mánadagur 9. juli 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hjúnini, Søren Magnussen
og Naiana Azevedo
Magnussen, hava latið upp
kafé í Tjørnuvík – við
døgurðamati, dessertum, kaffi
og leskidrykkjum.
Vinnulív tengt at botnfiski
Sandgrevstur
byggir stóran
goymsubygning á
Toftum. Hinvegin
er óvissa um,
hvussu verður við
plattavirkinum
sum brendi í
grund á Toftum
Vilmund Jacobsen
Tað búgva nú fleiri enn 1300 fólk í
Nes kommunu, og fólkatalið økist
støðugt. Hin 1. juni í ár búðu 1307
fólk í kommununi, sum er ein
vøkstur við 28 fólkum higartil í ár.
Hin 1. januar 2017 búðu 1252 fólk
í Nes kommunu, og fólkatalið vaks
við tilsamans 27 fólkum í 2017.
Í 2017 vórðu 17 børn fødd, og 16
fólk andaðust. Nettotilflytingin var
soleiðis 26 fólk.
Síðan hin 1. januar 2014 er fólka
talið økt við 95 fólkum.
Áhugin fyri at seta búgv í Nes
kommunu er stórur, og tí arbeiðir
kommunan eisini við nýggjum út
stykkingum, eins og ætlanin er at
fáa Bústaðir at byggja leiguíbúðir
á Toftum.
Á havnalagnum á Toftum er
virksemi í Kassamiðstøðini, Fiska
marknaði Føroya og Landingarmið
støðini.
- Faroe Origin hevur saltfiska
framleiðslu í gamla Nyki. Hetta
virksemi hevur verið støðugt og er
vaksið nakað síðan byrjan. Felagið
hevur ætlanir um spakuliga at
veksa um framleiðsluna. Faroe
Origin selur eisini ís til skip og virk
ir. Við Rætt heldur MJ Saltsøla til.
Tað siga tey í Nes kommunu, nú
ársfrágreiðingin fyri 2017 alment er
løgd fram.
Lagt verður aftrat, at felags fyri
virksemið í nevndu virkjum er, at
tey eru tengd at botnfiskafiski
skapinum.
Bakkafrost hevur keypt virkis
bygningarnar, har landingarmið
støðin áður helt til, og felagið ætlar
at brúka bygningarnar til sítt ali
virksemi á sjónum á Skálafjørðin
um, Kaldbaksfirði og í Sundalagn
um.
- Hetta virksemi er tó ikki komi
í gongd, so í løtuni verða bygning
arnir brúktir til goymslu hjá Bakka
frost.
Í Nes kommunu vísa tey á, at
bygningurin hjá Snodd á bryggj
uni í dag verður leigaður av Sand
grevstri, sum brúkar bygningin
til at goyma laksafóður í. Fóðurið
verður innskipað og avskipað við
Toftakaj.
- Sandgrevstur byggir í løtuni ein
goymslubygning á havnalagnum á
Toftum, sum verður umleið 1500
fermetrar stórur.
Sp/f Steinhólm hevur seinnu
árini
havt
plattaframleiðsu
á
havnalagnum á Toftum.
- Men, hin 27. mars 2018 var
felagið fyri tí stóra óhappi, at
plattavirkið brendi í grund. Í løtuni
er ikki greitt, hvussu verður við
virkseminum hjá Sp/f Steinhólm í
framtíðini, siga tey í Nes kommunu.
Articon í
gongd á Sandi
Vilmund Jacobsen
Arbeiðið við nýggju útstykk
ingini uppi á Vatnsryggi á
Sandi er nú farið í gongd.
Fyrsta maskinan hjá Arti
con, sum skal gera hetta ar
beiðið, kom í Sandoynna í
síðstu viku.
Grivið er omanav, og nú eru
teir í holt við at reinsa helluna.
Tað verða fyribils 13 nýggj
grundstykki í útstykkingini á
Vatnsryggi, og sambært tíðar
ætlanini skal arbeiðið verða
liðugt til jóla.
Á Sandi noyðast tey eisini
at brynja seg, nú farið verður
undir at bora Sandoyartunnilin
um minni enn eitt ár.
SØRVAGUR: Í Sørvági verður arbeitt
við nýggjari útstykking, sum í fyrstu
atløgu fevnir um 18 grundstykki.
Arbeiðið at grava, planera og
leggja leiðingar er boðið út.
Diana og Bjørg heiðraðar
Ansing av børnum
uttan fyri heimini
eigur drúgva
søgu í Runavíkar
kommunu
Vilmund Jacobsen
Kongshavnar Kvinnufelag strídd
ist í mong fyri at fáa í lag ansing
av børnum, og hetta eydnaðist
teimum í 1982.
Aftrat hesum vóru tað kvinnur
í bygdunum í Runavíkar komm
unu, sum átóku sær at ansa børn
um heima við hús.
Í dag verða børn í kommununi í
stóran mun ansað í vøggustovum
og í barnagørðum.
Seinasta fríggjadag varð há
tíðarhildið, at Diana L. Nielsen
og Bjørg Rasmussen, leiðari, hava
virkað í dagrøktini í meiri enn
eina fjórðingsøld.
- Dagrøktarmammurnar vóru
møttar í Doktarahúsunum saman
við trivnaðarleiðara, borgarstjóra
og kommunuskrivara, har borg
arstjórin handaði teimum gávur
í sambandi við merkisdagin, upp
lýsir kommunan.