hósdagur 5. juli 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JULI 2018
SOSIALURIN 76
27
týdningarmesta var tó skinnið.
Fyrst skuldi ullin fáast av skinn
inum. So bleiv ullin vaskað. Tað
næsta var, at systir mín, Lena,
og eg vórðu sendar í hagan at
skaffa bark, sum skuldi nýtast til
at barka skinnini. Tá ið skinnini
vóru barkað, minnist eg, hvussu
vøkur tey vóru. Tey høvdu fingið
ein deiligan morreyðan lit. Síðan
skuldu mamma og pápi skera
roðið til, so tað kundi seymast til
rotuskógvar.
Vildi giftast í
dómkirkjuni í Roskilde
Vit vóru tá fimm børn, so hetta var
ikki smávegis arbeiði, men pápi
var ein góður maður, sum altíð
hjálpti mammu. Sum eg minnist
pápa, var hann altíð í góðum lag.
Ullin bleiv karðað og spunnin.
Pápi karðaði, og mamma spann.
Á loftinum høvdu vit ein stóran
vev. Mamma vevaði so klæði,
sum bleiv brúkt til okkum tríggjar
systrarnar. Eg gloymi ikki teir
vøkru litirnar í hesum stoffi - gult,
reytt og hvítt. Vit vóru ógvuliga
ernar at fáa slíkar fínar kjólar.
Eg minnist frá skúlanum, at vit
høvdu eina danska sálmabók, og
fremst í henni var mynd av fýra
donskum dómkirkjum. Hetta vóru
tær í Roskilde, Viborg og Århus og
ein fjórða.
Ein dagin sigi eg við mínar
skúlavinkonur, at eg vildi giftast
í dómkirkjuni í Roskilde. Hetta
frættist skjótt, og eg bleiv argað av
teimum. Tá angraði eg, at eg hevði
sagt hetta. Men tað var okkurt
við hesi kirkju, sum tiltalaði meg.
Seinni verður komið aftur til
hetta. Eg kom nevniliga at giftast
júst í Roskilde Domkirke!
Fingu eykaundirvísing
Pápi og mamma hava á sín hátt
verið eitt sindur frammarlaga.
Eg minnist týðiliga, at tað kom
ein lærarinna heim til okkara at
geva Lenu, systir míni, og mær
eyka undirvísing í ymsum læru
greinum. Tað var eisini ætlanin,
at Lena skuldi fara til Havnar á
læraraskúla.
Tá ið várið kom, var tíðin komin
at gera pápa út til at fara til skips.
Bindast skuldu heit klæðir, tí,
sum mamma segði, “Far skal ud at
tæmme de vilde Bølger.”
Mamma keypti laklørift og
seymaði klæði til pápa, buksur,
jakka og húgvu við skugga, so
hann ikki skuldi fáa sjógv í eyg
uni. Tá ið hetta var gjørt, orðnaði
pápi restina, og tað var at fern
isera oljudansin. Hann varð fern
iseraður fleiri ferðir. Eisini varð
hann smurdur við olju, til hann
var púra tættur.
So kom tann avgerandi løtan,
tá ið vit skuldu siga farvæl við
pápa. Tað var slett ikki nøkur
sjálvfylgja, at allir hesir menninir
komu heimaftur. Tað vóru jú jskip,
sum ikki komu aftur. Teir fóru til
Íslands, har tann stóri toskurin
var at fáa. Mamma var við barn í
ár 1900 og skuldi eiga fyrst í juli, og
teir vórðu ikki væntaðir heimaftur
fyrr enn um miðjan august.
Vit sóu skipið fara út av Klaks
vík við hvítum stavni og hvítum
seglum. Ovast var eitt lítið Danne
brogsflagg. Hetta var ein stórsligin
sjón. Skipið hevði eisini tað vakra
navnið Jubilæ.
Um Jubilæ
Her kann høvið nýtast at greiða
frá hesum søguliga skipi. Jubilæ
var fyrsta slupp í Norðoyggjum.
Tí skal fyrst endurgevast tað, sum
Símun Hansen skrivaði um skip
og reiðarí:
Jógvan Christiansen – Havnar
Jógvan kallaður - kom til Norð
depils á sumri 1879 sum fyristøðu
maður fyri úthandilin hjá Jørgen
Bech & Sønner. Um 1910 yvirtók
hann sjálvur handilin og helt fram
við honum. Í 1897 keypti hann
saman við sonum sínum, Kristiani
og Sámali, sluppina Jubilæ. Jákup
Olsen við Gøtugjógv førdi hana í
trý ár. Í 1900 gjørdist Kristian
skipari, 24 ára gamal. Sámal, sum
fekk skiparaprógv í 1924, bara 21
ára gamal, førdi Jubilæ frá 1904,
til hon á heysti 1909 fór á land í
Skotlandi og varð vrak. Manningin
bjargaðist.
Jakku við Gøtugjógv gjørdi
nógv av at royna undir Føroyum.
Annað árið, hann førdi Jubilæ,
fekk hann so nógvan fisk á djúpum
vatni úti á Fugloyarbankanum, at
hann ongantíð fór til Íslands hetta
árið.
Í 1903 lá hon á vetrarlegu á
Klaksvík. Ein ódnardag fyrst í
mars mánaði sleit hon og rak heim
í vestara ósan heilt upp á turt,
men var útafturtikin av einum
trolara. Hon slapp ikki aftur til
fiskarí hetta árið. So nógvur var
rennisjógvurin henda dagin,
at alt lendið undir vegnum um
Vágsbø lá undir í sjógvi, og tað
súgaði rundan um handilshúsini
á Biskupsstøð (hjá Ziska).
Kristian fór at føra skip í 1900
og helt á til 1938. Eitt árið undir
fyrra heimsbardaga var hann
heima, so hann kom at vera skipari
í 37 ár. Sámal var skipari frá 1904
og helt á til 1941.
Óføra trúgvar kundu manning
arnar vera, og tað var ikki óvanligt,
at sama fólk var við skipunum í
mong, mong ár. T.d. var Gunnar
Joensen úr Árnafirði kokkur við
Sámali í 37 ár, og Louis Hovman
í Oyndarfirði bestimaður hjá
honum í 36 ár. Eitt annað dømi
var Eliesar í Múla, sum
sigldi heilt nógv ár við
skipunum hjá Hvanna
sundsmonnunum.
Hann var vist við
King Arthur, Gundick
og Vestfart. Eliesar var
á sínum eldru døgum
roknaður sum ein
partur av familjuni hjá
Debesi, soni Kristians.
Ein dóttir hansara er
Ása Michelsen, sum
bleiv 100 ár tann 16.
juni í ár.
Skráseting:
Jubilæ, Norðdepil.
KG 236. 2 mastrað
slupp, 79,55 tons bæði
brutto Christiansen,
keypmaður,
Norðdepil, keypir
5/6 1897 frá Joen
Garðshorn, Oyndar
fjørð. 7/10 1909 fórst
skipið við skotsku
strondina á veg úr
Havn til Leith.
Besta skip í
Norðoyggjum
Í Norðlýsinum var í
1955 hesin stubbi, sum
er áhugaverdur í sam
band við hesa søgu:
Árið 1900 var eitt
sera gott fiskiár, og
skipsveiðan var væl
størri enn nakrantíð
áður. Søluvirðið var tætt við
eina millión kr., harav 425.000
í Suðuroy, restin norðanfjørðs.
Tey bestu skipini fiskaðu fyri 15-
20.000 kr. Tað besta, Marshall, fyri
kr. 22.400. Hetta árið vóru 81 skip í
Føroyum og bert trý í Norðoyum.
Veiða teirra var:
Norðoyingurin
283 skippund
9.000 kr.
Dart
296 skippund
9.200 kr.
Jubilæ
432 skippund
14.600 kr.
Símun Hansen í Vági hevði Norð
oyingin og Dart, J. Christiansen í
Norðdepli Jubilæ. Hetta sama árið
var prísurin á saltaðum stórum
toski 12-13 oyru fyri pundið og
á klippfiski, stórur toskur, 18-21
oyru.
Hetta sigur nakað um, hvussu
nógv er broytt hesi nógvu ár. Men
tað, sum hevur áhuga fyri hesa
frásøgn, er, at pápi Honnu í 1900
hevur verið við einum av teimum
frægu skipunum í Føroyum og tí
besta í Norðoyum.
Komandi partur
Í komandi parti greiðir Hanna frá, tá ið hon misti
mammu sína í barnsferð, meðan pápin var burtur.
Stutt eftir misti hon eisini pápan.
Jákup og Sára Klein, foreldrini hjá Honnu, sum eigur hesa søgu.
Grindadráp í Klaksvík í 1906, tá ið Hanna var ung. Rundingurin er teknaður um grundina
hjá Peturi bakaranum, har Bestesda varð bygt í 1917. Ùr bókini um søguna hjá Bestesda.
Tað finst eingin mynd av Jubilæ. Men í Havið og Vit hevur Frithjof
Joensen, pápi Bernhardinu Klein, hesa lýsing av menningini
av sluppunum frá ár 1900 til 1960. Hann lýsir m.a. menningina
frá ongum stýrihús til brúgv og frá seglum til eingi segl.