hósdagur 5. juli 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018
SOSIALURIN 76
20
- Hetta er enn ein søga í røðini um sjáldsamar eiturkoppar,
nýggjar flugur og onnur smákykt, ið javnan eru at lesa og hoyra
í fjølmiðlunum, tá ið tað gerst lýggjari í veðrinum.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
T
órshavnar kommuna
tók í síðstu viku tað
óvanliga stigið at
kunna sínar borgarar
gjøgnum heimasíðuna um nakr
ar nýggjar flugur, ið høvdu gjørt
innrás í høvuðsstaðnum. Reyð
beintar flugur hava eftir øllum
verið til so stóran ampa hjá havn
arfólkum, at fleiri borgarar hava
vent sær til kommununa fyri at
boða frá hesum.
Tær vístu seg tó ikki at vera
vandamiklar, men er hetta enn
ein søga í røðini um sjáldsamar
eiturkoppar, nýggjar flugur og
onnur smákykt, ið javnan eru at
lesa og hoyra í fjølmiðlunum, tá
ið tað gerst lýggjari í veðrinum.
Neyvan er tað nakar, ið veit
meira um smákykt og líknandi
verur enn nólsoyingurin Jens
Kjeld-Jensen, ið á heimasíðu
síni jenskjeld.info, hevur eitt
hav av myndum og tekstum um
forvitnislig smákykt, ið føroy
ingar finna í náttúruni. Her eru
nakrar av myndunum hjá honum.
Fremmandir í Norðanlondum
Eiturkoppurin á myndini, ið
á latínskum eitur Larinioides
ixobolus, var ein av tveimum
eiturkoppum, ið blivu fangaðir í
einum bili 19. november 2016.
Talan er um ein fremmandan
gest, tí ikki bara er eiturkoppurin
fremmandur í Føroyum, men er
hetta slagi av eiturkoppi ikki
kent í Norðanlondum. Sambært
heimasíðuni hjá Jens Kjeld-
Jensen er eiturkoppurin vanliga
at finna í Týsklandi, Eysturevropa
og yvir móti USA.
Bilurin, ið eiturkopparnir vóru
í, kom úr Ungarn, og er tað helst
eisini haðani, at teir báðir eitur
kopparnir eru komnir til Føroyar,
upplýsir Jens Kjeld-Jensen.
Drotning
kom á
vitjan
Tað eru nógv ár síðan, at vespur
gjørdu innrás í Føroyum, og eru
tær vorðnar so mikið vanligar nú,
at tær eru blivnar ein partur av
føroyska summarinum.
Jens Kjeld-Jensen tók mynd av
hesi drotningini, ið kom inn um
dyrnar hjá honum 29. mars í ár.
TAÐ ÝÐUR V
SMÁKYKT