leygardagur 13. november 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 218 - 13. november 2004
Nr. 218 - 13. november 2004
35
Heimstaður hanara hesa tíð var
París, men fór aftur í 1932 til
Russlands at búgva. Tað vóru
ikki kommunistarnir, ið bundu
hann til landið, men tað russiska
fólkið, mentanar jørðildið og
málið á sama hátt sum hjá Boris
Pasternak. Í hesum sambandi má
eg nevna t. d. Igor Stravinsky,
sum eisini var ein úrmælingur á
klaverinum, og vóru hann og
Prokofief so líkir í tónasmíðnum
heilt fram til 1920, hóast
Prokofief traðkaði sínar barna-
skógvar langt burtur frá tí vestur-
lendska dæmda St. Petursburg,
har Igor Stravinsky var upp-
vaksin. Báðir vóru merktir av tí
nýklassistisku rørsluni, sum
spratt um hetta mundi í Franka-
ríki. Hetta er eisini ein áhuga-
verdur partur av russisku tón-
leikasøguni, men eftir hetta fara
teir hvør sín veg, sum ikki her
skal verða nomið við.
Líka til 1928 kundi tú gera alt
sum komponistur í Russlandi.
Allur avantgarditónleikur og
vesturlendskur tónleikur var gott
latín manna millum, men eftir
hesa tíð, fekk sambandið, ið um-
boðaði prolitartónleikin valdið
og teimum líkt, vildu teir stýra tí
skapandi megini á hesum øki.
Teir vildu hoyra sosialrealistisk-
an nýggjan tónleik og fyrimynd-
in skuldi verða Beetoven og
Tjaikowsky. Til allar tíðir hevur
tað verið ein stórur bági fyri tað
skapandi frælsi, at stýrisveldini
hava blandað seg upp í tað, sum
listafólk hava og viljað skapað.
Eitt gott dømi um myndlistina er
Kasimir Malevitj (russari), sum
kom við suprematismuni, sum
tekur t. d. arkitekturin inn í
myndina í tí tóma rúminum.
Hann er borin í heim 1878 og
doyr 1935. Hann bleiv illa
sæddur bæði av kommunistum
og nasistum. Fái ikki komi inn á
hetta í hesi grein, men er hann
millum fremstu listafólk eftir
1900 í heimshøpi.
Í hesum meldri er Shosta-
kovich. Hann var ikki ofta uttan-
lands sum t. d. Prokofiev, men
kanska kendi hann seg eitt
sindur fjaðursærdur av tí russiska
jarnhalinum, men hansara fyrstu
ár sum komponistur eru hóast
fyri 1928. Sum 19 ára gamal ger
hann sína 1. symfoni, sum fær
gott orð á seg og fær altjóða
góðkenning. Streymur av ljóði
eru í symfoniini, sum vit kenna
frá Prokofief, atonalari
ekspressionismu(Alban Berg)
rýtmu av Hindemith og tað
linjuføstu ný - klassismuna hjá
Strawinsky. Hetta er maðurin ,
sum eg nú skal lurta eftir henda
seinrapart 29. oktober 2004 í
Carnigie Hall.
Shostakovich gjørdi hetta verk
í 1959 og var frumframført í
Leningrad nakrar fáar mánaðir
seinri við tí mæta cellospælar-
inum Mstislav Rostropovich og
Yegeny Mravinsky stjórnaði tí
sama orkestrinum, sum her stóð
á palli. Sama stykki var framført
í Carnegie Hall 5. mars 1967 við
Rostropovich sum solisti við
London symfonikarunum.
Shostakovich og
Rostropovitch
Hesa løtuna er solisturin heims-
kendi cellospælarin Lynn
Harrell. Føddur i New York og
hevur nógvar altjóða viður-
kenningar við spæli sínum víða
um. Derigenturin er Yuri
Temirkanov, sum t. d. eisini er
gestadirigentur hjá Radio
symfoniorkestrinum í Keyp-
mannahavn og hevur gott orð á
sær. Shostakovich kendi
Rostropovic. Hann hevði sjálvur
gjørt eina minniliga upptøku av
fyrstu Cello Sonatuni, sum hann
tónsetti 1934 saman við
Rostropovich. Hann visti eisini
hvussu Restropovih hevði
stuðlað tí sjúka Prokovief stutt
fyri deyða hansara, har hann
hevði hjálpt honum at umarbeiða
cellokonsertina hjá honum til
eina Symphoni Concerto. Hetta
var við endan av Stalintíðini, og
nú 1959 kendi Shostakovich á
sær , at hann kundi fara undir
sina cellokonsert og við tí
heimskenda Restropovich sum
íblásara. Hann spældi solostykk-
ini fyri Dmitri Shostakovich
beint uttan fyri Leningrad í
summarsmáttu hansara. Hann var
sera sinnisrørdur, tá ið hann
hoyrdi hetta spæl. Shostakovich
sigur um cellokonsertina í Soviet
Culture, at upprunin til hesa
konsert kom frá Symfoni
Conserto hjá Prokovief. Kon-
sertin er døkk, ekspressiv við
streymum av atonalari føring í
stuttum ljómfyllum, rurandi fram
við russikum traditiónum og eini
javnvág millum hvat tú kanst og
ikki kanst í gyrðinigum av
tómskóltaðum, makthavarum,
sum alla tíðina hyggja við
skeivum eygum og ikki fata tað
listaliga. Shostakovich segði um
byrjanini í cellokonsertini, at
hetta var ein lívligur marsjur, har
hornini tóku yvir leiðsluna í
kvartetljóðum og træblásarnir
blandaðu seg upp í hetta ljóð í
skørpum trinum. Kadancan var
ótrúlig. Hesin fitti, menniskjans-
ligi solisturin, sum sá út sum ein
útróðrarmaður úr Hvannasundi -
stórt høvd og tjúkkar hendur,
legði ljóðið upp um bygning-
arnar í NY skapaðir av manna-
hond og upp um fjallagreinirnar í
Hvannasundi. Hetta var ein stór
uppliving í hesum "Hvanna-
sundanska" stórbýi. Tær myrku
langu ódnirnar í orkestrinum
kundu lagt skuggar yvir soloina,
men hon fór upp í hæddirnar í
vælsøgdum ljóði og dusaði sær
undir kønu hond Lynn Harrells.
Shostakovich, sum
tónasmiður í Sovjet
Shostakovich var noyddur til at
vera millum kross og hosu í
sínum tónasmíði. T. d. gekk
Lady Machbeth frá Minsk í
samfull trý ár í Leningrad og
tvey ár seinni á Tí kgl. Teatrinum
í KBH. Ein dag stóð skrivað í
Pravda, at tónleikurin var
dekadentur og vandamikil fyri
tað russiska fólki. Hóast
Shostakovich greiddi frá sínum
ætlanum við hesum tónleiki at
lýsa Russland undir sarstýrinum
til tað sosialistiska Russland, bar
ikki bøtur. Tónleikastykkið fekk
tað "reyða" stemplið og mátti
ikki framførast í Russlandi.
Sjostakovich tók avleiðingarnar
av hesum og tónsetti 5. symfoni.
Hon gav honum uppreisn aftur,
hóast hon ikki hevði nakað
sosialistisk innihald, men hevði
ein hetjudám yvir sær, sum
lættur var at fata. Sjostakovich
kom heilskapaður undan og
gjørdu tað 7. symfonina og
Leningrad- symfoniina, sum
partvís varð smíðað 1941 undir
kringsetingini av Leningrad
undir Seinna heimsbardaga.
Tað hevur verið stravið hjá
hesum tónasmiði at tónseta
soleiðis, har hann skuldi kína
hvørjum tóna og frasering og
ikki stoyta teir tómu kommun-
istisku grúkarnar. Ì hesum
tónleikastykki, sum her er umrøtt
hoyrist sanglagið "Suliko", sum
Stalin dámdi væl og ein deyða-
dansur, ið gongur í taktslagnum
3/8. Dmitri Shostakovich hevur
kanska gjørt hetta fyri at vera
væl umtøktur millum manna,
væl í øgn við politiska stýris-
lagið og eisini geva tónlistini sítt.
Henda konsert rann avstað í
føstum linjum við hátiðarligum
rungandi ljóði í tindrandi
fastleika. Soleiðis upplivdi eg
hetta tónleikastykkið henda
seinrapart í Carnegie Hall í New
York 29. okt 2004.
Tá ið eg kom útumaftur hekk
eitt stórt veggspjaldur á vegg-
inum og boðaði frá, at Havnar-
kórið skuldi syngja Elias her
saman við øðrum norðurlendsk-
um kórum undir leiðslu av
Gardar Cortis í næstu viku. Fór
ein túr eftir 31. gøtu um kvøldið,
og hvørjum møtti eg ? Sjálvan
javnaðarpolitikaran Andreas
Petersen úr Gøtu. Verðin er lítil.
Hóast tað, kann hon vera so stór,
at slíkar hendingar kunna fara
fram , at ein gøtumaður og ein
fuglfirðingur hittast óvildiliga í
New York - ófatiligt!
Frits Joahannesen
Skyldmaður mín, Asmund Born
úr Keypmannahavn, bjóðaði til
seksti ára føðingardag i Ny tann
22. okt. Hetta var ikki hissini.
Men satt er tað. Hann er heims-
borgari og hevur reist um tann
víða heim, so hann helt, tað var
einki løgið í tí, at so skuldi
verða. Í míni heimsføðisligu
bygdaverð kendi eg hetta sum
eina uppliving so sjáldsama, at
ilt er at siga frá hesum. Havi
onkuntíð lisið um filmstjørnur
og onnur ríkmenni dussast
fyrrapart í París, eta døgurða í
London og kvøldkaffi í Los
Angeles. Ikki kunnu vertur og
gestur teljast millum hesi fólk,
men felags kundi verið tað
kosmiska, og tað kann røkka
langt.
Nógv er at fara til í hesum
heimsbýið. Vit búðu á nr. 102 á
29. gøtu í ein eystan við fimtu
Avenue. Hotellið var ikki so
galið, og lá høgliga fyri. Tað,
sum her skal sigast frá, er ein
konsert í Carnegie Hall, har sum
Havnarkórið saman við øðrum
norðurlendingum fór at hava
konsert eina viku seinri.
Carnegie Hall liggur tætt við
Central Park 154 W 57th Street.
Legði leiðina hendan vegin
hósdagin 29. oktober at keypa
eitt atgongumerki til konsertina,
sum verða skuldi leygarkvøldið
tann 31. okt við St. Petersburg
Philharmonic Orchestra undir
leiðslu av Yuri Temirkanov.
Carnegie Hall
Fitt av fólki stóð í durinum, tá ið
eg kom á gátt. Var so framligur
og spurdi, hví so nógv fólk var
komið saman her ein yrkadag
seinrapart? Fekk at vita beinan-
vegin at nevnda orkestur skuldi
hava aðalroynd og fólkið, sum
var her, vóru "Carniegihallarinar
vinir". Tey skuldu inn at lurta
eftir aðalroyndini. Hetta kendist
forvitnisligt. Fór til mannin, sum
býtti atgongumerki út og spurdi
hann, um tað bar til at koma inn
at lurta? - Jaaaa... hvaðan eg var,
og hvat eg gjørdi. Maðurin
gjørdist áhugaður í míni søk, at
eg var komin so langvegis frá
fyri at lurta eftir eini konsert í
hesum skála. Gav mær eitt
atgongumerki til aðalroyndina.
Ja, vælsignað verið hondin, at so
bleiv. Hann helt, at eg hevði
uppiborið at koma inn saman við
hesum fólkum, har tónleikurin
var teimum høgt í metum í
hesum tónlistaliga skála.
Konserthøllin var stak hugnalig.
Húsið er bygd í italienskum
renæssancustíli og er frá 1891.
Húsið hevur so sera gott orð á
sær. Her hava mætir dirigentar
stjórnað. Tjajkovski var
gestaderigentur, tá ið høllin varð
tikin í nýtslu.. Toscanini og
Leonard Bernstein hava svingað
taktstokkinum undir hesum
bitum. Violinisturin Isaac Stern
bjargaði bygninginum undan
niðurríving í fimmti árunum.
Eg havi ongantíð upplivað eina
aðalroynd við einum slíkum
orkestri. Hetta var líkasum at
vera í einum leirkeri, har til-
evningin fór fram undir einum
derigenti, sum ikki lat nakað
falla av av dýrtvunnum tónlista-
ligum skaldskapi av mætum
tónaskaldum. Var ein lítil bági,
sum skavaðist í onkrum ljóðføri
ella bólki, varð steðgað á og tikið
umaftur og umaftur til tað hevði
fingið rætta dámin.
Páskaoverturan hjá
Rimsky-Korsakov
Havi altíð hildið nógv av russisk-
um tónleiki og kórsangi. Russ-
land er eitt elligamalt kulturland
samanborið við Amerika. Tað
hoyrist eisini á tónleikinum.
Nikolai Rimsky-Korsakov 1844-
1908 var fyrstur á skránni. Spælt
varð Russian Easter Overture,
op. 36, sum var fyrstu ferð
framførd í Carnegie Hall 28.
febr. 1908 og fyrstu ferð spæld í
Russlandi 3. des. 1888.
Rimsky- Korsakov varð borin í
heim 6. mars 1844 og doyr 8.
juni 1908. Hann kemur ikki
undir kommunistiska halin eins
og Prokojev, Sjostakovitj og
Sjebalin, sum mangan høvdu tað
svárt í tí musikalsku gongdini
undir kommunistiska ágang-
inum.
Tónleikurin hjá Korsakov er
merktur av russiskum traditión-
um t. d. úr russiskum kirkju-tón-
leiki. Læruríkt er hjá okkum
vesturlendingum at seta okkum
inn í hesa páskaoverturu, sum er
runnin upp í russiskari ortu-
doksari kirkjusiðvenju. Over-
turan kemur í sínum skapi og
ljóðið undir andan, sum ræður í
tí russisku kirkjuni upp undir
páskir. Páskaaftan er við tí
døkku, dimmu, dapru, myrku
hending farin í grøvina saman
við Jesusi, men so páskamorgun
tá ið bøkslið, sum hevur bundið
alt til heljar verður loyst , rísur
brúður Krists loyst úr helheim-
sins glámlýsi. Jesus vendir aftur
ílatin skrúð eins og brúður. Tú
merkir henda stóra spenningin,
sum er ímillum ljós og myrkur í
seigligum ljóði í overturuni.
Sorgfulla ljóðið hjá træblásarun-
um og cellunum fáa ljóð av lunni
í tveimum pørtum úr tí ortu-
doksu siðvenjuni - Lat Jesus rísa
og Einglanna sorgarljóð ljóma.
Soloviolinin og ein floyta kunn-
gera - Kristus er risin upp, sum
endar í einum samfingnum ljóði
við klokkuspæli páskadag. Ein
so ljóðlig trombon kom við
einum recitativi um kvinnurnar,
sum komu til ta opnu grøvina -
Maria Magdalena, Maria, móðir
Jákups og Salóme. Rimsky-
Karsakov hevur tikið hetta úr
Markusar evangelium 16.
kapitul. Tú hoyrir ljóðið frá
trombonini í stórfingnum ljóði,
sum fylti alt rúmið, boða frá
upproysnini. Ein ungur maður í
hvítum klæðum situr høgru-
megin í gravarhellinum, tá ið
kvinnurnar koma inn í grøvina.
Kvinnurnar vóru bebbaræddar,
men sum mangan, ljóðaðu
orðini: Ræðist ikki! Tit leita eftir
Jesusi úr Nasaret, hinum kross-
festa; hann er risin upp o.s.fr.
Orðini floyma úr trombonini hjá
hesum knáva russiska trombon-
leikara, sum hevur ein so
frálíkan dialog við t.- d. solo-
violinina og srúkararnar- einkult
og innarligt. Tað stendur við
klettin, og páskasólin rísur í
orkestrinum og gevur tær eina
gleði av himmalskum sjónum í
einum meldri av leitandi innar-
ligum tónum í orkestrinum. Her
vart tú millum háhús og fólka-
sløg av alskins uppruna og nýtti
hesa páskaoverture ein heystar-
dag í New York 2004.
Cellokonsert eftir Dmitri
Shostakovich
Orkestrið fór í sini aðalroynd
víðari við Dmitri Shostakovich -
cello konsert no. 1 op. 107.
Shostakovich var borin í heim
12. sept.1906 í St. Pætursborg
tvey ár eftir deyða Korsakovs og
doyr 9. august 1975. Hann kom
at merkja, hvussu torført tað var
at vera tónasmiður undir tí
kommununistiska einaveldinum.
Vit kunnu eisini nevna Serge
Prokofief, sum varð borin í heim
1891. Hann var eisni ein mætur
pianistur, sum reikaði um tann
víða heim og framførdi klaver-
koncertir utannalands til 1932.
Ein konsert í Carnegie Hall 29. okt. 2004
C
M
Y
K
35
34