Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74 POLITIKKUR Politiska viðgerð um raðfesting av tunlum Tilmæli er komið um at broyta raðfesting, men nú skal tað viðgeast politiskt Árni Gregersen Løgmaður fer nú at seta gongd á politisku viðgerðina um tun larnir Norð um Fjall skulu uppraðfestast. Ein arbeiðsbólkur, mannaður við fólki úr samferðslumálaráðnum, fíggj­ar­málaráðnum og av løgmans­ skrivs­tovuni, hevur gjørt eitt til­ mæli, har tað millum annað stend­ ur, at farleiðin gjøgnum báðar teir gomlu tunnlarnar í Norðoyggjum er ótíð­arhóskandi. Bill Justinussen, Miðflokkurin, spurdi løgmann, hvørjar ætlanir sam­gongan hevur viðvíkjandi tunnl­unum Norð um Fjall. Løgmaður svvaraði, at lands­ stýrið 17.mei setti ein arbeiðsbólk at greina og gera tilmæli um, hvussu samferðsluundirkervið mest skyn­ samt og skilabest kann byggj­ast út. Bólkurin skuldi eisini hyggja eftir, hvat besti fíggjarleisturin er. Løgmaður svarar eisini ting­ mann­inum fyri Miðflokkin, at bólk­ urin mælir til at raðfesta tunlarnar Norð um Fjall tí farleiðin ikki er tiðar­hósk­andi longur Politisk viðgerð Í svarinum sigur løgmaður, at nú verður farið undir politisku við­ gerð­ina av málinum. Hann sigur, at samgongan fer at fáa so breiða undir­tøku fyri íløgkarminum, sum til ber, Løgmaður staðfestir eisini, at eydn­ast tað at finna eina politiska semju, so verða tunnlarnir fram­ skund­aðiir. Okkurt í politsku skipanini bend­ir eisini á, at undirtøkan fyri at fram­skunda tunlarnar finst – bæði í and­støðu og samgongu. Herfyri var eitt uppskot lagt al­ ment fram um at brúka nakað av inn­tøkunum frá Norðoyartunlinum til at gera fyrireikingararbeiðið til tunl­arnar Norð um Fjall. Tá vóru fleiri úti og søgdu, at hetta ikki fór at bera til, tí ein sam­ ferðsluætlan, sum inniheldur rað­ festing av tunlum, er gjørd og sam­ tykt. Í einum svari uppá ein fyri­ spurn­ing frá Bjørn Kalsø, Sam­ bands­flokkurin, skrivar løgmaður 31.mei, at eftir tí ætlan, sum er sam­ tykt, so verður farið undir at gera tunl­arnar Norð um Fjall í 2022. -Tað er ikki nøktandi og tí ar­ beiðir landsstýrið við øðrum loysn­ um, segði løgmaður í svarinum. Val stundar til Líkindini fyri, at verkætlanin í Norð­oyggjum verður framskundað, eru helst góð, tí áðrenn 1.september næsta ár hava vit havt val til Løg­ tingið. Eygleiðarar – harímillum fyrr­ verandi løgmaður, Jóannes Ejdes­ gaard, hava lagt til merkis, at tunnil­søðin millum tingfólk ongan­ tíð hevur verið meira ógvuslig enn júst nú. -Tað sær út til, at tingfólk ikki halda tey verða vald aftur, kunnu tey ikki vísa á ein tunnil, sigur Jó­ ann­es Ejdesgaard. Onnur vísa eisini á, at ferðin á búskapinum í løtuni er ógvuslig og ivast í um tað er skilagott, at tað almenna setir fleiri arbeiðir í gongd. Samstundis sum løgmaður tí nú situr saman við landsstýrinum og aðalráðunum og skrivar ólav­søku­ røðuna, skal hann eisini taka støðu til spurningin um tunlarnar í Norð­ oyggj­um Hann viet eisini, at Javn­aðar­ flokk­urin og Tjóðveldi ikki standa serliga sterkir í Norðoyggjum eftir at lógin um fyrisiting av sjófeingi var samtykt. Tað kann hava við sær, at báð­ir flokkarnir missa atkvøður í øk­in­um og gerast uppaftur meira mið­stað­ ar­flokkur, Eisini ein spurningur, sum er part­ur av politisku við­gerð­ini. Hó­ ast hetta, so er tað Hvalbiar­tunn­il­ in, sum er í gongd. Verður nakað framskundað beint nú, so verður tað fyri­reik­ing­ ar­arbeiðiið til tunlarnar norðanfyri. Aksel V. Johannesen, løgmaður, feer nú undir politiskt at viðgera eitt tilmæli um at framskunda tunnlarnar Norð um Fjall. Bill Justinussen, Miðflokkurin, vildi hava at vita um løgmaður ætlar at bjóða andstøðuni við í arbeiði. Skotið er áður upp at brúka intøkur frá Norðoyartunnlinum til at fíggja fyrireikinganrar til tunnlarnar Norð um Fjall.