mánadagur 9. juli 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2018 · Nr. 74
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Brúdleyp
Leygardagin 18 August
giftast Birna Dam Leirvík
og Sofus Olivar Poulsen
Søldafjørður. Vígslan
verður í Leirvíkar kirkju
kl 13:00. Veitslan verður í
bygdarhúsinum í Leirvík kl
19:00. Tey í ynskja at halda
dagin saman við okkum, eru
vælkomin at sigða frá árðin
25.july á tlf 581220 Birna, ella
tlf 503932 sofus.
Brúdleyp
Leygardagin 04.08.2018 giftast
Eyð Justinussen úr Tórshavn
og Virgar Trondesen úr
Vestmanna.
Vígslan verður í Vestmanna
kirkju kl. 13.00, og veitslan
verður hildin í Dansifrøi í
Tórshavn kl.19.00.
Tey, ið vilja hátíðarhalda
dagin saman við okkum,
kunnu melda seg til við at
ringja/skriva til Virgar á tlf.
251766 ella Eyð á tlf. 270197.
Seinasta freist at melda seg
til er 10 juli.
MERKISDAGAR
80 ára føðingardagur
Tann 14. juli fyllir Elsuba á
Høvdanum 80 ár. Dagurin
verður hildin 14. juli kl. 17.00
í Spaniastovu í Klaksvík
og nakrar tímar fram. Tey,
ið ynskja at hátíðarhalda
føðingardagin saman við
Elsubu, verða vinarliga biðin
um at siga frá áðrenn tann 9.
juli. her ella ringja til 243444
(Oluffa) 229395 (Sigrid) ella
273200 (Símun) Vit gleða at
síggja tykkum øll.
Brúdleyp
Leygardagin 21. juli giftast
Súsanna Ottosen og
Magnus Reimar í Króki
úr Havn. Vígslan verður í
Havnar kirkju kl. 14. Veitsla
verður fyri innbodnum
kl. 18. Brúðarhús verður
hildið 22. juli á V. U.
Hammershaimbsgøtu 38
kl. 17. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
60 ára føðingardagur
Tað vildi glett meg almikið
at sæð slekt, vinir,
kenningar, grannar, starvs
- og floksfelagar til brunch
í Húsinum við Á í Porkeri,
leygardagin 4. august frá kl
11 til 16 -
Vinarliga sigið frá áðrenn
Ólavsøku, við SMS ella
uppringing á tlf. 274123,
ella til teldupost
annikaskaalum@hotmail.
com.
Verið hjartaliga vælkomin!
Annika Skaalum
Brúdleyp
Fríggjadagin 27.Juli giftast
Búgvi Hanusarson & Diana
Asbjørnsdóttir.
Vígslan verður í Kirkjubøar
Kirkju kl. 14.
Veitslan verður fyri
innbodnum í Miðvági.
Brúðarhús verður 28.Juli kl.
17 í heiminum í Skálabotni -
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leyardagin 14 juli giftast
Pernille Sylvest Grøhn
(Danmark) og Bárður
Michaelsen (Tórshavn).
Vígslan verður í
Vesturkirjuni kl. 14:00.
Veitslan verður fyri
innbodnum kl. 18:00.
Brúdleyp
Leygardagin 14. juli giftast
Jonna Johansen, Runavík og
Jákup Rasmussen, Lamba.
Vígslan verður í Siloa í
Fuglafirði kl. 12.
Eftir vígsluna verður
móttøka í Siloa.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
24. august 2018 hava vit
verið gift í 50 ár. Dagurin
verður hildin á Hotel
Føroyum, kl. 18:00. Familja,
vinir og kenningar eru
hjartaliga vælkomin at
hátíðarhalda dagin saman
við okkum. Vinarliga sigið
frá, áðrenn 8. august, á tel.
220319 ella á
kollslid@outlook.com
14 ára aldursmark.
Jóna og Hjalmar Kollslíð
Brúdleyp
Leygardagin 18. august 2018
giftast Jacobina Heðinsdóttir
og Eli H. Andreasen.
Vígslan verdur í
Vesturkirkjuni kl. 17.
Veitslan verður á Hotel
Føroyum frá kl. 18.30. Tey, ið
ynskja at hátíðarhalda dagin
saman við okkum, vera biðin
um at siga frá á tlf. 505828
Jacobina ella á tlf. 220605 Eli,
áðrenn 1. august 2018.
90 ára Føðingardagur
Týsdagin 10 juli verður
Gimmi Hansen, ættaður
av Slættanesi, 90 ár.
Dagurin verður hildin 14 juli
frá kl.16 heima hjá soninum,
Flatnavegur 8, Signabøur.
Øll eru hjartaliga vælkomin
til ein betri bita.
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 13.juli.hava vit
verđi gift í 50.ár.Dagurin
verđur hildin Leygardagin
14.juli.í Bùgdarhùsinum í
Miđvági,fyri innbodnum.
Signa og Árni Joensen
RUBINBRÚÐLEYP
05.august hava vit bæði verið
gift í 40 ár og hetta vilja vit
hátíðarhalda.
Dagurin verður hildin
heima hjá okkum í Geilini
fríggjadagin 03.august frá
kl.17.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Elisabeth og Jógvan
Brúdleyp
Leygardagin 14. juli giftast
Rita Heradóttir Dam
Simonsen og Tróndur
Herason Olsen.
Vígslan verður í Hoyvíkar
kirkju kl. 14. Eftir vígsluna
verður móttøka í
kirkjukjallaranum, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 18. august 2018
giftast Durita Markná og
Rógvi Jakobsen. Vígslan
verður í Betesda í Klaksvík
kl.12. Veitslan verður fyri
innbodnum á Östrøm í
Havn kl.18.
Brúdleyp
Fríggjadagin 27. juli giftast
Rakul Biskopstø og Sølvi
Fossdalsá. Vígslan verður
í Christianskirkjuni kl.
13.00. Eftir vígsluna verður
móttøka í kirkjukjallarinum,
har øll eru vælkomin.
Veitsla verður fyri
innbodnum kl. 18 í Østrøm.
90 ár
Hans Erik Djurhuus úr
Søldarfirði verður 90
ár týsdagin hin 17. Juli.
Dagurin verður hildin í
Skótahúsinum við Løkin frá
kl. 18.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 4. august
giftast Ásla Berg, Tórshavn
og Bárður Norðberg, Vágur.
Vígslan verður í Ebenezer
kl 13, og veitsla verður fyri
innbodnum í HB húsinum.
Brúðarhús verður á Fløtti
4, Tórshavn 5. august frá
kl 17, har øll eru hjartaliga
vælkomin.
85 ára
føðingardagur
Týsdagin 17. juli 2018
fyllur Sigrid Jacobsen
í Vági 85 ár. Tey ið
ynskja at heilsa uppá
Sigrid eru vælkomin á
Hamragarð, Eiðisvegi 26
í Vági, frá kl. 16. til 19.