Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018 SOSIALURIN 76 22 GREINING ÁRNI GREGERSN P olitikkurin í Føroyum er í løtuni í einum tómrúmi. Tingið hevur summar­ frí, so ongar politiskar av­ gerðir verða tiknar fyrr enn tingið kemur saman aftur á ólavsøku. Onki er at ivast í, at løgmaður og sam­gonguleiðslan annars í løtuni gera metingar um, hvussu hetta seinasta árið í hesum valskeiðnum skal skipast Støðan hjá samgonguni er í løtuni ómetaliga góð. Arbeiði er til allar hendur og full ferð er á bú­ skapinum. Grundleggjandi eigur hetta at vera bestu fortreytirnar hjá eini sam­gongu til at fara til val, men fer hendan samgongan og løgmaður at út­skriva val í heyst – ella er ætlanin at halda fram til næsta ár. At tosa um val nú hevur ikki verið gott latín, men ábendingar eru um, at støðan í samgonguni er broytt og at fleiri og fleiri halda, at rætta løtan er at skriva út val til at vera í heyst. Royndarballónirnar sum bæði sam­gongufólk og andstøðufólk senda upp, benda klárt á, at eisini tey vænta, at val kemur áðrenn 1.september næsta ár. Fíggjarlógin Tað finnast fleiri orsøkir, sum kunnu freista løgmann til at trýsta á val­knøttin í heyst, heldur enn at bíða til einaferð næsta ár. Løgmaður veit, at í heyst skal eitt uppskot gerast til eina fíggjar­lóg fyri næsta ár. Arbeiðið er í gongd við hesumn, men allar royndir vísa, at tað er torført at halda aftur í útreiðslunum stutt undan einum vali. Sum onkuntíð fyrr, so eru samferðslumál og tunnlar sett ovast á breddan og tunnilsøðin hevur neyvan verið ógvusligari enn tað sama. Ikki bert er ferð á at gera tunnilin millum Skálafjørðin og høvuðs­staðin, men longu nú hevur há­tíðar­hald verið í Sandoynni. Har var alt gjørt klárt og fyrsta skotið latið av til eitt arbeiði, sum ikki byrjar fyrr enn um eitt ár. Hetta eru tunnlar, sum, skila­ góðir ella ei, allir flokkar á tingi hava gjørt semju um at gera, men tunnilsøðin steðgar ikki har. Farið verður undir at gera tunnil til Hvalbiar og nógv tos er nú um at framskunda tunnlarnar Norð um Fjall. Helst er hetta tað, sum leggur størst trýst á løgmann, tí í heppi­kórinum um at framskunda tunnlar­nar norðanfyri eru bæði and­støðu- og samgongufólk við. Landsstýrismaðurin við sam­ ferðslu­málum hevur sína egnu dags­skrá. Hann hevur sett eitt lítið toymi av fólki hjá landsverki til at gera nakrar smærri tunnlar og hann raðfestir tey eisini. Fyrst ein tunnil til Fámjin og so ein til Dals. Avleiðingarnar Sum um hetta ikki er nóg mikið, so eru fólk aftur farin at tosa um at gera tunnil úr Gøtudali til Mill­ um fjarða og samstundis gera ein ringveg uttan um bygdina Skála­ fjørð. Ein vegur, sum kostar einar 70 milljónir at gera. Tað er sjálvandi torført at sita sum ovasti samgonguleiðari og siga, at summar av hesum verk­ ætlan­unum ikki eru skilagóðar. Kort­ini má løgmaður gera tað – annars fer alt út av lagi. Jóannes Ejdesgaard, fyrrverandi løg­maður, spurdi í lesarabrævi her­ fyri um tað er rætt, at tunnlar eru tað einasta, sum kann tryggja ting­ fólk­um afturval. Onkur annar svarar, at í dag fyri­liggur ein samferðsluætlan, sum Landsverk hevur gjørt, men at vit eisini eiga at síggja í eyguni at ferðslan broytist alla tíðina og tí er neyðugt eisini at broyta rað­ fest­ingarnar.. Gerandisdagurin hjá okkum øll­ um er so nógv broyttur, at vit alla tíðina eru knýtt at bilum og buss­ um, so farleiðirnar mugu vera har. Aðrar góðar grundir Útskrivar løgnmaður val í heyst, so sleppur hann og samgongan undan at taka støðu til ynskini um út­gjarðing á fíggjarlógini. Taðð eru eisini aðrar grundir til, at tað er ein fyrimunur fyri sam­ gonguna at reinsa luftina í heyst. Vit hava fingið eina nýggja fiski­ vinnuskipan. Helst bleiv hon ikki heilt, sum landsstýrismaðurin við Samgongan ivast í um valið skal vera í heyst Nógvar ballónir frá tingfólkum og politiska støðan gera, at løgmaður metir um nær best er at útskriva val Løgmaður situr í heswum døgum og metir um politisku støðuna og nær frægast er at hava val Poul Michelsen og Framsókn hava sett tað ovast, at útreiðslurnar á komandi fíggjarlóg ikki fara á glið