leygardagur 13. november 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 218 - 13. november 2004
Nr. 218 - 13. november 2004
33
ARAFAT
Orð og myndir: Per Højgaard
"What is your mission?!!! Am I
to be ignored?!!!"
Geylini frá tí nú deyða og
jarðaða palestinska forsetanum,
Yasser Arafat, hoyrast og
upplivast umaftur, tá tankarnir
leita aftur til ein minnisverdan
tíðindafund í danska høvuðs-
staðnum fyri trimum árum
síðani. Forsetin og fyrrverandi
guerillahermaðurin bart út sagt
spruttaði av øði, og í minninum
hanga hvøllu róp hansara fram-
vegis í teirri langu gongini við
teimum reyðu teppunum.
Júst hetta harðmælta slagið av
politiskari argumentatión vóru
vit í fjølmiðlaliðinum á
Christiansborg als ikki von við.
Tann vesturlendski hátturin at
samskifta politiskt er ein annar
og meira friðaligur enn tann í
Miðeystri, og tá sjónvarpslamp-
urnar vóru slóknaðar, nevndi ein
ísraelskur starvsfelagi, at hetta
var ikki óvanligt.
Hóast orðini komu frá einum,
ið neyvan mundi virða pale-
stinska leiðaran stórvegis, hildu
vit okkum skilja, at maðurin við
høvuðturriklæðinum mundi hava
stutt fjús. At hin gráskeggjuti við
arabaranøsini hevði harða og
borandi rødd, vistu øll tey hjá-
støddu av.
Forkunnugar vitjanir
Upplivingin við Arafat fór fram í
2001. Hetta var í absolut seinasta
enda av forsætisráðharratíðini
hjá Poul Nyrup Rasmussen, og
um hetta mundið taldist Nyrup
millum teir europeisku stats-
leiðararnar, ið høvdu sitið rætti-
liga leingi við valdið.
Danski forsætisráðharrin var
vorðin eitt slag av nestori í ES-
leiðarasamanheingi, og europe-
iskir topp-politikarar komu
kropp á kroppi til Kongens
København at hitta Mister
Rasmussen. Samstundis, sum
hann var hitt savnandi punktið
fyri føroyskari antipati mótvegis
dønum og neyvan hevði vunnið
serliga nógv stig í føroyskum
popularitets-kappingum, hevði
Poul Nyrup Rasmussen gott
innlit, drúgvar politiskar royndir
og helst eisini stóra ávirkan á
starvsfelagar sínar í Europa. Og
so hevði hann tann europeiska
fyrimunin, at hann talaði bæði
enskt, franskt og týskt mál
flótandi.
Leiðarar í teirri stórpoltisku
superliguni - teirra millum
Gerhard Schrøder og Tony Blair
- høvdu vit tíðindamenn høvi at
síggja, seta spurningar og á tann
hátt uppliva. Og so tær heilt
stóru persónligheitirnar, ið at
kalla eru vorðnar mytur, áðrenn
tær eru farnar av foldum: Nelson
Mandela og Dalai Lama.
Serliga Mandela gjørdi inn-
trykk og framkallaði treytaleysa
virðing. Hann tóktist mær ófati-
liga positivur og lívsglaður -
hóast hvítu valdsharrarnir høvdu
havt hann innilæstan í ein
mansaldur ella tveir á suður-
afrikonsku djevlaoynni, Robben
Island.
Heilt undarliga positivur var
eisini andaligi leiðari Tibets, og
tað er fullkomiliga óskiljandi, tá
hugsa verður um ræðuleikarnar,
stýrið í Bejing fremur móti
fólkinum í fjallalandinum uppi
móti heimsins tekju.
Trygdarmenn, ráðgevarar -
og Arafat
Palestinski leiðarin var við
øðrum orðum við í gyltu røðini
av politikarum, sum trein inn á
bonaðu gólvini í danska for-
sætismálaráðnum til eitt politiskt
prát, og sum eisini fegin svaraðu
spurningum frá teimum forvitnu
og spurnu.
Speglsalurin á Christiansborg
er rúmliga reyða stovan, har
forsætisráðharrin og gestir
hansara halda tíðindafundir.
Føroyingar kenna hetta rúmið
sum staðið, har táverandi løg-
maður, Anfinn Kallsberg, og
Poul Nyrup Rasmussen hildu
sínar - meira ella minni pínligu -
tíðindafundir eftir tey ymsu
Yasser Arafat hevði stutt fjús. Tað upplivdu vit, ið sum journalistar vóru á
fundi hjá Arafat í Keypmannahavn fyri trimum árum síðani. Palestinski
forsetin hevði ein munnligan samanbrest við ein ísraelskan tíðindamann, ið
setti spískar spurningar
Geyl av Vestara Áarbakka
Yasser Arafat reistist brádliga úr stólinum og hvesti eftir spyrjaranum: "Skal eg tigast burtur?!!!" Ein týðandi spurningur í palestinska stríðinum
Per Højgaard er 34 ára gamal
og útbúgvin journalistur. Hann
hevur m.a. arbeitt á Christians-
borg. Í dag starvast sum
samskiftisráðgevi.
samráðingarumførini um full-
veldi til Føroya í 2000. Hendan
5. mars í 2001 var Speglsalurin
kortini ikki akkurát so, sum hann
plagdi. Uttan fyri nógvar dyr
hildu vit okkum hava sæð menn
við oyrasniglum. Eftiransin,
hálv- og heilnervøs embætisfólk
sóust eisini nógvastaðni.
Tað vanliga er, at statsleiðarar-
nir einsamallir koma á tíðinda-
fund, men soleiðis var ikki hesa-
ferð. Ein kjøtrond av trygdar-
monnum og ráðgevum fylgdu
við, tá dyrnar umsíðir vórðu
slignar upp á víðan vegg, og
høvuðspersónurin steig inn til
okkara. Hóast riðilin av fólki bar
eitt sindur av ørkymlan við sær,
so ivaðist kortini ongin í, hvør
høvuðspersónurin var. Í khaki-
littum uniformi og hvítum og
svørtum puntutum høvuðturri-
klæði. Hetta var maðurin, sum
vit kendu hann frá BBC, CNN
og SKY: Yasser Arafat LIVE!
Okkurt graml um sjúku hevði
verið frammi í fjølmiðlunum
longu fyri 2001, og satt at siga sá
maðurin ikki heilt frískur út.
Hann var hampiliga væl gongd-
ur, men hann var risthentur.
Varrar og rødd hansara skulvu,
meðan arabisku orðini komu út
úr munni hansara. Arafat valdi at
tosa umvegis tulk og ráðgeva sín,
Saeb Erekat. Hetta helst fyri at at
vinna sær eyka tíð at umráða seg
í og umhugsa síni svar. Erekat,
sum sæst á teirri størru myndini
(høgru megin Arafat), er ráðharri
í ísraelsku stjórnini, og hann
hevur samráðingar við Ísrael
sum málsøki. Tað var Saeb
Erekat, ið hósdagin kunngjørdi
deyða Arafats.
Spreingingin
Á øllum trygdarvørðunum og
ráðgevunum skiltist, at palestinar
høvdu fyrireikað seg soleiðis, at
ongin skuldi kunna hótta leiðara
teirra, hvørki trygdarliga ella við
ov snildum spurningum. Kortini
var tað júst hetta - ein spískur
spurningur - sum festi eld í
skravturra hoyggið.
Eftir at stóru sjónvarpsrásirnar
høvdu fingið svar til sínar
spurningar um tann vápnaða
uppreisturin hjá palestinum,
Intifaduna, og tað ótryggu
lagnuna hjá friðartilgongdini í
Miðeystri, kom túrurin til ein
journalist, sum umboðaði
ísraelska tíðindablaðið Haaretz.
Maðurin ætlaði sær at seta
tveir spurningar men kom bert til
tann fyrra. Hann vendi sær til
palestinska leiðaran, ið sat undir
liðini á danska forsætisráðharr-
anum, og spurdi, um Yasser
Arafat bert sá trupulleikar á
ísraelsku síðuni, og um
palestinska síðan onki galið
hevði gjørt í stríðnum, sum
framkallaði Intifaduna.
Ein heldur provokerandi
spurningur til ein leiðara, hvørs
fólk er í kríggi við annað fólk,
og reaktiónin hjá Arafat kom alt
fyri eitt og í einari ljóðlegu, sum
eingin - uttan kanska júst
ísraelski journalisturin - hevði
væntað.
Nú skar Yasser Arafat tulk-
ingina burtur, reisti seg úr stól-
inum og hvesti eftir spyrjaranum
á enskum máli, so øll skuldu
skilja: "Hvør er tín ætlan?!!!
Skal eg tigast burtur?!!!"
Verturin í Speglsalinum hvakk
við men valdi kortini onki at
siga. Vit hugdu spyrjandi upp á
hvønn annan. Hesi geylini av
Vestara Áarbakka, sum fóru um
allan salin, var eingin av áskoð-
arunum vanur við. Maðurin frá
Haaretz mutaði ímóti og royndi
at koma við einari viðmerking,
men har var ikki nógv at gera hjá
honum, tí ovursinti palestinarin
kvetti hann av, lat ein streym av
orðum ganga móti honum og bað
hann síðani tiga.
Bað um fyrigeving
Tærnar hevði Nyrup helst
krúllað nakað væl niður í teppið,
tá hann aftur tók orðið og lat
eina kvinnu sleppa at seta ein
spurning. Henda spurningin fekk
forsætisráðharrin sjálvur, og tí
fekk forsetin, sum var knall-
reyður í skortinum av illsinni,
stundir at blíðkast aftur.
Hóast hvørki ísraelsmenn ella
palestinarar hava allan rættin í
Miðeysturspurninginum, so var
ikki trupult at leggja merki til
tann seinna spurningin hjá Yasser
Arafat, ið helst er júst kjarnin í
bardaganum hjá palestinarum:
Skulu teir tigast burtur? Ella
skulu teir hava sín egna stat?
Hetta munnu vera teir mest
týðandi spurningarnir í bardag-
anum, sum hevur kostað alt, alt
ov nógv blóð.
Tíðindafundurin í Speglsalin-
um var tíðaravmarkaður og
lækkaði móti endanum. Men
áðrenn danski forsætisráðharrin
takkaði pressuni fyri áhugan, tók
Arafat orðið. Hesaferð var
røddin rólig, og tú kendi á
honum, at hann angraði, at hann
hevði tikið so rívan til fyri løtu
síðani. Kurteisliga bað hann um
fyrigeving fyri atburð sín, sendi
eitt bros út til okkara og segði, at
hetta var ikki so illa meint.
Sjálvandi fekk hann okkara
fyrigeving, men tá navn hansara
hevður verið havt á lofti, eru
tankarnir ofta førkaðir inn á
harðmælta tilburðin hin mai-
dagin í 2001, og tá er niður-
støðan hvørja ferð hin sama:
Fjúsið var stutt men helst
neyðugt í einum gerandisdegi
við støðugum stríði.
Statsmaðurin og stríðsmaðurin. Skógvarnir hjá Poul Nyrup Rasmussen og Yasser Arafat tala sítt egna mál.
Vinstrumegin situr forsætisráðharrin og høgrumegin forsetin, sum ongantíð legði hermannabúnan ella -stivlarnar á
hillina
C
M
Y
K
33
32