Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 2004síða 21

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sp/f SHS · Tórsgøta 16 · Postboks 3156 · FO-110 Tórshavn Fax 320 252 · sethusas@post.olivant.fo · www.sethusasolan.fo Avgreiðslutíð: 10 - 13 á tel 210252 Skrivstovan opin: 14 - 17 tel 320252 Sosialurin 341800 Tórshavn: Eigaraíbúð til sølu, Berjabrekka 19 Berjabrekka 19 matr.nr.1464c, grundøki uml.133 m2. Íbúðin, ið er bygd síðst í 80-árunum, er í 2 hæddum, sera væl innrættað, stovu-og loftshædd, íalt uml. 97,4m2 + ùthús 5,4m2 Á stovuhæddini er: Durur,WC, gong,køkur, stova Á Loftshæddini er: Gong, hjúnarúm, 2 kømur, baðirúm. Frá stovuhæddini er terassa . Íbúðin verður seld um nøktandi boð verður givið. Sethús í Sørvági til sølu Matr. nr. 119s, grundøkið íalt 770 m2. Húsini eru betong/timburhús frá miðskeiðis í 80-árunum. Bygd í tveimum forskotnum hæddum, íalt uml. 147m2 Á 1. hæddini er: gong, køkur, grovkøkur, hjallur, stova og WC. Á 2. hæddini er: hjúnarúm, 2 kømur og baðirúm. Til húsini er 9 m2 úthús til goymslu. Húsini hava fingið nýtt tak fyri sjey árum síðani og stovan er umvæld av nýggjum. Húsini verða seld um nøktandi boð verður givið. Tórshavn: Sethús Oman Mattalág 6 Matr. nr. 899p, grundøki 322 m2. Húsini, ið upprunaliga eru bygd í 60 árunum, eru í 3 hæddum, íalt umleið 240 m2. Stoypt grund, stovu- og loftshæddin timbur, klødd við plastbrettum í 70 árunum og bjálvaði. Eternittak. Termorútar í stovu- og loftshæddini. Í stovuhæddini er gong, WC, kamar, køkur og 2 stovur. Á loftshæddini er gong, baðirúm, hjúnarúm við altani og 2 kømur. Í kjallarahæddini er ítrivsrúm, hjallur og stórt kjallararúm. Húsini eru vælhildin, og hava gott útsýni frá loftshæddini! Verða seld, um nøktandi boð verður givið. Tórshavn: Tróndargøta 28 til sølu matr. nr. 315, Tórshavn, grundøki 119 m2. Húsini, ið eru í 3 hæddum. Kjallara- stovu- og loftshædd hvør uml. 45 m2. Á stovuhæddini er gong, wc, køkur og 2 stovur, eitt kamar. Á loftshæddini er gong, 2 kømur. Kjallarahæddin er óinnrættað,við oljufýri og brúsirúm. Húsini eru bygd 1910, umvæld 1979, klædningurin og vindeygur skift. Oljufýr og ketil frá 1970. Søluprísur kr. 900.000,- + tinglýsing og kostnað. Argir: Nýggj Sethús til sølu Leitisgøta 8, Argir. matr. nr. 4 eq, grundøki 500 m2. Tvey ára gomul arkitektteknaði hús til sølu. Húsini eru i 2 hæddum, íalt 200 m2, alt inrættað úr besta tilfari. Leys garasja frá húsinum 35 m2. Sera framkomin el- og hitaskipan, ( IHC) Á niðaru hæddini er: gong, trappa upp, tvey kømur, stórt ítrivsrúm, goymslurúm, baðirúm og kjallarúm. Á ovaru hæddini: gong, kamar , baðirúm, grovkøkur, hjallur, køkur og stova í einum. Frá stovuni er altan. Húsini liggja sera væl fyri, og hava sera gott útsýni. Verður selt, um nøktandi boð verður givið. Tórshavn: sethús Marknalíð 15 matr. nr.1201b, grundøki 412 m2. Húsini eru í 3. hæddum, kjallara- stovu- og loftshædd íalt uml 262 m2. Á stovuhæddini er durur, hjallur, gong, køkur, stova, hjúnarúm, 2 kømur og baðirúm. Á loftshæddini er stova, kamar og goymslurúm . Í kjallarahæddini er durur, gong, 2 stór kømur, wc, brúsa og kjallararúm. Húsini hava fingið ymiskar umvælingar, nýtt tak, allar innhurðar eru skiftar og hvítvørur so sum køli/frystari og komfýrur/eymhetta er nýtt. Frá stovu- og loftsvindeyganum er sera gott útsýni yvir Havnina, Nólsoynna og Nólsoyarfjørð. Verða seld, um nøktandi boð verður givið. 40 Nr. 218 - 13. november 2004 Nr. 218 - 13. november 2004 41 Kliché matstova BUFFET (mán-frí) kl. 11.45 - 14.00 A la Carte (mán-ley) kl. 17.00 - 23.00 Sunnudag er stongt 26. og 27. november kl. 17.00 - 23.00 Møguleiki er fyri størri borðhaldum MATUR ÚT AV HÚSINUM ring og hoyr nærri MATUR ÚT AV HÚSINUM ring og hoyr nærri - Jólabuffet - tlf. 322404 tlf. 322404 Sosialurin 341800 Vælútgjørdur STIGFJORD 28 við fiskiloyvi 5B til sølu. Skrásett grannskoðaravirki Vágstún2 FO-700 Klaksvík Tlf. 455522 · 217505 www.sosialurin.fo C M Y K 41 40 Hóskvøldið høvdu tey sjey umboðini, sum eru vald og afturvald í bygdaráðið í Nes kommunu, fund um skipan. Avtalað varð at hava nýggjan fund aftur í gjárkvøldið, har ætlanin var at skipað bygdaráðið endaliga SKIPAN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eftir fundin hjá nývalda bygdaráðnum í Nes komm- unu hóskvøldið var ikki al- ment greitt, hvussu bygda- ráðið fer at skipa seg. Sosialurin royndi í gjára- morgunin at fáa orð á Súna í Hjøllum, sum varð fyrst- valdur og Símun Johanne- sen, sum við valið hesaferð hevði næst flestar atkvøður, men hetta eydnaðist ikki. Vit hava tó skilt, at fund- urin hóskvøldið var ikki endaligur, og bygdaráðið avgjørdi at hittast aftur til fundar fríggjakvøldið. Ætlanin er, at nýggja bygdaráðið verður valt á almennum bygdaráðsfundi leygarkvøldið ella mána- dagin. Soleiðis, sum Sosialurin hevur skilt støðuna, bendir mangt á, at Símun Johanne- sen verður borgarstjóri og Súni í Hjøllum, varaborgar- stjóri. Vit hava eisini skilt, at nývalda bygdaráðið ætlar at samstarva um val av nevnd- um og umboðum, har kommunan hevur umboð. Stór útskifting Súni í Hjøllum og Símun Johannesen eru teir einastu, sum eru eftir av gomlu »garduni« í Nes kommunu. Á valinum týsdagin fullu Haldur Vang og Jan Daniel- sen. Marjun Gaardbo, Katrin Poulsen og Eyðfinn Olsen lótu seg ikki stilla uppaftur. Tríggir listar vóru til val- ið hesaferð. Almenni listin (listi A) fekk trý umboð; Súni í Hjøllum, sum varð fyrstvaldur við 60 atkvøð- um, Símun Johannesen (53) og Petur J. Petursen (43). Listi B (Kvinnulistin) fekk tvey umboð; Helen H. Jacobsen (34) og Elin á Torkilsheyggi (32). Listi C fekk eisini tvey umboð; Petur í Túni (31) og Eyð- finn Johannesen (29), sum vann lutakastið við Mortan Højgaard, ið eisini hevði 29 atkvøður. Hetta er fyrstu ferð, at kvinnulistin, sum nú hevur fleiri ár á baki í Nes komm- unu, hevur fingið tvey um- boð. Á seinasta vali varð Kat- rin Poulsen vald á kvinnu- listanum, meðan Marjun Gaardbo, sum seinastu fýra árini hevur verið borgar- stjóri, varð vald á almenna listanum. Nývalda býráðið í Runavíkar kommunu skipaði seg á almenn- um fundi í býráðs- høllini í Saltangará hóskvøldið SKIPAN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Býráðið er skipað við Rodmundi Nielsen, sum borgarstjóra og Kára P. Højgaard sum varaborg-ar- stjóra. Tær føstu nevndirnar eru valdar við formonnum, nevndarlimum og eyka- limum, og somuleiðis hev- ur býráðið valt síni umboð í aðrar nevndir og stýri, har kommunan er umboðað. Aftrat hesum hevur kommunan, sum nú er vaksin við trimum øðrum kommunum, Skála komm- unu, Oyndarfjarðar komm- unu og Elduvíkar komm- unu, valt Skálanevnd, Oyndarfjarðarnevnd og Elduvíkarnevnd. Í Skálanevndini sita: Gunnvør G. Hansen, Petur Poulsen, Súni S. Kristian- sen. Varalimir eru: Jens Bech og Ruth Poulsen. Fyri Runavíkar býráð eru um- boðini: Rodmundur Niel- sen og Kári Johannesen. Varalimur er: Asbjørn Mikkelsen. Í Oyndarfjarðarnevndini sita: Erika L. Petersen, Hallur Ellingsgaard og Ingeborg Jacobsen. Vara- limir eru: Louis Houman og Janhild Olsen. Fyri bý- ráðið eru umboðini: Rod- mundur Nielsen og Kári P. Højgaard. Varalimur er: Hans J. Lamhauge. Í Elduvíkarnevndini sita: Michael Pattingson, Dánjal Martin Hansen og John Kjeld. Varalimir eru: Frida Reyná og Hans P. Hansen. Fyri býráðið er umboðini: Rodmundur Nielsen og Ólavur A. Olsen. Varalimur er: Klæmint Østerø. Valið stendur millum Símun og Suna Mangt bendir á, at Símun Johannesen verður nýggjur borgarstjóri í Nes kommunu og Súni í Hjøllum varaborg- arstjóri Mynd: Rúna Sivertsen Nýggja býráðið fer til verka Nývalda býráðið í Runavíkar kommunu. Fremst, fv.: Regin Jacobsen, Kári P. Højgaard, Rodmundur Nielsen og Hans J. Lamhauge. Aftast, fv.: Kári Johannesen, Kristian Gaardbo, Ólavur A. Olsen, Hans P. Ellingsgaard, Regin Olsen, Asbjørn Mikkelsen og Klæmint Østerø. Mynd: Judith Johannesen