hósdagur 5. juli 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018
SOSIALURIN 76
26
Óli Jacobsen
Siðsøga
Óli Jacobsen
1.partur
T
að er framvegis hugaligt,
at tað eru so mong, sum
geva til kennar, at tey
halda hesa røðina við
siðsøgu vera ógvuliga áhugaverda.
Eitt úrslit av hesum er, at tað eru
komnar undan kavi frásagnir, sum
hava verið púra ókendar, eisini hjá
ættarfólkunum.
Forsøgan til hesa frásøgn er,
at Bernhardina Klein í Klaksvík
er komin í samband við ætt hjá
manninum, Heðini, í Danmark.
Hesi donsku ættarfólk hava
ligið inni við eini skrivligari frá
søgn, sum lutvíst er ættarsøga
hjá ættini í Føroyum, og sum eisini
er eitt íkast til Klaksvíkar søgu.
Henda frásøgn er grundarlagið
fyri hesi røð. Umframt verða tikn
ar við aðrar frásagnir, sum hava
samband við tíðina, tey fólk og ta
ætt, sum verður umrødd.
Fyri at greina hesa ætt má
fyrst farast til J. Símun Hansen
og hansara bókarøð "Tey byggja
land". Søgan byrjar við Jóan Paula
og Lisu í Horni, sum høvdu eftir
navnið Johannesen. Tey fingu átta
børn, sum øll búsettust í Klaksvík
og gjørdust ein av størstu ættun
um í bygdini.
Henda søgan snýr seg fyrst
og fremst um elstu dóttrina Sara
Sophie f. 1866, sum í 1887 giftist við
Jákupi Klein av Strondum. Tey bú
settust á Selheyggi. Hini børnini
hjá Lisu og Jóan Paula vóru:
Poul Johannes f. 1867, giftist
í 1890 við Onnu Sofíu Eliassen,
ættað úr Hattarvík.
Bærent f. 1870, giftist í 1892 við
Malenu Simonsen úr Víkunum í
Klaksvík.
Malene f. 1872, giftist í 1896 við
Ludvig Kjelnæs, ættaður úr Havn.
Hann arbeiddi fyri Faktorin, stóra
handilsmannin í Klaksvík tá í
tíðini.
Thora Maria f. 1875, ógift, búði
hjá Gøtu Pola í Klaksvík.
Ole f. 1877, giftist í 1905 við
Cathrinu Sophie Danielsen úr
Nólsoy. Katrina varð vanliga kallað
Ólakona. Tískil kom maðurin at
vera Óli hjá Ólakonu!
Henrikke Sophie f. 1880, giftist
við Eiðis Kristoffer í Klaksvík, bú
sett í Víkunum.
Marianna f. 1884, giftist í 1905
við Kristian Rasmussen í Grótin
um.
Marianna gjørdist eitt sera
kent navn. Hon var mamma Palla
hjá Mariannu, ein tann kendasta
skiparan í Føroyum. Eisini hevur
hon lagt navn til skip og virki.
Hon giftist nevniliga við
Kristiani í Grótinum, sum var ein
tann fremsti útróðrarmaðurin
í Klaksvík. Fyri hetta fekk hann
fleiri heiðursmerki, millum annað
eisini frá landsstýrinum. Eisini
hevur hann lagt navn til eina ta
fremstu fyritøkuna í landinum.
Børnini hjá Sáru og
Jákupi Klein vóru:
Malena Elisabeth f. 1888. Giftist
niðri í Danmark
Johanne Pouline Klein f. 1890,
kallað Hanna, sum henda søgan
fyrst og fremst snýr seg um.
Jacobina f. 1893, gift til Fugla
fjarðar við Lutherusi Joensen. Tey
fingu átta børn
Joen Pauli Siderius f. 1895. Hann
vaks upp í Uttarustovu í Hattarvík
og giftist har í 1931 við Else Malene
Petersen úr Norðistovu á Oyri.
Hans Pauli f. 1898, giftur í 1921
við Herdis Dahl úr Árantsstovu á
Uppsølum.
Sara Sofia Jacobina B. Fredr.
Klein f. 13. juli 1900. Uppkallað eftir
mammuni, sum doyði stutt eftir, at
Sára var fødd. Sára var fyrra kona
Alfred Møller Jensen. Tey búðu í
Keypmannahavn. Eitt skifti var
hann leiðari á dampvaskarínum
hjá Kjølbro.
Klaksvíkin í 1890
Henda søgan kemur fyrst og
fremst at snúgva seg um Honnu.
Hennara frásøgn er skrivað á ellis
árunum niðri í Danmark. Hon er
fyrst um hennara barndóm í Klaks-
vík. Her er okkurt íkast til søguna
um Klaksvík. Frá egnum royndum
greiðir Hanna millum annað frá
umstøðunum hjá børnum, sum
mistu mammuna og pápan.
Hanna var fødd í 1890. Klaks
vík var sjálvandi tá ein heilt annar
býur enn í dag. Fremsti vinnulívs
maðurin var Johan Christian Djur
huus, Faktorin, nevndur, ættaður
úr Havn. Fólkatalið var gott 500.
Her var eingin slupp, bert nakrir
útróðrarbátar. Sjálvt sjúkrahúsið
var ikki komið. Kjølbro var bara
trý ára gamalur, so tey hava gingið
í skúla samstundis.
Síðani greiðir Hanna frá um
lívið uttanlands. Hon fór eins
og systirin sum ung genta av
landinum til Danmarkar, sum
nógvar gentur gjørdu tá, bæði
fyrr og seinni. Hon fór ikki bara
til Danmarkar, men eisini til
Londonar, har hon var undir 1.
heimsbardaga. Hon kom aftur til
Danmarkar, har hon fekk mann
og børn.
Systir hennara, Lena, fór eisini
til Danmarkar, og er hon ein part
ur av hesi søgu.
Frásøgnin hjá Honnu:
Dugnalig
mamma
Eg eri fødd í Klaksvík 16. oktober
1890. Mítt fulla navn er Johanne
Poulina Klein. Pápi mín visti
ikki, hvaðani Klein navnið kom.
Men beiggi mín, Hans Pauli, fann
fram til, at navnið stavar frá eini
aðalsætt í Týsklandi. Tey áttu ein
son, sum varð sendur til Føroya
á eini kanningarferð. Hesin ungi
drongurin fall fyri eini føroyskari
gentu, og hann bleiv verandi í
Føroyum og fekk eina stóra ætt.
Pápi bygdi síni hús í 1884.
Kjallarin var býttur í tvey eins
stór rúm. Í øðrum partinum var
kúgvin, sum var reyð og hvít, og
so høvdu vit høsn og dunnur. Vit
børn hildu tað vera so stuttligt at
síggja dunnurnar fara vaggandi
oman á sjógv á morgni. Tær funnu
sjálvar heimaftur um kvøldið.
Í hinum partinum av kjallar
anum høvdu vit tríggjar tunnur,
sum oftast vóru fullar. Í einari
var saltfiskur, í eini aðrari saltsild,
og so var ein tunna við grind og
spiki. Í einum horni var ein kvørn.
Henni høvdu vit nógva gleði av. Tá
ið mamma skuldi baka, fór hon
niður í kjallaran at mala korn, og
hon kom uppaftur við mjøli.
Vit høvdu eina ógvuliga dugna
liga mammu. Tá ið tíðin var komin
at slakta seyðin, skaffaði pápi eitt
ella tvey lomb til mammu at gera
til. Tá fekk hon úr at gera við
millum annað at gera blóðpylsu
og at fáa kjøtið til sættis. Men tað
Farið verður nú undir eina frásøgn hjá Honnu Klein, f. 1890, sum
ung fór úr Klaksvík, og sum var í London undir 1. heimsbardaga
KLAKSVÍKSGENTAN, SUM VILDI
GIFTAST Í ROSKILDE DÓMKIRKJU
Hanna Klein:
Hanna sum ung
Tað var úr hesum býlingi á Strondum, Niðri á
Fløtum, at Jákup Klein var ættaður.