Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 218 - 13. november 2004 Nr. 218 - 13. november 2004 31 modernitet, millum trúgv og reindyrkaða fornuft, millum konservativa absolutismu mót- vegis liberalari relativismu. Intellektuellu, radikalu og liberalu atfinnararnir - primert úr Europa - hava verið náðileysir, intolerantir og haturfullir handan demokratiska og humanistiska gekkaskortin, men teir mugu helst spyrja seg sjálvar, um Bush í veruleikanum ikki er ein snild- ur taktikkari? Um hann ikki er undirmettur? Tí sæð í eftir- rationaliserandi bakspeglinum er republikanska sigurskampagnan møguliga ein meiri strategisk, taktisk og tilvitað ætlan, enn vit onnur hava givið okkum far um. Bush tykist í øllum førum vita, hvørji tungu hann skal tosa við, og hvør hansara málbólkur er. Kontanti krígsforsetin Ein onnur orsøk til sannførandi republikanska sigurin er kontanta og harða linjan hjá Bush forseta. Í sínum stríði móti yvirgangi hevur hann kalt og kyniskt skilt ímillum vinir og fíggindar, millum lombini og bukkarnar: "Antin eru tit við okkum, ella eru tit ímóti okkum". Hansara politikkur hevur verið eyðkendur av eini greiðari linju, og uttan- ríkispolitisku lyklameginregl- urnar um kompromis og kon- sensus hava einki pláss havt í framferðarháttinum hjá Bush og heykunum kring hann. Júst hesin politikkur hevur polariserað bæði USA og heimin, og hetta er ein orsøk til, at Bush er ein hataður og elskaður amerikanskur forseti. Valið 2. november snúði seg við øðrum orðum ikki um Bush ella Kerry, men heldur um Bush ella ikki Bush. Valið var ein fólka- atkvøða um persónin George W. Bush. Støðufasti maðurin hevur tó hildið fast um sítt, kanska tí hann eingi onnur kort hevur havt, og er hann fyrsti vestur- lendski statsleiðarin í modern- aðari tíð, sum ikki hevur vunnið miðjuna. Men tað hevur heldur ongantíð verið ætlanin. Hann hevur ført tann mest konserva- tiva og høgravíðgongda poli- tikkin, heimurin leingi hevur verið vitni til, og hann hevur vunnið. Hann hevur skilt ímillum rætt og skeivt og gott og ónt, og lyklasetningur hansara ígjøgnum valdystin hevur eftir øllum at døma forført amerikanska fólkið: "Tit kunnu vera samd ella ósamd, men tit vita, hvar tit hava meg". Við øðrum orðum hava veljararnir kasta sítt álit á sterka forsetan, hóast grundleggjandi mótsetningar og ósvaraðir spurningar hava gjøgnumsúrgað fyrstu fýra árini undir Bush. Í valdystinum hevur hann aftur og aftur vent sær til sín trúfasta, konservativa høgravíðgongda veljaraskara, og í teimum trim- um sjónvarpshólmgongunum og øllum valstríðnum móti John Kerry var talan um ein tilvitaðan, samanhangandi reyðan tráð: flaggið, móðurlandið, familjan og kristni grundvøllurin. Samstundis hevur Bush-stjórn- in til fulnar gagnnýtt yvirgangs- álopini 11. september og kríggið móti yvirgangi. Áhaldandi krígs- retorikkurin úr Hvítu Húsunum hevur givið amerikumonnum eina fatan av, at tjóðin er í kríggi, og hetta hevur víst seg at vera eitt effektivt vápn. Bush er ein krígsforseti, og amerikumenn vilja hava ein krígsforseta, um tjóðin er í vanda. Demokratar uttan samleika Ein triðja orsøk til sigurin 2. november er, at amerikanskur politikkur sambært serfrøðingum hevur verið fyri eini líðandi kollvelting. Republikanski flokkurin hevur fyrr verið flokk- urin fyri elituna, yvirstættina og "Big Business", meðan demo- kratiski flokkurin hevur um- boðað arbeiðarastættina (undir- og miðalklassan), verið fólksins rødd og vernd teirra veiku. Men henda siðvenjan er enda- vend, og uttan at hava skilt hetta paradigmuskiftið er valið 2. november og amerikanskur politikkur torførur at skilja. Veljarakanningar og hagtøl vísa nevniliga á, at demokratiski flokkurin í dag er vorðin flokkurin fyri universitetsútbúnar borgarar, fyri tey upplýstu, fyri Hollywood-stjørnurnar, fyri rock-stjørnurnar, fyri moderatu ríkmannastættina, fyri mentanarelituna, og fleiri av landsins mest internationaliser- aðu og modernaðu býum eru demokratiskar háborgir. Við øðrum orðum er demokratiski flokkurin nýggi elituflokkurin í USA, og hetta er í stríð við allar traditiónir. Hetta rák er avspeglað í demokratiska forsetaparinum. John Kerry er ein ríkur yvir- klassaborgari og giftur inn í multimillióninga Heinz- familjuna (familjan handan Heinz Ketchup), og tí er maðurin møguliga ov lítið attraktivur fyri traditionellu arbeiðarafjøldina, meðan John Edwards, varafor- setakandidaturin, eisini hoyrir til ríkmannastættina sum succes- ríkur sakførari. Tí bendir alt á, at demokratar- nir hava mist sambandið við sínar veljarar, og um fýra ár skulu teir tí við nýggjum leiðara finna og læra at selja ein nýggjan politikk til nýggjar veljarar. Hinvegin hevur republikanski flokkurin við Bush á odda av álvara vunnið hjørtuni á miðal- og undirstættini, tað vil siga bóndanum í Iowa, stálarbeið- aranum í Ohio og kolanáms- arbeiðaranum í West Virginia. Tryggleiki og moralskir spurningar hava fingið størri týdning fyri amerikansku undirstættina enn skattalætti fyri tey ríku, vaksandi arbeiðsloysi og lægri lønir. Republikanski flokkurin hevur vunnið hjørtuni á fleiri, sum sambært øllum politiskum teorium eiga at vera siðbundnir demokratiskir veljararar (miðal- og undir- stættin), hóast floksins leiðarar framvegis hoyra til absoluttu ríkmannastættina. Við hesi kollvelting eru siðvandu leik- lutirnir hjá flokkunum horvnir. Tí noyðist demokratiski flokkurin nú at leita eftir einum nýggjum samleika, sum kann tryggja teimum sigurin um fýra ár. Jeb spøkir Um fýra ár skal nýggjur forseti finnast í USA. Hjá demokratun- um er fyrrverandi forsetafrúan Hillary Clinton heita forseta- valevnið saman við demokratiska varaforsetakandidatinum John Edwards, men tey hava knapp- liga fingið kapping frá nýklakta senatorinum úr Illinois, demo- kratiska stjørnuskotinum Barack Obama. Foreldur hansara eru tilflytarar úr Kenya, og Obama er tí súmbolið uppá fátæka tilflyt- arabarnið, sum gjøgnum hart arbeiði hevur nátt tindunum. Republikanarar skulu finna ein avloysara fyri George W. Bush. Nógv bendir á, at væleydnaða republikanska konseptið heldur fram, og gitingar eru longu farnar í gongd um, hvør republikanski kandidaturin verður. Hetta hevur fingið hugsanirnar hjá fleiri at leita til Florida, tí har situr ein ambi- tiøsur republikanskur guvernørur og forsetalítlibróður við navninum Jeb Bush... EFTIRMETING Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com "Tað er ikki bert ein sigur. Tað er eisini søgan um ein mann, sum hevur vunnið á einum náðileys- um og spottandi heimi, og sum nú fer í holt við uppgávuna at vinna á søguni." Soleiðis skrivar danski analyti- karin á Berlingske Tidende, Poul Høi. Danskir og aðrir útlendskir fjølmiðlar hava síðani 2. no- vember kappast um at lýsa søgu- liga valið, og her er ein saman- dráttur. Met Hann kennir ikki nøvnini á stór- um statsleiðarum, hann hevur trupulleikar at finna tey røttu orðini, hann ger seg áhaldandi fyri skommum við sínum sjón- liga vantandi argumentatións- evnum, og hansara eyðkendi cowboystílur hevur gjørt hann til hatiobjekt nummar 1 fyri tey, sum ikki eru í hansara parti. Men eftir valið er hann fram- vegis heimsins valdsmiklasti maður, sum við sínum 59,1 milliónum atkvøðum hevur fingið fleiri atkvøður, enn nakar annar amerikanskur forseti áður. Hann hevur fingið flestar amerikanarar nakrantíð inn í valhølini síðani í 60´ini, tá Kennedy, Johnson og Nixon vórðu valdir til forsetar. Bush kveistraði demokratiska kapp- ingarneytan av vegnum við umleið 3,5 milliónum atkvøðum fleiri. Ikki tí, at munurin ikki hevur verið størri áður, men valið gjørdist ongantíð so javnt, sum spátt varð um framman- undan. Mótvegis ivasama valin- um í 2000 hevur Bush hesaferð demokratiska legitimitetin og fólksliga mandatið. Krúnan á verkinum er, at republikanski flokkurin eftir valið er í meiriluta í bæði senatinum og umboðsmanna- tinginum (House of Representa- tives). Demokratarnir eru dømdir til at standa á síðulinjuni næstu fýra árini, og við demokratiskum brillum er USA á veg inn í eina myrka miðøld fyrst og fremst orsakað av George W. Bush. Ein episk søga, og konservativa USA marsjerar. Og meðan 60 milliónir amerikumenn tryggjaðu Bush sannførandi sigurin 2. november, undrast restin av heiminum. Tað er einki meiri at flenna at, og atfinnarar kring heimin eru noyddir at endurskoða alla gongdina og møguliga rannsaka seg sjálvar. John Kerry, Al Gore, Bill Clinton, Bruce Springsteen og Michael Moore vórðu ikki mentir at fella láturliga forsetan. Hvat hevur maðurin fingið fatur á? Hava vit undirmett hann? Er ein boðskapur handan komiska Texas-stílin? Er ameri- kanska valið ein ábending um okkara samtíð? Um veruleikan hjá meirilutanum av amerikansku veljarunum? Eitt er í øllum førum sligið fast. George W. Bush og hansara politikkur skal ikki ignorerast. Umvending George W. Bush er framvegis ímyndin av forkelaða forseta- soninum. Hann er uppvaksin í Texas og hevur handilsútbúgving frá virdu universitetunum Har- ward og Yale. Hann slapp sær sum ungur undan hernaðarskyldu í Vietnam krígnum (ein áhald- andi vandi fyri hansara patriot- iska image), hann hevur koyrt tríggjar stórar oljufyritøkur í Texas á heysin, uttan at tað hevur fingið stórvegis persónligar avleiðingar, og hansara hugur til fløskuna hevur ferð eftir ferð sett hjúnabandið í vanda. Men sambært høvuðspersón- inum sjálvum fór fyri 18 árum síðani ein avgerandi broyting fram. Cowboyarin úr Texas, sum hann mangan verður kallaður, greiðir frá, at hann frá degi til dags setti fløskuna á hillina sum beinleiðis avleiðing av eini andaligari veking. Hann gjørdist metodistur og kallar seg sjálvan ein "born again Christian". Hetta varð byrjanin til eina ferð móti tindinum. Ein klassisk søga um at finna seg sjálvan og seta sær mál. Fyri amerikumenn er Bush vorðin ímyndin av einum menniskja, sum vinnur á sínum veikleikum og gerst ein sigursharri. 18 ár seinni er "skandalubarnið úr Texas" tvær ferðir valdur guvernørur í Texas og tvær ferðir amerikanskur forseti. Jihad Stóri spurningurin er so, hvat amerikanski forsetin umboðar og hevur fingið fatur á, sum ger hann so umstríddan, og hví Bush á mangan hátt skilir seg frá undanfarnum statsleiðarum. Eitt svar er vaksandi átrúnaðar- ligi leikluturin í amerikanskum politikki. Eingin forseti hevur áður marknaðarført ein politikk, sum er so ávirkaður av átrúnað- arligum dimensiónum. George W. Bush hevur lanserað eina meiri ella minni nýggja blanding av átrúnaði og politikki (new politics), har tað fyrra skapar tað seinna, og meirilutin av ameriku- monnum hevur tikið ímóti hesi nýggju kombinatión við opnum ørmum. Aðrir amerikanskir forsetar hava verið religiøsir, men Bush tykist hava skapt nakað nýtt. Forsetin hevur integrerað trúgv inn í amerikanskan politikk, hann hevur flutt tyngdarpunkt tjóðarinnar, og hann hevur lutvíst skapt ein nýggjan og er lutvíst skaptur av einum nýggjum tíðaranda, har trúgv og etikkur seta dagsskránna fram um "reindyrkaðan politikk". Hann hevur lagt politiskt hald á famøsa bíbliubeltið, og hann hevur fangað "the moral majority". Júst henda gongd í amerikonskum politikki voldi gávaða John Kerry ovurstórar trupulleikar, og so hjálpti tað lítið, at hann royndi seg við, at hann einaferð var katólskur messudrongur. Bush hevur fangað ein djúpan og grundleggjandi samfelags- ligan streym, hann hevur mobiliserað evangeliskt-kon- servativa veljaraskarðan, hann hevur vunnið mentanarkríggið, stríðið um amerikonsk virði, og hann hevur á ein hátt funnið vegin til amerikonsku sálina. USA hevur tikið enn eitt fet til høgru. Undanfarni valdysturin í USA hevur við øðrum orðum snúð seg um meiri og annað enn klassiska høgra-vinstra hugsjónarliga konfliktásan, og veljarakanning- arnar eftir valið avdúka eisini, at valdysturin ikki primert hevur snúð seg um ein búskap í kreppu, eitt vaksandi arbeiðs- loysi, eina ófullfíggjaða Irak- verkætlan, kríggið móti yvir- gangi o.s.fr. Bardagin hevur eisini - kanska í størri mun - snúð seg um tey átrúnaðarligu virðini. Talan hevur verið um ein samanstoyt millum traditión og Láturligi forsetin gjørdi heimin til skammar Hann er dragsaður gjøgnum díkið. Hann hevur verið offurlambið í heimsins størstu, mest eirindaleysu og mest náðileysu hetz. Og hann hevur vunnið. Fyri ella ímóti, George Walker Bush er ein politisk succes. Hava vit undirmett komiska Texas-forsetan? Sigur amerikanska valið nakað um okkara samtíð? Um veruleikan í heimsins valdsmiklastu tjóð? John Kerry, Al Gore, Bill Clinton, Bruce Springsteen og Michael Moore vórðu ikki mentir at fella láturliga forsetan Forsetin hevur integrerað trúgv inn í amerikanskan politikk, hann hevur flutt tyngdarpunkt tjóðarinnar, og hann hevur lutvíst skapt ein nýggjan og er lutvíst skaptur av einum nýggjum tíðaranda Bush hevur fangað ein djúpan og grundleggjandi samfelagsligan streym, hann hevur mobiliserað evangeliskt- konservativa veljaraskarðan, hann hevur vunnið mentanarkríggið, stríðið um amerikonsk virði, og hann hevur á ein hátt funnið vegin til amerikonsku sálina Í valstríðnum móti John Kerry var talan um ein tilvitaðan, samanhangandi reyðan tráð: flaggið, móðurlandið, familjan og kristni grundvøllurin Bush er ein krígsforseti, og amerikumenn vilja hava ein krígsforseta, um tjóðin er í vanda Kjarnuveljarar hjá demokratiska flokkinum kenna seg fremmandagjørdar av stórbýarintellektuellu Cappuccino- demokratunum, og tað hevur Bush gagnnýtt til fulnar Hvat hevur maðurin fingið fatur á? Hava vit undirmett hann? Er ein boðskapur møguliga at finna handan komiska Texas-stílin? Er amerikanska valið møguliga ein ábending um okkara samtíð? Um veruleikan hjá meirilutanum av amerikanskum veljarum? Eitt er í øllum førum sligið fast. George W. Bush og hansara politikkur skal ikki ignorerast Veljarakanningar geva ábending um, at eitt paradigmuskiftið er farið fram í amerikonskum politikki, tí demokratiski flokkurin hevur yvirtikið leiklutin sum elituflokkur, meðan republikanarar í størri mun fáa atkvøður frá miðal- og undirstættini. Demokratiski taparin 2. november, John Kerry, skal tí saman við flokki sínum finna ein nýggjan leiðara við nýggjum samleika til valið um fýra ár Keldur: 1. Præsident Bush er landet, Poul Høi, Berlingske Tidende, 4. nov. 2004 2. Bush har fundet den hellige gral, Poul Høi, Berlingske Tidende, 4. nov. 2004 3. Prædikant på sejrskurs, Jonathan Freedland (umsett), Politiken, 30.okt. 2004 4. Demokraterne på jagt efter nye vælgere og ny politik, Michael Seidelin, Politiken, 4. nov. 2004 5. En urokkelig præsident, Minna Skau, Politiken, 4. nov. 2004 6. Bush vandt værdikampen, Anne Westh, Kristeligt Dagblad, 4. nov. 2004 7. Den totale sejr, Tom Buk-Swienty, Weekendavisen, 5.-11 nov. 2004 8. Demokrater på ørkenvandring, Martin Burcharth, Information, 4. nov. 2004 9. 58 millioner valgte moral og lederskab, Martin Burcharth, Information, 4. nov. 2004 10. How Conservatives Won the Heart of America, Thomas Frank, 2004 C M Y K 31 30