mánadagur 9. juli 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74
Hósdagin verður
Tróndardagur í Norðra
gøtu – við bæði barna
tiltaki, fólkafundi,
føroyskum dansi og
hugleiðing um
kristindómin á
Tróndardøgum.
Tvey ísfiskalínuskip
heim úr Grønlandi
Hjá útróðrarbátunum við línu roynist
einki serligt í løtuni. Frægari er
hjá teimum, sum fiska við snellu
Vilmund Jacobsen
Eitt ísfiskalínuskip er nýliga
byrjað túr undir Íslandi og
kemur neyvan heim at landa
hesa vikuna.
Hinvegin koma helst tvey
ísfiskalínuskip undan Grøn
landi í vikuni. Annað landar
ætlandi í dag, og hitt landar
mikudagin.
Tvey ísfiskslínuskip eru
eisini á Rygginum. Annað
kemur inn at landa fyrst í
hesi vikuni, og hitt kemur
helst í næstu viku.
Skipini á Rygginum fáa
mest av toski og so nakað av
svartkalva.
Av
frystilínuskipunum
eru trý undir Føroyum, og
eitt fiskar í grønlendskum
sjógvi.
Útlitini til útróður hesa
vikuna eru hampilig, men
streymurin harðnar, sum
vikan gongur.
- Bátar, sum fiska við línu,
fáa ikki tað stóra, men teir,
sum fiska við snellu, hava
brúkiligan fiskiskap, siga tey
á Fiskamarknaði Føroya.
Fleiri eldri
ynskja sær
døgurða
Vilmund Jacobsen
Føroysku kommunurnar
hava nú havt ábyrgdina
av eldraøkinum síðan
hin 1. januar 2015.
Tær tríggjar komm
unurnar, Nes kommuna,
Runavíkar kommuna og
Sjóvar kommuna, fóru í
eitt javnbjóðis samstarv,
og økistænastan fekk
navnið Roðin.
Samstarvið verður
stjórnað av einum stýri,
mannað við umboðum
úr nevndu kommunum.
Roðin keypti hinar
kommunurnar, sum
ikki gjørdust partur av
samstarvinum, burtur
úr Eysturoyar Røktar-
og Ellisheimi, soleiðis at
tað eru kommunurnar
í Roðanum, sum nú
einsamallar eiga og reka
ellisheimið í Runavík.
Kommunurnar Roðan
um gjørdu eisini av,
at ognarparturin av
sambýlunum í økinum
skuldi javnstillast í
mun til fólkatalið í
kommununum.
Tískil eiga tær tríggjar
kommunurnar í sam
starvinum allar ogn
irnar, Vesturskin á
Toftum, Eysturoyar
Røktar- og Ellisheim
í Runavík, Heimið á
Mýrunum í Runavík,
Dagtilhaldið á Skála og
Sjóvarlon á Strondum.
- Vit hava lagt stóran
dent á eina skipaða og
trygga yvirtøku av hesum
stóra og týdningarmikla
øki, sum eldraøkið er.
Tað siga tey í Nes komm
unu, sum í síni ársfrá
greiðing vísa á, at tey
heilt síðan 2007 hava
havt mattænastu til tey
eldru í kommununi.
- Mattænastan verður nú
umsitin av Roðanum og
verða døgurðar koyrdir
út í heimini, fimm dagar
um vikuna. Tað eru
fleiri heimabúgvandi
eldri fólk, sum gera
brúk av hesi tænastuni,
verður lagt aftrat.
ELDUR: Tíðliga
fríggjakvøldið
kom eldur í eini
summarhús í Trøðum
á Sandi. Eingin
var í húsunum, tá
eldurin kyknaði.
Tað eydnaðist
sløkkiliðnum
á staðnum at
basa eldinum.
Gravgangur eftir
grundstykkjum
Tað er stórur áhugi fyri at byggja í Eysturkommunu
og bara í Syðrugøtu standa í løtuni eini 5-6 hús
í gerð, samstundis sum grivið er út fyri øðrum
grundstykkjum í nýggju útstykkingini
Vilmund Jacobsen
Í nýggju útstykkingini í
Syðrugøtu vóru 26 grund
stykki, og tey eru øll longu
seld.
Í Leirvík verður eisini ar
beitt við nýggjari útstykk
ing, sum fevnir um 18 grund
stykki, og tey eru øll longu
umbiðin.
Málið hjá Eysturkomm
unu, sum Leirvík er partur
av, er, at fólk kunnu byrja at
byggja í nýggju útstykking
ini í Leirvík seinni í hesum
árinum.
So leingi, sum størvurin
á
grundstykkjum
er
so
stórur í kommununi, sam
stundis sum tað stendur á at
nøkta tørvin, hevur Eystur
kommuna gjørt av, at fólk,
sum vilja biðja um grund
stykki í nýggju útstykking
unum, skulu rinda eitt gjald
á 20.000 krónur í depositum.
Men, tað er ikki bara í
Syðrugøtu og Leirvík, at fólk
í Eysturkommunu sleppa at
byggja í nærmastu framtíð.
Arbeitt verður eisini við
einari verkætlan í Norðra
gøtu, sum nú verður projekt
erað.
Ætlanin er, at arbeiðið
upp á hesa útstykking skal
bjóðast út antin síðst í hes
um árinum ella fyrst í kom
andi ári.
Ætlandi verður talan um
eini 20 nýggj grundstykki í
útstykkingini, sum verður
projekterað í Norðragøtu.
Eysturkommuna arbeiðir
eisini við at keypa meira
lendi í Leirvík, soleiðis at
fleiri grundstykki enn tey 18
kunnu bjóðast út her.