hósdagur 5. juli 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018
SOSIALURIN 76
23
Longu eitt ár undan
skotinum í tunnilin var
hátíðarhald á Sandi.
Eit tekin um val?
fiskivinnumálum ynskti, men hon
er komin í gildi.
Fleiri vænta onkrar óhepnar
avleiðingar av henni, serliga tí at
útlit eru fyri at kvoturnar minka
og at inntøkan ikki verður so stór
hjá ávísum pørtum í vinnuni, sum
hon hevur verið
Verður val í heyst, og samgongan
tryggjar sær afturval, so fær hon
stundir at gera justeringar í lógini.
Partar av andstøðuni hava gjørt
greitt – serliga Fólkaflokkurin – at
fáa teir vald, so rulla teir fiski
vinnuskipanina aftur til tað sum
hon var.
Um hetta verður so er tó iva
samt, tí lítið er sum bendir á, at
Sambandsflokkurin fer í song við
Fólkaflokkinum um hetta.
Eitt annað, sum samgongan
helst ger sínar metingar útfrá, eru
tær veljaraknningar, sum higar
til hava verið síðani lógin um
fyrisiting av sjófeingi bleiv sam
tykt.
Kanska høvdu mong rokna
við, at kanningarnar fóru at geva
andstøðuni vind í seglini, men
so var ikki. Hyggja vit at teimum
kanningum, sum hava veirð, so
er tað í veruleikanum flytingin
av einum mandati, sum verður
broytingin millum samgongu og
andstøðu.
Hesi
viðurskitini
kunnu
broytast nógv, hugsa vit um eitt
hvast orðaskifti um fíggjarlógina
í heyst. Tað kann eisini broytast, tá
ið vit koma inn í næsta ár og stóru
fiskivinnufyritøkurnar aftur fara
at vísa á roknskapir við verri úrs
litum.
Tí kann tað vera lokkandi at
skriva valið út í heyst fyri at vita,
hvar føroyingar standa og um teir
framvegis taka undir við sitandi
samgongu.
Tað kann staðfestast, at sam
gongan hevur gjøgnumført ein
stóran part av teimum málum, hon
setti sær fyri.
Tað sum tað snýr seg um nú er
at tryggja føroyska búskapin nøk
ur ár fram.
Í samgonguni er tað fyrst og
fremst Framsókn, sum hevur meld
að út, at útreiðslurnar á ongan hátt
mugu fara á glið nú.
Á landsfundi floksins var full
komin semja um, at hetta er eitt
av stóru málunum, tá ið komandi
fíggjarlóg skal leggjast.
Spurningurin er so bara um
hetta fær somu undirtøku millum
flokslimirnar í hinum báðum sam
gonguflokkunum.
Val ja/nei
Sum lesari situr tú sjálvandi nú
og spyrt um vit fáa val í heyst.
Sannleikin er tann, at eg ikki eri
førur fyri at svara spurninginum.
Fleiri mál tala fyri, at tað er lættari
at skriva val út, men hinvegins so
vilja samgonuleiðararnir vísa, at
teir ikki renna undan ábyrgd.
Teir halda kanska, at teir
saman við landsstýriskvinnuni
við fíggjarmálum, Kristinu Háfoss,
fara at megna at køla tinglimir so
mikið niður, at útgjarðingin ikki
verður ov ógvusligt.
Royndirnar gjøgnum árini vísa
tó, at júst seinasta fíggjarlógin
undan einum vali, sum oftast fer
út um allar avtalaðar karmar.
Roknast kann við, at løgmaður
í ólavsøkurøðuni fer at taka fram
avrikini hjá samgonguni, síðani fer
at lodda dýpið millum síni egnu,
áðrenn hann tekur endaliga støðu.
Tunnilsøðrin er helst tørri nú enn nakrantíð fyrr
Fioskivinnan skal helst ikki koma aftur viå
ringum úrslitum áðrednn val verður aftur