Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 218 - 13. november 2004 Nr. 218 - 13. november 2004 37 UMMÆLI Kristina Thomsen Bluestónleikur ljóðar sum um hann altíð hevur verið til - fangar onkunstaðni frumrútmurnar ella grundtónan í okkum við sínum einfalda, seiga og treiska ljóði. Trioin GoGo Blues er kanska einasti bluesbólkur, føroyingar eiga. Løgið, tí flestu okkara elska blues. Fremstur í bólkinum er tann ungi, fríski og karismatiski guitarleikarin og sangarin Uni Debess. Manningin í GoGo Blues er annars Arnold Ludvig, sum spælir bass og Rógvi á Rógvu, sum situr við trumm- urnar. Bólkurin hevur verið sera virkin seinasta árið - serliga á barrum og vertshúsum í Havn, men hevur eisini spælt rættiliga nógv kring oyggjarnar. Rógvi og Arnold eru tvær garvaðar rottur innan so at siga alt slag av rútmiskum tónleiki, men Uni er eitt nýtt og frískt lot her á landi. Føroyingar eru vanliga rættiliga smæðnir, men tað er Uni ikki - hann torir tað, flestu okkara bert droyma um. Dirvi er m.a. tað ið eyðkennir henda unga, vakra mann. Vit áhoyrarar merkja veruliga, at hann hevur eina rúgvu uppá hjarta - hann hevur bæði hug til og skil fyri at geva burtur av sær sjálvum, og gevur okkum kensluna av, at hann veruliga kennir seg heima á einum tón- leikapalli - bæði sum tónleikari og persónur. Bólkurin spælir bæði coverløg, tónleikararnir hava latið í sítt heilt egna serliga snið og heima- gjørd løg, sum Uni hevur skrivað. Tað stuttliga er, at Uni er tíðarleysur í tónleikinum hóast sín unga aldur. Tónarnir eru líka ungir og frískir sum gamlir og skitnir. Stundum fær áhoyrarin eina 60´ara Jimmy Hendrix ella The Doors kenslu, og aðrar tíðir leitar hugurin aftur til tónleikarar sum B. B. King og Svevie Ray Vaghan - men samstundis virkar tónleikurin nýmótans og ný- funnin. Bæði guitarljóð og sangur bera brá av onkrum heilt serligum. Fyribrigdið "GoGo tónleikur" hevði sín uppruna miðskeiðis í sjeyti árunum, og var í byrjanini eitt heiti fyri "non-stop party tónleik", bæði galdandi fyri heftigan funk og hip hop, men eisini bleytari blues, soul, jazz og reggea. Við øðrum orðum kunnu vit siga, at GoGo er ein máti hjá tónleikarum at spæla og spegla ljóðini og tónleikasløgini í samtíðini, og knalla hesi beint í andlitið á áhoyraranum. GoGo er ikki beinleiðis eitt serligt slag av tónleiki, men meira ein kensla ella uppliving, ið samstundis hevur ein feril av andaligheit við sær, og tað er júst hetta GoGo Blues leggja seg eftir - at framføra bluestónleik, ið hevur eitt heilt egið og serligt ljóð, sum dregur og fangar áhoyraran. Allir arbeiða sum tónleikarar burturav - hava rætt og slætt gjørt hetta til teirra lívsstarv. Síðani teir fyri góðum ári síðani stovnaðu bólkin, hava áhoyrararnir av álvara tikið tónleikin hjá teimum til sín, og tí hava teir ítøkiligar ætlanir um at fara víðari út í heim at royna seg. Uni, Rógvi og Arnold eru í hesum døgum í Skýrák studio og taka upp. Teir ætla at gera ikki færri enn tvær fløgur, sum báðar skulu koma út um heit stutta tíð - onnur við sangi, hin instru- mental. Umframt hetta fara teir at framleiða eitt slag av promotionpakka við myndum, heimasíðu o.ø., sum skal brúkast til at skapa áhuga fyri bólkinum úti í verðini. Avtala er gjørd við Shetland Blues Festival um tríggjar kon- sertir í juni 2005, umframt at teir kanna ymiskar tónleikafestivalir, sum verða í Europa komandi summar, og leggja ætlanir um eina tónleikarundferð. Seinnu árini hava vit av álvara fingið prógvað, at føroyingar hava skil á tónum og ljóði. Kanska fara vit við bluesbólk- inum GoGo Blues enn einaferð at fáa hetta staðfest úti í heimi. GoGo Blues Tvær fløgur á gáttini Uni Rógvi á Rógvu Arnold Ludvig Bólkurin hevur verið sera virkin seinasta árið - serliga á barrum og vertshúsum í Havn TINGHELLUANALYSAN Kári á Rógvi kari@sosialurin.fo Kommunuvalið er av, og skjótt eru samgongur skipaðar. Ný- valdir limir í stýrunum hjá kommunum fáa í dag nøkur orð við á vegnum. Ert tú vald ella valdur, hava fólk longu verið á gátt hjá tær. Stuðulin er ofta serliga stórur, eftir at valúrsitið er greitt. Minst bara til hvørki at lova ov nógv nú ella gerast ov hulin og fjarður. Demokratiið virkar best, um tú hevur dirvi at siga sum er við veljaran, og veljarin fær orð á teg viðhvørt. Bjóða teimum, sum siga seg stuðla tær til fundar av og á. Helst fekst tú tó ikki frið at eta riv ella pannukakur valkvøldið. Tað er so í Føroyum, at vit hava ikki stórvegis álit á vanliga veljaranum. Hann sleppur at velja løgting og kommunstýri, men tað má so eisini vera ivaleyst. So er við borgarstjóranum. Valdið hjá kommunum er eins og annað vald bæði lóggevandi og útinnandi. Kommunur gera bæði almennar fyriskipanir og taka einstakar avgerðir. Er kommunan væl skipað, fæst kommunstýrið sum mest við at gera á almennar skipanir, og sum minst við at gera av einstakar spurningar. At taka avgerðir eigur at henda av sær sjálvum, um so er, at góðar almennar reglur eru. Men tað er tó alneyðugt, at ovasta leiðslan í kommunalu fyrisitingini er fólkavald og stendur fólkinum til svars. Tí átti borgarstjórin sjálv- sagt at verið beinleiðis fólka- valdur. At borgmeistarin ikki er fólkavaldur merkir fyri teg sum nývaldan kommustýrislim, at tú fært ikki frið til nakað fyrr enn ein meiriluti í stýrinum hevur skipað samgongu. Sum tú sært á Tvøroyri, so kann tjóveldismaður saktans stilla upp fyri javnaðar- flokkin afturfyri borgmeistar- sessin, og sum Havn, kann tann navnframi Heðin Mortensen, valdur á sambandslista, gerast borgmeistari við atkvøðum frá tjóðveldis- og javnaðarfólki. Minst tí til at heita á teir ting- menn, tú kennir, ella á Hilmar Høgenni, vissi tú kennir hann, tí hann hevur størri ávirkan á kommnstýrisreglur enn ting- menn, um at broyta hesa skipan, so borgarstjórin verður beinleiðis valdur. Ólukkan við óbeinleiðis valda borgarstjóranum er ikki bara tann, at øgiligt rok stendst av hesum. Nei, tað verri enn so. Sum Leivur Hansen í Havn sannaði, so er ikki vist, at sam- gongan heldur alíkavæl. Og tað allar ringasta er, at kapprenn- ingin at skipa samgongu ger, at tey í stýrið valdu uppá nakrar fáar tímar skulu gera av, hvønn vilja samstarva við, og hvønn tey vilja hava í ymsu nevndirnar, og harvið eisini hvønn politikk, tey vilja føra. Ístaðin fyri at sita í bakhond næstu fýra árini og taka støðu til tað, sum borgarstjórin leggur fram, so ert tú longu fangaður í eini samgonguavtalu. Ert tú ímóti onkrum ella bara ivasom, so siga hini: "nú fingu tit for- mannin í teknisku nevnd, so kunnu tit ikki vera ímóti hesum..." Fyrisitingin Tá tú hevur verið á fundi í bý/bygda(r)ráðnum nakrar ferðir, so gerst tær eisini greitt, hvør veruliga ræður fyri borgum. Kommunuskrivarin. Skrivarin hjá kommununi er sum so mangir skrivarar hjá nevndum og stýrum í Føroyum í roynd og veru stjórin, sum so dánt letur stýrið hava eina fatan av, hvat gongur fyri seg. Eru kommunustýris- limirnir balstýrnir, so ber til hjá kommunskrivaranum at alliera seg við borgarstjóran, og síðani ber til at vísa til samgongu- avtaluna. Skuldi veruligt demokrati verið í kommununum, so áttu tit sjálvsagt at valt tykkum tey mest týðandi embætisfólkini eftir hvørt val. Kommunuskrivara, tekniskan leiðara, sosialan leiðara og annars onnur størv, sum har í kommununi eru sett sum tíðaravmarkaði størv at fylgja valskeiðnum. Í staðin, so situr ein heldur samanbitin maður í miðum árum og leggur fram sína skrá. Hann veit hvar alt stendur, veit hvat "man plagar at gera," og lovar "at hann skal nokk taka sær av hesum her." Tú væntar sjálvsagt, at kommunan er væl fyri, tá ræður um fyrisitingarligan førleikan. Helst er antin onkur lógkønur í starvi, ella hevur kommunan fasta avtalu um ráðgeving á hesum øki, umframt, sjálvsagt nøktandi skeiðvirksemi fyri kommunal starvsfólk og kommunustýrislimir. Vit eru jú øll líka fyri lógini, skulu hava somu sømdir, grundgevingar, vegleiðingar og greið beskeð, so fyrisitingarliga má vera høgt í metum. So er ikki. Kommunan hevur ongan lógkønan, onga stórvegis skipan at tryggja rættindi og viðferð borgaranna. Afturfyri hevur kommunan eina spennandi tekniska fyrisiting. Antin er tað tekniska deild sjálv, ella eitt ráðgevingar- virki, sum kommunskrivarin og undanfarni borgmeistari eru væl við. Henda tekniska fyrisiting kann gera endaleysa nógv kort í litum, sum vísa, hvar tit nú eiga at ognartaka, ella hvar tit nú skulu leggja privat øki um til fríøki, og hvar tit annars skulu grópa og gartera. Stýrið Tað er heldur ikki lætt at vera á kommunstýrisfundi. Tú hevur hug at taka okkurt einstakt mál upp til nærri viðgerðar, tí fleiri almennir spurningar eru í tí. Tú sært kanska, at fær hesi byggi- loyvi, so mugu mong onnur eisini fáa byggiloyvi ella broytt byggiloyvi, skal nakað skil vera í. Ella tú sært, at kommunan bindur seg til framtíðar útreiðsl- ur, sum ikki eru tiknar við á fíggjarætlanina. Í slíkum førum vilja mong royna at steðga tær beinanvegin. Tey, sum tú hitti nakrir ferðir undan valinum at gera lista til valið, krevja at tú ert samdur við teimum; tey, sum tú hitti náttina eftir valið at skipa samgongu, krevja at tykkara listi skal vera samdur við teimum. Kommunu- skrivarin og tekniski leiðarin leggja málið fram, sum bert ein møgulig loysn er. Tað er eisini løgið at síggja, at summi eru vald á flokslistum, men onki sæst aftur til floksprin- sippini í atburði teirra. Onnur eru vald uppá stakspurningar, men hava eina meining um alt. Vandin í stórum skipanum er byrokrati. Leiðslan verður ov langt frá borgarunum og fyri- sitingini ov stór og tvørlig. Vandin í smáum skipanum er korruptión. Leiðslan er ov nær at borgarunum, freistingin verður at gera seg inn á summi - td. ognartaka frá fremmandafólki - ella lívga sínum egnu, td. møta onkrum á kondittarínum og yvir ein kaffimunn geva teimum byggiloyvi í stríð við byggi- ætlanina. Sum kommunstýrislimur eigur tú at standa ímóti freistingum og trýsti, sum standast av smáum forholdum. Eisini eigur tú at vera ímóti óneyðugum flytingum av málsøkjum frá landi til kommun- ur. Føroyar eru nóg lítið land til at uppgávur, sum aðrastaðni eru kommunalar, best kunnu loysast fyri alt landið. Aftur um kvinnur Kvinnulig valevni vóru nógv umrødd til hetta valið. Tað er at fegnast um, at so nógvar kvinnur vóru valdar, eisini tí tað hevur víst so mongum á, hvussu persónlig eginleikar og virði hava avgerandi týdning og ikki bara flokstilknýti ella formligur førleiki. Í Vestmanna tapti kvinnulistin tó so dyggiliga. Listin manglaði sítt besta fólk. Serliga saknaðist Mia Pedersen, ið sum royndur kommunalpolitikari og formaður í kommunufelagnum, var at kalla sjálvskrivað sum borgarstjóri. Men kvinnulistin var eisini endaður í somu rillu sum so mangir aðrir listar. Kvinnulistin brúkti pengar uppá óneyðugar íløgur og ognartøkur - júst sum teir misstýrandi menninir høvdu gjørt. Seint gekk at gjalda aftur skuld, byggja barnagarðar og stýra fyrisitingini. Kvinnur sum Katrin Dahl Jacobsen, ið gjørdi eitt rimmar- val í Havn, eru dømi um, at kvinnur kunnu stilla upp sum annað enn bara at vera kvinnur og kunnu fáa breiða undirtøku. Vónandi kemur tann dagur, tá fólk velja eftir sannføring síni og førleika valevna, og kynsbýtið av sær sjálvum verður javnt. Kommunalt arbeiði Rumbul hevur verið í seinastuni um nevndarsamsýningar. Fjøl- miðlarnir avdúkaðu, hvussu ófatiliga lítið, ið leiðsluarbeiðið verður samsýnt í landi okkara. Í øllum førum ikki samsýnt, so tað stendur mát við ábyrgd og uppgávur. Tað sama ger seg galdandi við tingmonnum og kommunu- stýrislimum. Tingmenn fáa umleið helvtina so nógva løn sum aðalstjórar, og tey kommu- nalt fólkavaldu fáa ikki nakað, sum vert er nevna. Men teirra eru heldur ikki fulltíðar-størv. Tó, taka vit Tórshavnar komm- unu, so er býráðið ovasta leiðsla hjá hundraðtals starvsfólki og sera stórari fíggjarætlan. Eg hevði kent meg tryggari, um samsýningin var størri og hugur og tíð til kommunala arbeiðið vóru samsvarandi størri. Poul Michelsen, fyrrverandi borgmeistari í Havn, segði í viðtali við Tinghelluna, at hann helt ikki samsýning hava nakrar týdning, tí tað vóru altíð tær somu typurnar, sum fóru uppí politikk. Rætt hevur hann, at mong hava íborna nevndargreiði og enda altíð í onkrari nevnda, fara tey á fund. Men tað er ólíka lættari at vera fólkavaldur uttan samsýning, tá tú eigur virki ella pengar. Langabbi mín átti nógv jørð og var sjálvsagt limur í "forstandarskapinum," og alt gott um menn sum hann Poul, men tað skal eisini vera pláss fyri øðrum í stýrinum. Um ikki annað, so fyri familjunar skuld. Veromma mín, Jóhanna Mathea Skaale, noktaði einaferð manni sínum, Sigfredi, at taka við sum borgmeistari í Havn, fyrr enn hann fekk brúkiliga samsýning fyri tað. Tú, sum vit valt, hevur uppi- borið løn fyri stríðið. Góða eydnu og góðan hug. Stýra á staðnum C M Y K 37 36