Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 9. juli 2018 · Nr. 77 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Sandavágur er í hesum døgum karmur um talvkapping, har heili sjey stórmeistarar eru við, og so hava U16-gentur í hondbólti verið og kappast uttanlands – her eru stuttsøgdu ítróttartíðindini Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Annan dystin á rað máttu Gilli Rólantsson og liðfelagarnir í Brann av vøllinum uttan tey trý stigini, tá ið teir í gjár spældu 2-2-javnleik á útivølli ímóti Bodø/Glimt. Gilli spældi allan dystin á høgra bakki í hesum dystinum, har Brann var á odda bæði 1-0 og 2-1. At Brann einans fekk eitt stig samstundis sum Rosenberg vann 2-1 á Tromsø leygardagin hevur við sær, at leiðslan hjá Brann í Elitserien nú er tódnað niður í tvey stig. Tað er Rosenberg, ið er nærmasti eltarin, meðan Molde er seks stig aftanfyri. Nú verður steðgur í norsku Elitserien, og næsti dystur hjá Brann verður um ein mánaða á heimavølli ímóti Start. FORMIL 1 Víðakenda Silverstone- breytin í Onglandi legði í gjár asfalt til hendingarríki formil 1-kappkoyring, har heimsmeistarin, Lewis Hamilton (Mercedes), eina løtu tíðliga í kappkoyringini var aftastur vegna eitt lítið óhapp, men hóast alt megnaði at blíva nummar tvey. Týski Sebastian Vettel (Ferrari) vann, meðan liðfelagi hansara í Ferrari, finski Kimi Raikkonen, bleiv nummar trý. Danski Kevin Magnussen (Haas) bleiv nummar níggju og fekk triðju kappkoyring á rað stig til samlaðu HM-støðuna, har Sebastian Vettel nú hevur lagt Lewis Hamilton átta stig afturum seg. Kimi Raikkonen er nummar trý, 55 stig aftanfyri Sebastian Vettel. Næsta kappkoyring verður 22. juli á Hockenheimring í Týsklandi. HONDBÓLTUR Føroyska U16-landsliðið hjá kvinnum hevur seinastu dagarnar luttikið í European Open í svenska býnum Gøteborg. Føroysku genturnar blivu nummar trý av fimm liðum í bólkaspælinum, har tær endaðu aftanfyri Ungarn og Holland, men løgdu Litava og Georgia aftur um seg. Í víðari spælinum um at enda ímillum nummar 9 og 20 bleiv tað til tepur tap fyri Noregi og Svøríki. Úrslitini vóru ávikavist 19-15 og 16-14. Føroyar taptu síðani greitt 28-17 fyri Italia og skuldu dystast við Finnland um at blíva nummar 15 ella 16. Tann dysturin endaði við 20-14-sigri til Finnlands, og Føroyar blivu sostatt nummar 16 út av 20 londum í kappingini. Tær, sum vóru á føroyska liðnum, vóru hesar: Rannvá Olsen (VÍF), Rakul Wardum (Kyndil), Natasja Hammer (Kyndil), Vár Brattalíð (VB), Bára Hansen (H71), Jana Mittún (H71), Elsa Egholm (H71), Alda Gilladóttir (H71), Brynhild Pálsdóttir (H71), Lív Rúnadóttir (H71), Judith Johansen (StÍF), Lea Símunardóttir Lisberg (EB), Sára Jacobsen (EB), Petra Andrea Larsen (Neistin), Katrina Mortansdóttir (Neistin) og Rúna Jógvansdóttir Larsen (Neistin). Í venjaratoyminum vóru Kári Nielsen, Dia Midjord, Anya Midjord og Jóhan Hofgaard. TALV Faroes Open verður telvað í hesum døgum. Tað er Sandavágs Talvfelag, sum í samband við 50 ára føðingardag felagsins hýsir kappingini í skúlanum á Giljanesi. 36 telvarar eru við, og av teimum eru 17 útlendskir telvarar úr Onglandi, Russlandi, India, Týsklandi, Ísrael, Lettlandi, Serbia, Danmark, Spania og Eysturríki. Í kappingini eru sjey stórmeistarar, fimm altjóða meistarar og fýra FIDE-meistarar. Vinnarin í fjør, GM Srinath Narayanan úr India, er við aftur í kappingini í ár, har GM Gawain Jones úr Onglandi er hægst styrkismettur (2670). Gawain Jones er ikki ókendur í talvheiminum, har hann hevur vunnið fleiri altjóða kappingar og nýliga fekk remis ímóti nummar tvey í heiminum, Shakhriyar Mamedyarov úr Aserbadjan. GM Helgi Dam Ziska og IM Maksim Vavulin eru næsthægst styrkismettir (2552). Fyrstu tvey umførini hava verið um vikuskiftið, og har hevur Gawain Jones lagt væl frá landi og fingið tveir sigrar. Rógvi Egilstoft Nielsen megnaði at telva remis ímóti Helga Dam Ziska, og sostatt hava teir báðir 1,5 stig í part. FM Høgni Egilstoft Nielsen hevur eftir tveir sigrar ímóti lægri styrkismettum telvarum sum hin einasti føroyingurin fult stigatal, tvey stig. Verandi meistarin, Srinath Narayanan, hevur 1,5 stig av tí at hann heldur óvæntað einans fekk remis ímóti tí væl lægri styrkismetta Sergio Esteve Sanchez úr Spania. Triðja og fjórða umfar verða telvað í dag, og annars verður telvað eitt umfar um dagin fram til og við leygardagin. Vinnarin av kappingini fær 15.000 krónur. ANNAÐ Tað hevur ligið í kortunum í longri tíð, og leygardagin varð tað endaliga staðfest á ársfundinum hjá altjóða oyggjaleikasamgonguni, at Orknoyggjar verða vertir fyri oyggjaleikunum á sumri í 2023. Á ársfundinum í Gibraltar varð tað einmælt samtykt, at Orknoyggjar skulu hava vertskapin í 2023. Í november í fjør var altjóða oyggjaleikanevndin á vitjan í Kirkwall á Orknoyggjunum, og har fingu tey staðfest, at umstøðurnar eru nøktandi. Fyrireikararnir á Orknoyggjunum vænta 2.000 ítróttarfólk, venjarar, leiðarar, miðlafólk og áskoðarar úr hinum oyggjunum til oyggjaleikirnar á Orknoyggjunum í 2023. Oyggjaleikirnir í 2019 verða í Gibraltar, og oyggjaleikirnir í 2021 verða á Guernsey. Stórmeistarar hittast í Føroyum Gewain Jones er favorittur og hevur lagt væl frá landi í Faroes Open Føroyska U16-landsliðið kappast í Svøríki