Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Allir søgdu ja at møta mær og gav eg teimum øllum eitt band við Alex, ið eg hevði við í viðførinum til USA. Síðan bað eg teir seta seg í samband við meg, um áhugi var fyri at arbeiða víðari saman. Hvør einstakur ein vendi sær aftur til mín og ynsktu at gera fløguna við Alex Bærendsen. So nú høvdu vit ein luksustrupulleika. Hvønn skuldu vit velja? Soleiðis greiðir Jákup Zachariassen frá ferðina, ið knýtti føroyska tónleikaheimin til Nashville. Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Av og á verða tilknýti skapt millum persónar, býir, stovnar og onnur, ið at síggja til ikki hava tað stóra til felags ella eru so mikið langt burtur frá hvørjum øðrum landafrøðiliga sæð, at tað er torført at skilja júst hvussu sambandið er komið í lag. Eitt slíkt forkunnugt samband er tilknýti millum Føroyar og am­ erik­anska býin Nashville, ið kanska best er kendur sum heimstaður fyri kontritónleik. Hóast tað eru yvir 6.000 kilometrar millum Før­ oyar og Nashville, so er eitt heilt ser­ligt tilknýti millum føroyska tón­leikaheimin og Nashville, ið sæst best aftur í, at tað eru eitt ótal av føroyskum einstaklingum og bólkum, sum gjøgnum ár og dag hava spælt inn fløgur og løg í heim­ býnum hjá kontritónleikinum. Men í mun til nógv onnur slík sam­bond, so er upphavið til hetta ser­liga tilknýti ikki so trupult at finna, og hevur sangarin Alex Bærend­sen, sum í farna mánað and­aðist í arbeiðsvanlukku á Tvør­ oyri, ein týðandi leiklut í hesum. The Imperials Søgan byrjar síðst í fýrsunum, tá amerikanski tónleikabólkurin The Im­perials vóru í Føroyum og spældi kon­sert. Kendi tónleika­fram­leið­ arin Jákup Zachariassen var mill­ um teirra, ið hevði fingið bólkin til Før­oyar og fekk tá gott samband við millum annað umboðsmannin hjá bólkinum. - Tá byrjaði mítt tilknýti til fólk í Nashville, tí umboðsmaðurin og allir teir, ið spældu við í The Imperials, vóru úr Nashville, greiðir Jákup Zachariassen. Stutt eftir at The Imperials høvdu verið í Føroyum vendi Alex Bærendsen sær til Jákup Zach­ arias­sen fyri at vita, um hann var áhugaður at framleiða næstu fløg­ una hjá sær. - Vit høvdu spælt fleiri konsertir saman og givið ymisk bond út áðr­ enn, men hesaferð var ætlanin at geva út eina fløgu. Tað fyrsta eg hugs­aði var, at við hansara rødd, so máttu vit fara til Nashville. Vit kundu ikki fara nakra aðrastaðni og hann var eisini alt fyri eitt við upp á at fara til USA at gera fløguna, sigur Jákup Zachariassen. Við Alex í viðførinum Stutt eftir at hava tosað við Alex Bær­endsen um nýggja fløguna fóru Jákup Zachariassen og konan á feriu til USA. Á túrinum valdu tey at leggja leiðina framvið Nashville. - Tað var bæði fyri at vit kundu uppliva býin, men eisini fyri at vita, um vit kundu fáa samband við røttu persónarnar, ið kundu hjálpa okkum við framleiðsluni av fløg­uni. Eg setti meg í samband við um­boðs­mannin hjá The Imperials og spurdi hann, um hann kendi per­sónar innan tónleikavinnuna, ið kundu hjálpa okkum við fløguni, sig­ur Jákup Zachariassen. Umboðsmaðurin gav føroyska framleiðaranum nøvnini á fimm per­sónum, ið vóru innarliga í tón­ leika­vinnuni í Nashville og tað gav úrslit. - Allir søgu ja at møta mær og gav eg teimum øllum eitt band ALEX SLÓÐAÐI V TIL NASHVILLE ALEX BÆRENDSEN