Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74 við Alex, ið eg hevði við í viðførinum til USA. Síðan bað eg teir seta seg í sam­band við meg, um áhugi var fyri at arbeiða víðari saman. Hvør einstakur ein vendi sær aftur til mín og ynsktu at gera fløguna við Alex Bær­end­sen. So nú høvdu vit ein luksus­ trupulleika. Hvønn skuldu vit velja?, sigur Jákup Zach­ arias­sen. Edgar Struble Fyri at fáa svar upp á hendan spurn­ingin, leit­ aði Jákup Zach­arias­sen sær aftur ráð hjá um­ boðs­mann­inum hjá The Im­perials og sam­an blivu teir samdir um at velja Edg­ar Stuble. - Edgar Struble hevði tá verið kon­ sert­leiðari hjá Kenny Rodg­ers í fimtan ár og kendi øll tey røttu fólkini í tón­leika­ vinnuni í Nash­ville. Mær hev­ ur eisini altíð dámt Kenny Rodgers og tað gjørdi Alex eis­ini, so valið fall á hann, sigur Ják­up Zachariassen. Føroyski tónleikaframleiðarin minnist eisini væl fyrstu ferð teir báð­ir møttust. - Mítt fyrsta møti við honum var heilt fantastiskt. Vit báðir klikkaðu beinanvegin. Vit blivu bjóðað heim til hansara og tá hann so fór út at spæla við Kenny Rodgers, lat hann meg og konuna búgva í hús­inum hjá honum, meðan hann var burtur. Slíkt gestablídni er sjáldsamt, og vit blivu eisini ordi­ liga væl og eru tað enn, sigur Jákup Zachariassen og leggur afturat. - Tað var byrjanin til alt sam­ bandið millum Føroyar og Nash­ ville. Restin er, sum tey siga, søga. Síð­an havi vit gjørt eitt ótal av fløgum í Nashville. Tað er ringt at seta tal á, men tað er í hvørt fall tret­ivu, og hava allir av okkara sam­starvs­feløgum í Nashville verið í Før­oyum í hvørt fall tvær ferðir síðan, sigur Jákup Zachariassen. Ein serlig rødd Røddin hjá Alex Bærendsen slóðaði sostatt vegin fyri tað samstarvið, ið fleiri føroyskir tón­leik­ arar hava notið gott av síðan. At hann hevði eina serliga rødd er heldur einki at ivast í, heldur Ják­up Zachariassen. - Eg trúgvi ikki tað hevði verið nakar áhugi at gjørt fløguna, um rødd­in var vánalig. Sum fram­leiðari er tað altíð spennandi at gera eina fløgu við fólkum, ið hava tal­ ent og syngja væl, sigur før­ oyski fram­leið­ar­in og leggur aft­urat. - Alex hevði eina heilt serliga rødd. Tað var ein fólks­ lig rødd, sum fór innum hjá fólk­um. Hansara blíði og mildi máti at syngja upp á gjørdi, at man bara lovaði honum inn­um, uttan at man visti heilt hví, sig­ur Jákup Zachariassen. Úrslitið av túrinum gjørdist fløg­ an My Hometown, ið bleiv givin út í 1992, men lagnan vildi tað soleiðis, at hóast tað var Alex Bærendsen, ið var í upprunin til, at Jákup Zach­ ariassen fór til Nashville, so blivu tað aðrir føroyskir tónleikarar, ið vóru fyrstir at njóta fruktina av samstarvinum. - Sjálvt um samstarvið kom í lag við Alex fyri eyga, so bleiv hann ikki tann fyrsti, tí tað dró eitt sindur út hjá honum at gera fløguna. Í staðin gjørdist tað Gunnar Justinussen, ið átti fyrstu útgávuna, og síðan haldi eg ein útgáva var við Svein Askild­sen, áðrenn fløgan hjá Alex Bærendsen bleiv gjørd, sigur Jákup Zachariassen. VEGIN ALEX BÆRENDSEN