Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018 SOSIALURIN 76 25 Svøríki – Ongland (Leygardagin klokkan 15) Leikvøllur: Samara Arena, Samara Dómari: Björn Kuipers, Holland Sjónvarp: KVF, DR1 Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur) Svøríki vinnur: 5 Javnleikur: 3.4 Ongland vinnur: 1.99 Møguligar uppstillingar: Svøríki (4-4-2): Olsen – Krafth, Lindelöf, Granqvist, Augustinsson – Claesson, Ekdal, Larsson, Forsberg – Toivonen, Berg * Mikael Lustig England (3-5-2): Pickford – Walker, Stones, Maguire – Trippier, Alli, Henderson, Lingard, Young – Kane, Sterling Sosialurin tippar: Fótbólturin er á veg heim. Ongland er hvørtfall favorittur at koma í HM-finaluna, hóast Svøríki als ikki er nakar lættur biti. Ongland hevur í løtuni viðgongd, har serliga Harry Kane er í einum flokki fyri seg. Hann er róligur sum fáur og minnir í løtum um Alan Shearer, sum í síni tíð mundi verða millum bestu áleyparnar í heiminum. Tó hava spælarar sum Raheem Sterling ikki víst seg frá sínum heilt góða spælið. Svøríki spælir sum eitt ordans norðurland. Tað er vælskipað og tú ert ongantíð í iva um, at tað mesta er tilrættislagt. Svøríki vann uppiborið á Sveis, men Ongland tykist eitt betri. Brotssparkskapping aftur? Ongland vinnur 5-4, eftir 1-1 í vanligari leiktíð. Harry Kane skorar aftur. Russland – Kroatia (Leygardagin klokkan 19) Leikvøllur: Fisjt Stadion, Sochi Dómari: Sandro Ricci, Brasil Sjónvarp: KVF, DR1 Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur) Russland vinnur: 4.1 Javnleikur: 3.12 Kroatia vinnur: 2.3 Møguligar uppstillingar: Russland (3-4-2-1): Akinfeev - Kutepov, Ignashevich, Kudryashov - Fernandes, Kuzaev, Zobnin, Granat- Samedov, Golovin - Dzyuba Kroatia (4-2-3-1): Subatic - Vrsaljko, Lovren, Vida, Strinic - Rakitic, Brozovic - Rebic, Modric, Perisic – Mandzukic Sosialurin tippar: Russland hevur tikið øll á bóli. Vertstjóðin hevði stórar trupulleikar undan endaspælinum, men við greiðum sigri á Saudiarabia i setarnardystinum broyttist alt. Russland kom úr bólkinum, men við tapi fyri Uruguay í seinasta dystinum í bólkaspælinum, sá út til at góðan gongdin steðgaði, men so vunnu russar á ongum minni enn Spania. Kroatia hevur færri íbúgvar enn eitt nú Danmark, men har eru stórar stjørnur á liðnum. Ongar størri enn Luka Modric úr Real Madrid og Ivan Rakitic úr FC Barcelona. Tað kemur nokk at gera munin og Kroatia vinnur 2-1, ella eftir brotssparkskapping. Fjórðigsfinala finala 3: Fjórðigsfinala finala 4: