
saman av túsundtals ymiskum
mynstrum, har endaliga skapið
ongantíð er eins. Og har, inn
ímillum mynstrini, aftanfyri
litirnir, var tað, eg fekk eyga á
okkurt, eg hevði hug at nerta við.
Har sita fuglarnir, lomvigarnir,
sum eru vorðnir eitt av mynd-
evnaligu eyðkennunum í listini
hjá Astri. Hesuferð so evarska
smáir, at tú mást heilt nær at
myndini fyri at síggja teir og
eina løtu gloyma, at tú ert farin
inn í ein stóran fugl á flogi.
– Er tað ikki nakað soleiðis,
vit menniskju eru skrúvað
saman?, svarar Astri, tá eg spyrji
hana nærri um myndina. - Vit
hugsa jú allatíðina skiftivís stórar
tankar og smáar tankar, skifta
ímillum tað intelektuella og
kenslurnar. Tá vit ganga á eini
listaframsýning halda vit, tað
sømir seg best at síggja so
intellektuel út sum møguligt, at
vit gloyma, at list mest av øllum
snýr seg um kenslur og sansir,
ikki so?
A ha!, so tað er also meining-
in, tá tað tykist sum, at smáu
fuglarnir biðja teg um at nerta
við seg og brúka tín følisans.
Ikki bara tí, teir eru so smáir,
men eisini tí teir eru gjørdir á ein
hátt, so tú fert at ivast í, um teir
stinga út úr myndini, ella um teir
eru skornir niður í hana.
Dansa tango
Sum tann einasta innan føroyska
myndlist umboðar Astri Luihn
eina serstaka listagrein, sum er
ein samanrenning av graffikki og
málningi. Hon sker skapini niður
í linoleum og málar lag oman á
lag út yvir, so tann skorna
myndin verður sjálvt listaverki,
ella í øðrum førum prentað yvir
á eina nýggja linoliumsplátu.
Háttalagið gevur myndunum
hesa serligu gjøgnumskygdu
dýpdina, sum allatíðina gevur
tær hug at leita longur inn í hana.
Tað sær so leikandi lætt út, nú
myndirnar hanga lidnar á
vegginum, at eg havi ilt við at
síggja Astri fyri mær sitandi við
einum knívi í hondini og skera
og skera í eina seiga linoliums-
plátu. Men soleiðis situr hon, og
tað hevur hon gjørt hvønn dag
seinastu 16 árini.
– Teknikkurin má haldast við
líka – venjast hvønn dag, sum tá
tú spælir á eitt ljóðføri. Hetta
kann vera eitt drúgt handverk,
men tá myndirnar eru lidnar,
skulu tær sleppa at dansa tango,
sigur Astri, sum sjálv er útbúgv-
in klassiskur gittaristur og altíð
hevur tónleikin við í sínum
myndum, bæði figurativt og fyri
at geva teima tað serstaka lætta
og sveimandi huglagið. Kendu
svart/hvítu myndirnar hjá Astri
"Fuglabjørg" og "Fuglarók" eru
eisini við á hesi framsýningini.
Her sita fulgarnir á rókini, sum
nótar á einum nótablað, ið hevja
seg og dala, steðga á og hevja
seg aftur í eini støðugari, glíð-
andi rørslu. Visuella inntrykkið
er einfalt, klárt, minimalistiskt,
men um tú vilt, kanst tú eisini
lesa ein, um ikki didaktiskan, so
í øllum førum rættiliga rámandi
boðskap í hesum myndunum.
Hetta eru nevniliga lomvigar,
hesin góðsligi og umhugsni
fuglur, sum ikki klandrast á
rókini, men heldur finnur sær
eitt annað pláss at verpa, um
neyðugt. Men eisini ein við-
brekin fuglur, sum bara verpur
aftur, um tú veist júst nær, tú
kanst taka eggini. Astri dylur
ikki yvir, at hon tilvitað leggur
ein slikan boðskap um um-
hvørvisvernd inn í myndina, men
tað skal helst ikki verða tað
einasta, áskoðarin finnur í henni.
– Øll skulu kenna seg væl-
komnan í mínum myndum, antin
tey eru komin at njóta litirnir og
tað visuella, ella tí tey fegin vilja
hava ein boðskap við sær heim.
Og eisni tey, ið hava hug at nerta
við myndirnar, sigur Astri eitt
sindur argandi.
List og sjálvsálit
Prátið hevur snarað sær inn á
list, og hvat vit kunnu brúka
hana til, og her er Astri rættiliga
avgjørd í sínum hugsanum.
– List skal geva sjálvsálit. Tá
tú fert á eina listaframsýning,
skalt tú kenna tað, sum at tú
hevur fingið eina serliga inn-
bjóðing frá listafólkinum til at
vera við í eini serstakari uppliv-
ing - eina innbjóðing til at koma
og spæla við og spæla víðari
saman við listaverkinum, sigur
hon.
Í so máta kann eitt listafólk
ikki ynskja sær eitt betri stað at
sýna fram, enn í Føroyum,
heldur Astri. Áhugin fyri, í øllum
førum myndlist er ovurhonds
stórur millum fólk, og sum heild
eru tey ikki bangin fyri at siga
sína hugsan, hóast tað hevði
verið ynskiligt, at hesar komu
oftari fram alment.
Tá tað ræður um tey ungu
listafólkini, fegnast Astri um, at
hesi uttan himpr leita aftur í
fortíðina at finna bæði myndevni
og kanska serliga tónleikaligan
íblástur. Og í listini hjá Astri er
tað vorðið mest sum eitt sjálv-
sagt eyðkenni at lata fortíðina
renna saman við nútíðina við
íblástri frá eitt nú føroysku
kvæðunum.
– Vit kunnu seta okkum á
Burger King og eta burgarar og
Astri Luihn í Leikalund:
Astri dansar við ommu síni
Astri Luihn er aftur á listarliga breddanum,
hesuferð við eini framsýning í Leikalund í
Klaksvík. Vit hava hitt Astri og fingið eitt
prát um list og lomvigar, um myndir, sum
dansa tango og politikk, sum elvir til
mentanarligt sjálvpínarí
- List skal geva sjálvsálit. Tá tú fert á eina listaframsýning, skalt tú kenna tað, sum at tú hevur fingið eina serliga innbjóðing til at vera við í eini heilt serstakari uppliving, sigur Astri Luihn, listakvinna.
C
M
Y
K
27
26