Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. juli 2018 · Nr. 77 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN SÍÐA 7 Kreativi íverksetin farin NØVN SÍÐA 6 Johs. Andr. Næs deyður Tað er ikki óvanligt, at spurningurin um n­ýval spøkir, tá valið nærkast. Í Føroyum eru vit ikki eins von við val í ótíð, sum til dømis í Dan­ mark. Fólkatingsval var 18. juni í 2015, og løg­tingsval var 1. september sama ár. Tað merkir, at vit í seinasta lagi næsta ár aftur skulu hava bæði løg­ tings- og fólkatingsval. Í Danmark verður roknað við, at um ein stjórn, eitt fólkating, hevur sit­ið í umleið hálvtfjórða ár, so er skeið­ið rokkið. Forsætisráðharrin skal al­tíð hava tíð at umráða seg til at skriva út val, tá tað passar hon­ um – og sjálvandi stjórnini við – best. Tí kunnu vit vera rættilga vís í, at fólka­tingsval verður í seinasta lagi til várs, kanska í mars ella í apr­ íl. Verið farið longur, so hevur for­ sæt­is­ráð­harr­in ikki tamarhald á, nær val­ið verður skrivað út, og tí er vandi fyri, at valið verður, tá stjórn­ in ikki er nóg høgt í metum. Soleiðis verður ikki gjørt í Før­ oy­um. Her verður tað roknað sum ein dygd, at løgtingið situr skeiðið út. Og tað merkir í orðsins rætta týdn­ingi »skeiði út«. Valið verður ofta hild­ið á degnum, um hann ikki fell­ir á ein sunnudag, tí tá kann val ikki haldast. Tí er alt tos um nýval í heyst helst meira gitingar. Tí løgmaður stýr­ir tí ikki so einsamallur ella so hart, sum for­sæt­is­ráðharrin í Dan­ mark ger. Tá vit hava løgtingsval í Før­oy­ um í ótíð, so er tað tí, at lands­stýr­is­ sam­gong­an hevur trupulleikar. Og tað er einki stuttligt hjá løgmanni at fara til val við eini samgongu, sum hev­ur trup­ulleikar – ella rættari, eini samgongu, sum viðgongur, at hon hevur trupulleikar. Tað upplivdu vit seinast, tá Gammeltoft-frágreiðingin setti so mikið álvarsamt spurnartekin við leiklut løgmans, at hann valdi at skriva út val á ólavsøku. Jú, avbjóðingar eru fyri framman. Ein fíggjarlóg skal gerast um fáar mánaðir, har samgongan skal vísa sínar dygdir. Verður val skrivað út fyri ta tíð, so fær samgongn skotið tað í skóvarnar, at hon ikki torir. So neyvan fer tað at henda. Men 1. september er ein óheppin val­dagur, tí so skal valstríðið hald­ ast um summarið og á ólavsøku. Tí er meira sannlíkt at vit fáa eitt løg­tingsval í vár, kanska í mai ella fyrst í juni – og tað kann løgmaður gera uttan at vera ákærdur fyri at tveita handklæðið í ringin. HELST TVEY VAL TIL VÁRS Fyrra hálvár í ár er bilasølan hækk­að við sløkum átta pro­ sentum í mun til sama tíð­ar­ skeið í fjør. Tað er tá vit tosað um samlaða innflutnignin av ak­førum. Fara vit nærri inn í tøl­ini, so síggja vit, at góð 12 pro­sent fleiri persónbilar eru seld­ir fyrr hálvár í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Næststørsti bólkur er vøru­vognar. Har hevur eisini ver­ið framgongd, tí seldir eru akk­urát 200 vøruvognar fyrr hálv­ár í ár í mun til 192 sama tíð­ar­skeið fjør. Viðfestisvognar er trið­ størsti bólkur, og har er søl­ an minkað, tí bara 91 við­fest­ is­vogn­ar eru seldir í mun til 99 sama tíðarskeið í fjør. Higartil í ár eru seldir 186 bil­ar av merkinum Toyota, sum er mest seldi bilur hig­ar­ til í ár. Men beint í hølunum á Toy­ota kemur Volkswagen við 184 seldum bilum. Seinasta mánaðin er Volk­s­wagen mest seldi bil­ ur við 29. Næst Toyta er Ford við 28 og á triðja plássi Toyota við 25. Í maimánaði var Toyota á fremsta plássi, men í apríl var tað eisini Volkswagen, sum var mest seldi bilur. Her er listin yvir 10 tey mest seldu bilasløgini seinasta mánaðin: TOYOTA 186 VOLKSWAGEN 184 FORD 134 RENAULT 133 NISSAN 97 VOLVO 89 KIA 85 SUZUKI 73 MITSUBISHI 72 CITROEN 68 Her er listin yvir 10 tey mest seldu bilasløgini í higartil í ár: VOLKSWAGEN 29 FORD 28 TOYOTA 25 RENAULT 19 MITSUBISHI 14 SUZUKI 13 VOLVO 13 BRENDERUP 12 PEUGEOT 11 NISSAN 10 Bilasølan hækkað við sløkum átta prosentum Løgmaður hevur ikki so stórt frælsi at skriva út val – Betri Trygging kom her­fyri á marknaðin við nýggj­ari og einfaldari bil­trygg­ing, sum hevur fleiri val­møguleikar enn áður. Hetta varð gjørt, tí kund­ar­nir hjá Betri ynsktu fleiri trygg­ing­ar­møguleikar til bilin. Í hesum sambandi hev­ur Betri Trygging nú skriv­að undir avtalu við ANSNI um Betri Bilhjálp. Tað skrivar Betri í tíð­ida­ skrivi í morgun: »Nýggju biltryggingarnar hjá Betri Trygging hava fleiri dekningar enn gamla bil­ trygg­ingin, og fleiri av hesum dekn­ing­um eru púra nýggjar á før­oyska marknaðinum, so sum skeiv áfylling, numm­ar­ plátustuldur og mekaniskur skaði. Eisini eru nógv eft­ir­ spurdu dekningarnir park­ er­ings­skaði og bilhjálp nú eisini við. Møguleiki er nú eisini at fáa Bilhjálp hjá Betri Trygg­ ing. Hendan trygging veitir tær hjálp, tá tú av ávísum or­søk­um steðgar upp ella kem­ur í óføri á vegunum í Før­oyum. Hevur tú Betri Bi­l­hjálp í tínari biltrygging, skalt tú bara ringja til Betri Bilhjálp á tel 60 60 60, so er hjálp­in á veg. ”Betri Trygging leggur seg altíð eftir at veita kundunum eina góða og nútímans tæn­ astu. Eftirspurningur hevur ver­ið eftir einari trygging sum hesari, og tí eru vit sera feg­in um hetta samstarvið við ANSNI, sum merkir, at vit kunnu bjóða kundum okk­ara Betri Bilhjálp í øllum Før­oy­ um," sigur Ingunn Eiriks­dótt­ ir, stjóri í Betri Trygg­ing. Tað er ein treyt fyri at fáa Bilhjálp í Føroyum, at bil­ur­ in ikki er eldri enn 5 ár frá fyrstu skráseting.« Betri bjóðar Bilhjálp Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging, og Helgi Justinussen, stjóri í Ansni Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin