Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 218 - 13. november 2004 Nr. 218 - 13. november 2004 29 HUGLEIÐINGAR Ása undir Kletti auk@post.olivant.fo Eg eri farin at ganga við stavum. Tað ljóðar kanska eitt sindur løgið, at ein sprellfrísk kona gongur við stavum, men sjálv- andi er ein frágreiðing. Tað er einki dulsmál, at mær dámar stak væl at ganga - eg gangi býin oman og niðan og so tvørturum, tí eg ikki kann lata vera. Gangi umveg til arbeiðis og umveg heim aftur seinnapartin, sum eg havi nevnt fyrr. Men tað er nakað sum við svimjingini - tá tú hevur svomið bringusvimjing í áravís, sum tilsamans í minsta lagi eru túsundtals kilometrar, stendur hugurin kanska til onkra meira spennandi rørslu "udi bølgen den blå". So var bert eitt at gera, og tað var at læra meg at svimja krovl. So tað geri eg nú. Eg krovli (soleiðis sigur orða- bókin), so froyurin stendur í allar ættir.Veit ikki, um eg dugi so væl, men stuttligt er tað. Eri so ógvuslig til tíðir, at onkur fryntligur, eldri svimjari, sum liggur so fittur og damlar undir liðini á mær, hevur spurt, um eg venji til Olympisku leikirnar! Tað má so vera Olympisku leikirnir fyri ommur og aðrar góðar konur, hann meinar við. Stuttligt er kortini at fáa so góð skoðsmál, sjálvt um tað bara er í spølni. Kanska hevði tað verið eitt hugskot at gjørt okkum ommum einar skraddaraseym- aðar, ommuligar, olympiskar leikir. Eitt er vist. Tað hevði ikki verið keðiligt. Nú kom eg heilt burtur frá stavunum og samanberingini við svimjingina. Tað eg meini, er, at eftir at hava gingið býin og ring- vegirnar á tamb óteljandi ferðir, má okkurt annað, nýskapandi henda, og her koma stavarnir upp í leikin. Las herfyri at Parkinson Felag- ið hevði útvegað sær stavar, tí stavarnir eru framúr gonguam- boð til Parkinson sjúklingar m.a., og at kona var komin úr Dan- mark at vísa teimum, hvussu teir skuldu brúkast. Onkursvegna hefti eg meg við hesar vælsign- aðu stavar og avráddi innantanna at kanna hetta. Ikki tí, at eg havi Parkinsons sjúkuna, men hugs- aði, at er tað gott fyri tey, er tað eisini gott fyri meg. Var í juli og vitjaði systir mína í Fredensborg (fínt skal tað vera - Mary og Fríðrikk sum næstu grannar, næstan) her- fyri og hvat hekk á køli- skápinum? Stavaskriv! Hon ætlaði sær eisini at ganga við stav- um. Nú var leyst og liðugt og heimafturkomin frætti eg, at stavar fingust hjá Jógvani Weihe. Spontan sum er eri fór eg sjálvandi beina kós og keypti mær einar. Fekk síðani Tórhild, hatta skinnið at læra meg at brúka teir rætt úti í Havnar- dali eitt kvøldið (eitt sindur diskrét má man vera í fyrstani), og síðani havi eg furað eftir vegnum við stavunum. Ikki er hetta nakað nýtt fyribrigdi - amerikukonur og onkrir hissini menn hinumegin Atlantshavið hava gingið við stavum í 20 ár (tað sæst ikki á so nógvum av teimum enn, men kanska tað kemur), finn- lendingar, norðmenn- og konur umframt sviar hava, síðani 1997, gingið fyri lívinum við stavum. So er dillan komin til Danmarkar og endiliga hendavegin. Hvat er tað, sum er so genialt við stavunum kanst tú spyrja? 1. Kundi tú hugsað tær at sloppið av við "Grevinde- vedhænget" ella dilledeiið undir yvirørmunum? Hevur tú staðið og vinkað á bryggj- uni til onkran av tínum kæru og við sorg varnast at "ommupettið" dillar so lysti- liga góða løtu eftir, at tú ert givin at vinka? So er hetta nakað fyri teg. 2. Kundi tú hugsað tær at fingið dintilin upp frá gólvniveau? So er einki at ivast í hjá tær. Kom í sving í stundini. Nógvar aðrar orsøkir eru eisini: Fyrst og fremst fært tú fríska luft, tú tapir teg, tú sleppir av við vøddagikt (myosur!) og annað illgrunakent, tú fært betri krops- burð o.s.fr., OG TAÐ ER SO STUTTLIGT EISINI! Sjálvandi síggi eg býttislig út, tá eg gangi gjøgnum býin við stavunum. Bilførararnir eru um at renna á og koyra útav, tí teir halda sum natúrligt er, at eg havi gloymt skíirnar. Ikki leggi eg petti í tað. Lat teir bara flenna og halda, at eg eri blivin púra í ørviti. Teir vita sum er, at konan, sum gongur í endurskinsvesti og skínur sum eitt amerikanskt jóla- træ um veturin og við skístavum í Havn um summarið, er nokkso bragdlig til tíðir. Kanska var eg í so nasadjørv, tá eg gekk niðan móti SMS og yvirum rundkoyringina við hesum vælsignaðu stavum, men hinvegin, so skal einaferð vera fyrstu ferð og so er líkasum sloppið. Havi eisini hoyrt onkran sagt frá, hvussu nøkur børn fyri nógvum árum síðani (tað vil eg hopa ) undrandi, peikandi og rópandi eltu ein mann, sum var í, nú stendur verðin ikki longur....... SANDALUM. Tey høvdu ongantíð sæð einar sandalir við einum manni í fyrr. Kanska vóru hesar sandalurnar av sell sama slag sum tær, sjónleikarin Danny Kaye, sáli, plagdi at ganga í. Tá hevði eg eisini stúrsað við og næstan blivið bangin, tí tær vóru nakað fyri seg sjálvar. Sóu út sum um onkur kundi búð í teimum, so stórar vóru tær. Mundi jassurin ikki sjálvur hava sniðgivið hetta løgna skógva- skapilsið? Tað vil onkur vera við. Óivað er tað so, tí eingin skógva- framleiðari í Hollywood ella New York hevði torað at teknað ein sovorðnan snedigan skógv, tíðansheldur framleitt og selt so mikið sum eitt einasta par. Minnist meg hava hoyrt, at hesin sami Danny boy í 1952 Danny Kaye, H.C. Andersen og eg … við stavum tá tíðindini um flogvanlukkuna í Mykinesi bórust? Bergljót D. Hentze, sjónvarpskvinna: – Eg havi nokk verið 17 ára gomul tá, so eg gekk í 1. g. Vit sótu heima hjá okkum og ótu døgurða, tá vit hoyrdu tíðindini um vanlukkuna í útvarpinum. Vit vóru øll ræðuliga skelkað av hesum. Foreldur míni áttu vinfólk, sum vóru við flogfar- inum, so tú kanst ætla, at tað ávirkaði okkum nógv. Eg minnist eisini, at veðrið var ringt tann dagin. Nógvur vindur og regn. Restin av degnum fór so við at lurta eftir útvarpinum fyri at frætta meira, um hvat var hent og so framvegis. Hetta fylti nógv í okkara lívi í langa tíð aftaná. Vit vóru eisini til jarðarferðina, og vit tosaðu nógv um tað í eftirtíðini. Men so við og við bleiv tað lagt afturum, tó at man av og á hevur hugsað um tað. Bókin hjá Grækarisi D. Magnussen um vanlukkuna, bjargingararbeiðið og Landssjúkrahúsið vakti eisini nøkur minni fram aftur. Tað var ein skelkandi hending fyri allar føroyingar. Jóannes Eidesgaard, løgmaður: – Eg minnist væl, hvar eg var, tá tíðindini um vanlukkuna bórust. Vit vóru komin til Havnar. Skuldu spæla dyst við TB. Und- an dystinum fóru vit í gomlu Perluna at fáa okkum ein bita. Meðan vit sótu har, hoyrdu vit tíðindini um vanlukkuna í útvarpinum. Eg havi verið 19 ára gamal tá. Reaktiónin var ógvuslig, vil eg siga. Tí brádliga var nakað, sum ein bert hevði lisið um, so nær við hjá okkum. Smyril, sum vit sigldu norður við, fór av Havnini vestur til Mykines til hjálpar. Har lá hann sum stand-by. Hon, sum seinni bleiv kona mín, arbeiddi sum kahútsgenta umborð. Føroya løg- maður tá, Atli Dam, fór vestur við Smyrli til vanlukkustaðið. Hetta fylti øgiliga nógv hasa tíðina, men eg haldi ikki, at tað hevði so stóran týdning fyri, hvussu fólk frameftir valdu at ferðast. Tað var jú ikki so vanligt at flúgva tá í Føroyum, man nýtti mest sjósambandið millum Føroyar og Danmark. Men so hinvegin fylti tað øgiliga nógv, tí man frætti jú, hvør doyði, og øll kendu onkran í hesum lítla samfelagnum. - sae - eisini var í hesum vælsignaðu sandalum, tá hann vitjaði Odense í samband við eina filmsætlan um stóra skaldið H.C. Andersen. Áðrenn nakar visti av, legði hann seg so barlangur í songina hjá sjálvum skaldinum við sandal- unum beint upp í loft! Tað var ikki so heppið. Ikki tað, at hann var í sandalum, men at hann legði seg í songina hjá megnar- skaldinum mikla. Tá var alt Danmark sum tað tað var á gosi. Á denn gøla, denn gøla. Hetta var næstan at meta sum ringasta halgibrot.Á, ja. Tað er so ymiskt, hvussu vit verða tikin á bóli ella lata okkum øsa. Kann ikki ímynda mær, at nakar her um leiðir ella í Svínoy blunkaði so mikið sum einaferð eyka, tá "The Sandalman - Scandalman" søgan frættist hjá okkum. Vit eru so deiliga seiglig, og tað skal meira til at imponera okkum enn ein amerikanskur sjónleikari í einari danskari song í sandalum ella ongum sandalum. Tíbetur. Tíbetur, ella kanska tíverri, var eingin, sum rann og rópti aftaná mær og mínum stavum henda góðveðursdag. Nú tosa ella SMS’a flestu børnini í fartelefon tíðliga og síðla, tey hava ikki so mikið sum stundir at hyggja upp úr fartelefonini. Eingin er at rópa og undrast, og vit fáa frið at ganga sum vit vilja - við stavum ella ongum stavum, og kanska verða nøkur børn eina spontana, stimbrandi øðrvísi, stuttliga uppliving fátækari. Spell. Minnast tit, tá fyrstu "joggararnir" vóru at sjá í Havnargøtum? Vit hildu teir vera frá sær sjálvum, tí vit ikki visti betur. Nú undrast tú, sært tú ikki ein rennara ella fleiri, ert tú úti. Teir eru blivnir eitt slag av "allierað- um", sum saknur er í, hittir tú ongan. Nú gangi eg mest uttan fyri Havnina - vil ikki hava sitandi á mær, at onkur bilførari kemur illa fyri av mær og mínum stavum. Og vita tit hvat? Fyrst var eina kona, sum gekk við stavum, so vóru tvær, so trí- faldaðust vit, og nú eru vit 10 konur, sum gira avstað. (Okey, kanska geri eitt sindur av - men 7 eru vit). Havi frætt frá álítandi keldu, at í Klaksvík er kona, sum av sínum eintingum tuskar alla Klaksvíkina á tamb við stavum. Er hon nevnd, er hon kend. Minnist at Hinvegin teigurin í Dimmu herfyri skrivaði at "Konur ganga". Tað gera vit - og nú kunnu teir skriva, at "Konur ganga - við stavum". C M Y K 29 28