Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018 SOSIALURIN 76 21 Innrás av lærlittum loðmýggjum Tórshavnar kommuna hevur í vikuni fingið fleiri fráboðanir frá borgarum um, at tey eru plágað av svørtum flugum við reyð­um beinum, sum tykjast held­ur seinar. Fráboðanir vóru so mikið nógv­ar, at kommunan tók óvan­ liga stigið at kunna um flug­una, ið hevur gjørt innrás í høvuðs­ staðn­um, á heimasíðu síni. Talan er um flog­kykt av slagnum Lærlitt loðmýggj, ið hevur latínska heitið Bibio pom­onae. Flugurnar eru um 10- 13 mm til støddar og hava reyð bein. Tær eru ikki vandamiklar á nakran hátt, men um onkur tó verður órógvaður av teimum, so mælir kommunan teimum til at seta seg í samband við skaðadjóratænastu. Meðan talan er um nýggjar flug­ur fyri havnarfólk, so eru tær ikki fremmandar aðrastaðni í landinum. Jens Kjeld-Jensen skriv­ar á heimasíðu síni, at flug­ ur­nar eru vanligar í Suðuroy. - Fyri nøkrum árum síðani vóru so nógvar á Tvøroyri, at tað var sum eitt síggja eitt svart surrandi larmandi skýggj hanga uppiyvir bønum. Lærlitta loð­ mýggið er sætt norðanfjørðs sein­astu umleið 2 árini, og í ár í sera stórum tali í Tórshavn. Sambært Jens Kjeld-Jensen, so fann A. Bergh, tá hann var lækni í Føroyum, nakrar slíkar flug­ur í Suðuroy í árunum 1863- 68. Sóljubressa Myndin vísir eina sóljubressu, ið hevur latínska heitið Serico­ myia lappona. Jens Kjeld-Jensen skrivar, at tað er Mikkjal á Ryggi, ið hevur givið blómufluguni navnið. Tað er eingin orsøk at ræðast sólju­bressur, tí tær hvørki stinga ella gera nakað annað mein. Upplýst verður, at hóast tær verða roknaðar fyri at vera van­ligar, so finnast tær einans í ein­um avmarkaðum tali. Millum skjótastu í heiminum Hendan myndin er tikin í Eyst­ roynni 13. oktober 2017 og vísir ein honeiturkopp, ið á donskum eitur Stor husedderkop. Latínska heitið fyri eiturkoppin er Teg­en­ aria atrica. Upplýst verður, at eitur­kopp­ urin hevur eina beinvídd á upp móti 10 cm. Og við eini ferð á 0.53 metur um sekundið, er hann ein av skjótastu og fimastu eitur­ koppunum í heiminum. - Hetta slagið av eiturkoppi er funnið regluliga hesi seinastu árini, og helst ynglar hann nú í Tórshavn, skrivar Jens Kjeld-Jen­ sen á heimasíðu síni. Eiturkoppurin er upprunaliga at finna í Evropa, Miðasia og Norðurafrika, men hevur breitt seg út frá hesum økjum. Stor husedderkop verður um­ leið 6 ára gamal og leggur umleið 60 egg hvørjaferð hann verpur. VIÐ LÍVI