mánadagur 9. juli 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. juli 2018 · Nr. 77
6
Sosialurin
Alex Bærendsen – ein fólkaogn
Næstseinasta hósdag, 21. juni, vórðu mong tikin á bóli, tá tað brádliga hoyrdist, at sangarin
og tónleikarin, Alex Bærendsen, var deyður í eini arbeiðsvanlukku. Tíðindini fóru sum skóg
areldur um allar Føroyar - tí Alex Bærendsen var fólkaogn!
Hesa støðu hevði hann
vunnið sær, uttan at hava
ætlað tað sjálvur, við sínum
vakra sangi, sum hann so
meistarliga, í fylgi við sínum
guitara, bar fram við síni
serstøku og mildu country
rødd og sínum vinnandi
eyðmjúka smíli, sum hevði
við sær, at fólk streymaðu
til møtini ella konsertirnar,
tá tað spurdist, at Alex Bær
endsen skuldi syngja – Alex
hevur sungið tann anda
liga boðskapin inn í mong
hjørtu!
Poul Færø tók soleiðis til
undir jarðarferðini: “Harrin
gav Alexi nógvar ríkar náði
gávur, og vit takka Gudi fyri
hesar náðigávur hann gav
Alexi.”
BARNAHEIMIÐ
Alex Bærendsen vaks upp
inni í Trongisvági á Tvør
oyri, har hann hevði for
fedrar, sum gingu undan við
eini góðari fyrimynd, og sum
leiddu hann í sunnudags
skúla í samkomuni í Salem
á Tvøroyri. Seinni gjørdist
hann trúfastur møtigangari
saman við sínum vinmonn
um í somu samkomu. Systir
Alex, Rakul Bærendsen, sum
fleiri ferðir hevur sungið
saman við beiggja sínum,
sigur við Kristiligu Tíðind
asendingina, at barnaheim
teirra í Trongisvági var kent
fyri tann nógva ungdómin,
sum savnaðist har og tann
nógva andaliga sangin - tí
var tað ikki so løgið, at Alex
valdi sær guitarin og tón
leikin sum sína andaligu
tænastu!
Tað var í samkomuni
Salem á Tvøroyri, at Alex,
saman við sínum vinmonn
um, tók tey fyrstu almennu
guitargrebini, líti hugsandi,
at henda lítla og beskedna
byrjanin skuldi føra hann
upp á hægstu tónleika- og
countrytindar innan gosp
eltónleik í Føroyum.
OYGGJATÍÐINDI
UM ALEX
Fríðálvur Jensen skrivar í
Oyggjatíðindi um røddina
hjá Alexi, nú hann er farin
um sýnuna: “Tá eg fyrstu
ferð hoyrdi Alex, fekk eg
eina góða kenslu av eini
djúpari avvigaðari rødd, sum
avspeglaði persónligheitina,
sum onkursvegna boraði seg
inn í okkum, sum fingust
við tónleik í sjeyti- og áttat
iárunum. Tad er ikki at taka
munnin ov fullan at siga, at
røddin var millum tær allar
bestu innan countrysjangr
una, tí ikki bara hevði hann
røddina, men júst hesin vilj
in at hava ein boðskap, gav
øllum eina djúpa tekstliga
og musikalska dýpd.”
ELVIS PRESLEY
OG ALEX
Tá Elvis Presley byrjaði at
syngja og spæla við sínum
guitara
í
samkomu-
og
kirkjuligum høpi í heimbýi
sínum, Menphis Tennessee
í USA, tá varnaðust fleiri,
at drongurin hevði nakað
ókent og nýtt í síni sang-
og tónleikaframførslu, ið
summi ikki dámdu, meðan
sum onnur tóku til sín.
Soleiðis eisini við Alex
Bærendsen. Man legði skjótt
til merkis, at ungi guitar
spælarin og sangarin á Tvør
oyri hevði nakað, sum aðrir
ikki høvdu, og sum nøkur
tóku avstand frá, meðan
tey allar flestu tóku nýggja
stílin hjá Alexi til sín, bæði
innan samkomuhøpi og utt
an fyri samkomuhøpi.
Alex hevði ikki einans
evnini at syngja og spæla,
men
hann
hevði
eisini
evnini at yrkja og at skriva
løg, sum hann gjørdi nógv
av. Av sangum og løgum,
sum Alex hevur gjørt kunnu
vit nevna Barnaminnir og
Mín móðir, sum eru sannar
perlur, ið liggja eftir Alex í
dag.
ÚTGÁVUR
Alex var eisini ein virksam
ur útgevari, tí ikki færri enn
sjey kasettu- og fløguútgáv
ur liggja eftir hann, sum vit
vilja nevna í hesum sam
bandi: LÍVIÐ FÆR VIRÐI,
sum kom út í 1985, og var
hansara
fyrsta
útgáva.
JÓLAGLEÐIN, sum kom út
í 1988 – ENN EG MINNIST
í 1990 – MY HOME TOWN í
1992 – PROUD MARY í 1995
– LIVANDI BOÐSKAPUR
í 1996 og so DÝRABAR
MINNI, sum kom út í 2011,
og sum er hansara seinasta
útgáva.
Afturat
egnu
út
gávunum, so hevur hann
luttikið í fleiri útgávum hjá
øðrum tónleikarum, sum t.d.
á tveimum útgávum hjá MC
Restorff. .
EYKAFLOG TIL GOMLU
SÁLMARNAR
Tað, sum Alex megnaði so
ómetaliga væl, var at taka
teir gomlu og høgt elskaðu
klassisku samkomusálmar
nar, sum hava verið sungnir
á møtum og Gudstænastum
í eina heila øld, og geva teim
um eitt eykað flog uttan tó
at gera seg inn á lagið. Tað,
sum Alex megnaði var hetta,
at hann við hesum nýggju
tónum og nýggju rytmum,
gav gomlu sálmunum og
sangunum eitt eyka flog við
einum dyggiligum íkasti av
fólksligari
countryatmos
feru. Her kunnu vit nevna
sálmar sum tann hjá Norða
dalsbóndanum Óla Reinert:
Sum ein roykur í stilli man
standa, gamli sálmurin hjá
Fanny Crosby: Lívsæla vissa
og sangurin Eigur tú ei vinir
kendar?
At Alex megnaði at geva
gomlu sálmunum eitt eyka
flog, gjørdi, at yngra ætt
arliðið, sum er vaksið upp í
tónleikarevolutiónini, hóast
alt er komið at halda av og
elska gomlu klassikararnar
soleiðis, at tey eisini syngja
hesar sangir og sálmar á
teirra ungdómsmøtum í dag.
20 ÁR Í DANMARK
Seinastu 20 árini hevur Alex
búleikast í Danmark, og før
oyingar hava ikki hoyrt og
sæð so nógv til hann her
á landi, sum man annars
gjørdi ígjøgnum tey góðu
sjeyti- og áttatiárini og nak
að inn í nítiárini. Tað hevur
ikki altið gingið júst so, sum
Alex
upprunaliga
ynskti
tað, og hesi seinastu árini
hevur hann drigist við heils
uveikleika, so mikið, at hann
úttrykti fyri sínum nærm
astu, at hann hevði kanska
ikki so langa tíð eftir.
Men øll hesi fýra áratígg
ir, bæði í mótgongd og við
gongd, ið Alex hevur fylgst
við guitara sínum, hevur
tað verið aðalmál hansara,
at bæði sangur og tónleikur
skal vera ein lýsandi Viti,
sum
vísir
menniskjum
leiðina til Himmals – og
soleiðis var eisini jarðarferð
hansara seinasta mikudag
í Bylgjuni í Runavík - ein
lovsangur til tann Frelsara,
ið hann sum ungur tann
áringur valdi sum sín per
sónliga Frelsara!
JARÐ-RFERÐIN
Dóttirin og sonurin, Kristina
og Kári, høvdu ynskt, at páp
in skuldi jarðast frá Ítróttar
høllini Bylgjan í Runavíkini,
soleiðis at so mong sum
møguligt kundu koma til
jarðarferðina og at øll skuldu
kenna seg heima. Longu ein
knappan tíma undan jarð
arferðini byrjaðu fólk at
koma inn í høllina, meðan
Jóannes S. Hansen, sum er
mammubeiggi Kristinu og
Kára, spældi kend løg sum
bakgrundstónleik.
Eitt sangblað var prentað
við sjey sangum, sum allir
vóru sangir, ið Alex hevur
sungið í mong ár bæði á møt
um, konsertum og útgávum.
Tað vóru Poul Færø og
Svenning av Lofti, sum
prædikaðu undir jarðarferð
ini fyri fullsettari høll, har
umleið 700 fólk vóru til stað
ar. Ein tónleikabólkur við
kendum og dugnaligum tón
leikarum, har ímillum Jákup
Zachariassen, Hans Tausen
og Hallur Joensen, sum allir
hava spælt saman við Alexi
og Kristinu, spældu til fel
agssangin, sum gjørdist ein
sang- og tónleikauppliving
av teimum heilt serligu,
og heilt vist í andanum hjá
Alexi.
Kl. 14:59 inntóku tónleik
ararnir síni respektivu pláss
á pallinum, sum var settur
upp til høvið og sera vak
urt skrýddur. Presis kl. 15:00
ljóðaðu fyrstu tónarnir til
fyrsta sangin í sanghefti
num, Sum ein roykur, í stilli
man standa, og øll fjøldin,
sum var komin at minnast
og heiðra Alex Bærendsen,
stemmaði í av fullum hjarta.
Tað kann ikki vera torført
at tosa um ein persón sum
Alex Bærendsen. Svenning
av Lofti segði m.a. í prædiku
síni: “Alex sprongdi trongar
tónleikakarmar við sínum
nýggja sangstíli. Hann lat
seg ikki binda av meiningum
hjá øðrum, men fylgdi tí,
sum hann sá var rætt at
gera, og helt á at spæla við
einum brosi á varrunum, og
hann signaði tey, sum ikki
skiltu hansara nýggja sang
stíl so væl; tí eru vit so mong
her í dag.”
Meðan berararnir bóru
kistuna út, hoyrdist røddin
hjá Alexi í stóru og sterku
hátalarunum, sum fylti all
an høllina, syngja sangin:
Enn eg minnist fyrsta kvøld
ið, tá eg bað til Gud, og tað
var eyðsýnligt, at hetta var
ein grípandi løta.
Við hesum orðum vil
Kristiliga Tíðindasendingin
lýsa signing og frið Guds yvir
minnið eftir tónleikaran og
sangaran Alex Bærendsen.
SILD OG BRISLINGUR Á FLOKSMANNADEGNUM
Á Floksmannadegnum í Fugloy leygardagin, og tá fólk komu troytt og svong omanav
Eystfelli, stóð fyri teimum ein sera forvitnislig buffé, sum Gutti Winther og hansara
úrvalslid høvdu staðið fyri. Millum annað varð fyri fyrstu ferð møguleiki at royna
kryddsildina og brislingin sum Tavan framleiðir, og sum útlendskir keyparar eru sera væl
nøgdir við. Sildina hevði Finnur Fríði veitt norðan fyri Føroyar, og brislingin hevði Katrin
fingið á føroysku firðunum.
Stórfing
in gospel
konsert
Stórfingin
gospelkon
sert á Summar Festival
iønum
Fýra solistar fara at
syngja kendar sangir á
Vágsbø. Ársins Summ
ar
Festivalur
bjóðar
stórfingna gospelkonsert
á Vágsbø. Fýra føroyskir
solistar fara at framføra
kendar gospelsangir sam
an við væl spælandi bólki.
Solistarnir verða Vanja
Carlsen, Heine Lützen,
Fríðbjørg Jensen og Ólav
ur á Váli Olsen.
Hetta verður ein nost
algisk gospelkonsert við
kendum sangarum, sum
fara at syngja sangir, ið
mong munnu kenna frá
útgávum og útvarpi.
Vanja Carlsen fer at
syngja nakrar av sang
unum, ið hon innspældi
sum ung genta – eitt nú
»Tað lítla ljós« og »Eyga
oyra fótur«. Hetta vóru
sangir, sum føroyingar
veruliga tóku til sín.
Heine Lützen var eitt
skifti sangari í bólkinum
Samsint, sum gav eina út
gávu út. Heine fer á hesari
konsertini at syngja sang
ir hjá Samsint – til dømis
»Vit vóru orsøk«.
Fríðbjørg Jensen hev
ur verið sera nógv spæld
í føroyskum útvarpi, og
nú kemur hon fyri fyrstu
ferð á Summar Festivalin
at syngja. Fríðbjørg fer at
tríva í sangir sum »Góðir
vinir« og »Sonur mín«.
Ólavur á Váli Olsen fer
á hesari konsert at tulka
sangir,
sum
mammu
beiggin Ólavur á Váli, sáli,
innspældi og var kendur
fyri at syngja. Ólavur á
Váli Olsen fer at syngja
sangir sum »Mær er sagt
um ein stað« og »Flyti
fuglarnir«.
Solistarnir
fara
at
framføra saman við bólki,
sum verður mannaður
við hesum tónleikarum:
Henning Nicodemussen
(trummur),
Jónsvein
Heinesen (ljómborð og
kór), Noe Chaparro (gitt
ar), Kristoffur Mørkøre
(bass), Laila Carlsen (kór)
og
Barbara
Chaparro
(kór).
»Harrin gav
Alexi nógvar
ríkar náðigáv
ur, og vit takka
Gudi fyri hesar
náðigávur hann
gav Alexi,«
segði Poul
Færø millum
annað undir
jarðarferðini hjá
Alexi Bærendsen