leygardagur 13. november 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 218 - 13. november 2004
Til Noregs at arbeiða
Eysturevropearar í hópatali velja at fara til Noregs at
fáa sær arbeiði. Higartil í ár eru umleið 8.000 fólk úr
teimum eysturevropeisku londunum komin til
Noregs, og sjálvt nú í november koma ímillum 300
og 400 um vikuna, skrivar Aftenposten.
Sum er hava 25.000 eysturevropearar arbeiðsloyvi í
Noregi, og tað ru 8.000 fleiri enn fyri einum ári
síðani.
Hagtølini
vísa,
at
munandi
fleiri
eysturevropearar eru komnir til Noregs at arbeiða,
síðani Estland, Letland, Litava, Póland, Kekkia,
Slovakia, Ungarn og Slovenia fingu limaskap í ES
tann 1. mai í ár. EBS-sáttmálin ímillum ES og Noreg
gjørdi, at við limaskapinum bleiv tað lættari hjá fólki
í teimum nýggju limalondunum at fáa arbeiðsloyvi í
Noregi, tí sambært sáttmálanum er Noreg partur av
felags arbeiðsmarknaðinum.
Tann eysturevropeiska arbeiðsmegin er ikki bíligari
enn tann norska, tí sambært EBS-sáttmálanum skulu
fremmandafólkini hava somu løn og somu arbeiðstíð
sum teirra norsku starvsfelagar. Kortini er tað ein
spurningur, hvussu nógv eysturevropeararnir hava
eftir á bankabókini, tá skattur og annað er goldið.
Millum annað hevur tað víst seg, at nógvir teirra
gjalda meiri enn 3.000 krónur um mánaðin fyri eitt
kamar við atgongd til wc og vaskirúm.
Sambært hagtølunum eru tað serliga pólendingar
og litavar, sum koma til Noregs at arbeiða. Av teimum
25.000, sum hava fingið arbeiðsloyvi, eru 16.000 úr
Pólandi og 6.000 úr Litava. Hagtølini vísa eisini, at
næstan allir eysturevropeararnir fáa arbeiði. Sambært
teirri seinastu uppgerðini eru tað bara umleið fýra
prosent, sum einki arbeiði fáa.
Nærkast húsagangi
Russisku myndugleikarnir hava noktað oljufelagnum
Yukos at selja burtur av sínum partabrøvum, og tað
kann hava við sær, at felagið fer á húsagang.
Leiðslan í Yukos ætlaði at selja 34,5 prosent av
partabrøvunum fyri at útvega pengar til ta ovurstóru
skattarokningina,
sum
felagið
hevur
fngið.
Rokningin er góðar 100 milliardir krónur, og so
nógvar pengar hevur felagið ikki. Leiðslan hevur tí
kunngjørt, at verður skatarokningin ikki útsett, ella
fær felagið ikki loyvi at selja partabrøv, fer tað á
húsagang.
Høvuðseigarin í Yukos, Mikhail Khodorkovskij,
hevur sitið í varðhaldi í meiri enn eitt ár, skuldsettur
fyri
umfatandi
skattasdvik.
Fleiri
russiskir
eygleiðarar vilja vera við, at í verulekanum er málið
politiskt, tí Khodorkovskij fíggjaði valstríðið hjá
andstøðuvalevnum á russiska forsetavalinum í fjør.
Ringja til fánýtis
Nógvir danir hava ilt við at fáa samband við læknan,
tá teir hava tørv á læknahjálp.
Ein kanning, sum læknarnir sjálvir hava gjørt, vísir,
at 27 prosent av teimum, sum ringja til læknan í
vanligari arbeiðstíð, ringja til fánýtis. Næstformað-
urin í læknafelagnum, Yves Sales, sigur við blaðið
Dagens Medicin, at kanningin staðfestir, at læknarnir
megna ikki at liva upp til kravið um, at ein sjúklingur
skal altíð fáa fatur á lækna í vanligari arbeiðstíð.
Yves Sales heldur, at máið er álvarssamt, tí tað
kann skaða trúvirðið hjá læknunum og arbeiði teirra.
Aftur í varðhald
Ísraelski kjarnorkuserfrøðingurin Mordechai Vanunu,
sum varð latin leysur fyrr í ár eftir at hava sitið átjan
ár í fongsli fyri at hava avdúkað ísraelsk kjarnorku-
loyndarmál, er aftur settur í húsavarðhald.
Skyldfólk hansara siga, at hann bleiv tikin í Jeru-
salem hóskvøldið, og at hann skal sita sjey dagar
húsavarðhaldi. Tá hann slapp úr fongslinum í vár,
fylgdu fleiri treytir við, og sum skilst vilja myndug-
leikarnir vera við, at hann hevur ikki hildið treytirnar.
Vanunu hevur sagt, at hann vil fegin sleppa at flyta
úr Ísrael, men tað vilja myndugleikarnir ikki loyva
honum. Teir siga, at hann er framvegis ein hóttan
ímóti landsins trygd.
Fyribils hava teir
gomlu vinmenninir
hjá Yasser Arafat tikið
við palestinsku leiðsl-
uni. Tann, sum tykist
hava bestu møgu-
leikarnar seinni, situr
í ísraelskum fongsli
EFTIR ARAFAT
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Hóast Yasser Arafat er
deyður, liggur skuggi han-
sara framvegis oman yvir
palestinsku leiðsluni, tí
eftirmenn hansara eru úr
hansara gamla liði. Rawhi
Fattouh,
tjóðartingsfor-
maður, hevur tikið við sum
forseti, til val hevur verið,
fyrrverandi
forsætisráð-
harrin Mahmoud Abbas er
nú formaður í PLO, og
Farouk Kaddoumi er til-
nevndur nýggjur leiðari í
Fatah.
Vesturlendskir eygleiðar-
ar í teimum palestinsku
økjunum siga, at eingin av
teimum trimum er serliga
væl umtóktur ímillum pal-
estinar. Teir flestu palestin-
ararnir kenna als ikki
nýggja forsetan, og Mah-
moud Abbas er heldur ikki
serliga væl lýddur, hóast
hann hevur verið forsæt-is-
ráðharri. Farouk Kaddoumi
hevur tann veikleika, at
hann býr als ikki í teimum
palestinsku økjunum, men
ferðast ímillum Sýrialand
og Tunis. Ein annar veik-
leiki hjá honum er, at hann
var ímóti friðarsamráðing-
unum í Oslo.
Í fongsli
Tann maðurin, sum tykist
hava bestu møguleikarnar
at taka við sum nýggjur
palestinskur
leiðari,
er
Marwan Barghouti. Mong
meta hann sum tað kom-
andi ættarliðið í palestinsku
leiðsluni, men trupulleiki
hansara er, at hann situr í
fongsli í Ísrael, tí hann
hevur fingið fimm ferðir
lívlanga fongsulsrevsing
fyri sín leiklut í upp-
reistrinum.
Tað
var
ein
sivilur
ísraelskur dómstólur, sum
dømdi Marwan Barghouti,
og tað ger, at ísraelsku
myndugleikarnir
kunnu
ikki lata hann leysan, uttan
so at forsetin gevur honum
grið.
Var
tað
ein
hernaðardómstólur,
sum
dømdi
hann,
kundu
myndugleikarnir latið hann
leysan sum lið í einum ella
øðrum býti, skrivar Reuter.
Men fyribils noyðist hann
at bíða.
Vesturlendskir eygleiðarar
ivast ikki í, at víðgongdir
felagsskapir sum Hamas og
Islamskt Jihad fara at bjóða
»nýggju« leiðarunum í
Ramallah av. Eitt nú ætlar
Hamas at stilla upp á
komandi
valinum,
og
úrslitið fer at vísa, hvønn
veg palestinar ætla sær, nú
tann gamli leiðarin er
deyður.
UTTAN ÚR HEIMI
Rætti eftirmaðurin
situr í fongsli
Yasser Arafat varð jarðaður í Ramallah aftan á eitt bønar- og minningarhald í Kairo, har umboð úr nógvum londum vóru
hjástødd
Marwan Barghouti verður hildin at vera tann, sum kann savna
palestinska fólkið. Trupulleikin er, at hann situr í fongsli í Ísrael
Advokatfelagið við Strond 4
Yviri við Strond 4 · 100 Tórshavn
Tel 311260 · Fax 311261
advokatfelagid@kallnet.fo
til sølu
Hús í Tórshavn
Sethúsaognin Dalavegur 22, 100
Tórshavn verður hervið lýst til sølu.
Húsini eru í 3 hæddum við lofti,
miðhædd og kjallara. Samlaða
gólvvíddin er umleið 192 m2. Á
loftinum eru 4 kømur, gongd,
umframt baðirúm.
Í miðhæddini er køkur, 2 stovur, 1
kamar, baðirúm og gongd. Kjallarin
er partvís innrættaður. Umframt
kjallararúm
eru
í
kjallaranum
køkur, gongd, wc, og tvey rúm.
Grundøkið er 541 m2.
Garður er rundan um ognina.
Húsini eru bygd í 1959.
Húsini standa væl fyri miðskeiðis í
býnum, við góðum útsýni.
Áhugaði kunnu venda sær til:
C
M
Y
K
39
38