hósdagur 5. juli 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018
SOSIALURIN 76
24
ÍTRÓTTUR
Ongland hevur sum áttanda og seinasta landið í HM-endaspælinum í
Russlandi vunnið seg til fjórðingsfinalurnar. Tað er sannur fótbóltsdámur
í Onglandi, men hvat skal til fyri at vinna sítt fyrsta HM-heiti síðani 1966?
HM 2018:
NÚ KEMUR
FÓTBÓLTURIN HEIM
Uruguay – Frakland
(Fríggjadagin klokkan 15)
Leikvøllur: Nisjnij Novgorod Stadium
Dómari: Nestor Pitana, Argentina
Sjónvarp: KVF, TV2
Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar
aftur)
Uruguay vinnur: 4.75
Javnleikur: 3.25
Frakland vinnur: 2.05
Møguligar uppstillingar:
Uruguay (4-4-2): Muslera - Caceres, Gimenez,
Godin, Laxalt - Nandez, Torreira, Vecino,
Betancur - Suarez, Stuani
Frankrig (4-2-3-1): Lloris - Pavard, Varane,
Umtiti, Hernandez - Kanté, Pogba - Mbappé,
Griezmann, Tolisso – Giroud
*Matuidi hevur leibann
Sosialurin tippar:
Í fleiri ár hevur samanhaldið og liðandin hjá
Fraklandi verið ein trupulleiki, men okkurt tykist
øðrvísi. Hóast avrikini ikki standa í mát við stóru
nøvnini á pappírinum, so nógv størri samsvar enn
til eitt nú HM-endaspælið í 2010.
Uruguay hevur hinvegin vunnið fleiri steyp við
júst góðum liðanda og sterkum samanhaldi,
ið hevur gjørt tað torført at bróta ljósabláa
múrinum. Síðani hava spælarar sum Luis Suarez
og Edinson Cavani avgjørt dystirnar.
Vit tippa, at Frakland vinnur 1-0.
Stjørnuáleyparin, Antoine Griezmann, skal
spæla móti liðfeløgunum, Diego Godín og José
Giménez. Teir vinna flestu av tvídystunum,
men við snildum verður áleyparin vinnarin av
dystinum. Frakland vinnur 1-0.
Brasil – Belgia
(Fríggjadagin klokkan 19)
Leikvøllur: Kazan Arena, Kazan
Dómari: Milorad Mažić, Serbia
Sjónvarp: TV2
Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar
aftur)
Brasil vinnur: 2.18
Javnleikur: 3.45
Belgia vinnur: 3.78
Møguligar uppstillingar:
Brasil (4-3-3): Allison – Fagner, Silva, Miranda,
Marcelo – Coutinho, Fernandinho, Paulinho –
Willian, Gabriel Jesus, Neymar
*Casemiro
Belgia (3-4-2-1): Courtois – Alderweireld,
Kompany, Vertonghen – Meunier, De Bruyne,
Witsel, Carrasco – Mertens, Hazard – Lukaku
Sosialurin tippar:
At Neymar liggur á vøllinum í minst tríggjar
minuttir, tí Belgia fara ikki at leggja seg í hesum
at síggja spennandi dysti. Brasil hevur tað,
sum skal til fyri at vinna HM. Hevur stoltan
fótbóltssið, spælarar í heimselituni og tykist
hava ein góðan liðanda og samanhald.
Belgia hevur eisini nógv av hesum, men tykist
mangla meiri grund í sínum liðiði. Nøvnini eru
stór og á pappírinum er liðið gott, men avrikið
móti Japan vísti eisini á veikleikar.
Líka so strævið tað er at síggja Neymar tveita
seg runt á vøllinum, líka so góður kann hann
verða. Vit tippa at Belgia fer at hava eitt vakið
eygað við Neymar, meðan landsmaðurin, Philippe
Coutinho, ger munin við skoti uttan brotsteigin.
Brasil vinnur 3-2
TRÓNDUR ARGE
E
ftir 57 dystir og 14
minuttir av Neymar
liggjandi á vøllinum,
eru vit nú komin til
fjórðingsfinalurnar
í
HM-
endaspælinum. Ein onglendingur
er toppskjútti, meðan Ongland
fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur
vunnið eina brotssparkskapping
í einum HM-endaspælið. Av tí
saman er sannur fótbóltsdámur
í Onglandi, har tey syngja
”Football’s coming home”, sum
hevur verið slagsangurin síðani
1996, tá Onglandi í hálvfinaluni í
EM-endaspælinum á heimavølli
tapti fyri Týsklandi – upp á
brotssparkskapping.
Syndarin tann dagin var Gareth
Southgate, sum í dag er enskur
landsliðsvenjari. Hartil eru týsku
heimsmeistarnir eisini úti av HM,
meðan aðrir favorittar sum Spania
og Argentina eru farin sama veg.
Ongland er eisini á tí HM-
vegnum sum hevur væl lægri
styrkismeting. Ongland skal nú
spæla móti Svøríki, sum er einasta
norðurlandi, ið er eftir. Vinnari av tí
fjórðingsfinaluni, skal spæla móti
vinnaranum av fjórðinsfinaluni
millum Russland og Kroatia.
Tað eru ikki lættir dystir fyri
nakran, men alternativið er Brasil,
Belgia, Uruguay og Frakland.
Tað verður ikki tippingin hjá
Sosialinum, sum kemur at verða
avgerandi fyri hvør vinnur, men
vit fara alíkavæl at hoppa upp á
vongin hjá eitt nú Onglandi.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Fjórðigsfinala finala 2:
Fjórðigsfinala finala 1: