Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. juli 2018 · Nr. 77 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge - Gundadalur Bæði KÍ og B36 hava spælt seg víðari til 1. umfar í Europa League, eftir teprar sigrar á feløgunum úr øðrum smátjóðum. KÍ vann 2-1 á Birkirkara, eftir at hava havt fult tamar­hald á dystinum í 87 minuttir, meðan B36 mátti allan vegin til brots­sparks­kapping, áðrenn St Joseph’s av Gibraltar bleiv bast. Hóast talan er um lið, sum før­ oysk feløg eiga at kunna vinna á, so er talan í báðum førum um týdn­ing­armiklar og góðar saman­ lagd­ar sigrar. Millum annað hevur Birkirkara eina fíggjarætlan, sum helst er bæði tríggjar og kanska fýrar ferðir so stórum sum tann hjá KÍ, meðan B36 spældi móti einum liði við 11 spaniólum, har teir flestu hava spælt á hægri stigi enn deildin í Gibraltar. Klassi av KÍ Søguliga málið hjá Deni Pavlovic á Malta, sum er tað fyrsta hjá KÍ á út­ivølli í Evropa, gjørdi at KÍ hevði munin undan seinna dystinum í Gundadali. Hetta tóktist passa KÍ væl. Hóast Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, mátti síggja burtur frá spælarum sum Marko Dusak og Jóannes Bjartalíð, so spældi KÍ av­bera væl. Birkirkara kom ikki til nakran serligan málmøguleika, meðan KÍ var ein støðugt hóttan móti máli­ num hjá gestunum. Tað var lot eftir vøllinum, sum gestirnir høvdu undan í fyrra hálvleiki. Tað gekk ill at fáa tað umsett til eitt trýst, meðan KÍ í hinum endanum spældi væl og skapti málmøguleikar. Tað gav úrslit, tá Jákup B. Andrea­sen sendi hornaspark inn­ fyri. Páll A. Klettskarð var fyrstur á og so kundi Deni Pavlovic enn eina ferð skorar í Evropa fyri KÍ. Í seinna hálvleiki helt góða spæl­ið fram, har KÍ støðugt trýsti maltes­iska málið, meðan gestirnar sjálv­dan megnaðu at svara aftur. Forlysandi málið kemur, tá bólt­ urin eftir tvær royndir á málið endar fyri føturnar hjá Pálli Klett­ skarð, sum meddar bóltin í málið. Stór­ur fagnaður millum spælarar og áskoðarar, tí nú skal Birkirkara skora ikki færri enn tvey mál, men so eru teir eisini víðari. KÍ-kollaps Eftir 87.minuttir av góðum spæli frá KÍ, broytist alt. KÍ megnar brád­ liga slett ikki at koma úr egnum brotsteigi og málverjin, Kristian Joensen, má fyri fyrstu ferð í fulla longt, tá maltesiska legend­an, Michael Mifsud, smekkar til uttan­ fyri brotsteigin. -Eg síggi bóltin seint, men tað var gott at fáa hondina á, sigur Kristian Joensen, sum annars ikki hevði so nógv at gera í dystinum. Løtu seinnu mál hann í málið eftir bóltinum. Hesa ferð er brasilski vongurin, Marcelinho, fyrst­ur á eitt innlegg og stútar bólt­ in í málið. -Eg veit ikki heilt hvat hendir har. Eina løtu vita vit ikki hvønn veg við venda, men eg haldi vit reisa okk­um væl, sigur ungi miðverjin, Ólav­ur Niclasen. Stutt frammanundan er kanska besti spælarin á vøllinum, Semir Hadzibulic, farin av vøllinum við snuddi, meðan innskifti Steinbjørn Olsen fær ein óhepnan leiklut, tí hann bleiv skiftur út aftur lítla løtu seinni. -Hatta fara vit at flenna eftir onkran dagin. Steinbjørn Olsen gjørdi tað gott á Malta og hevur gjørt tað gott í ár, men eg hugsi bara um at vinna, segði Mikkjal Thomas­sen eftir dystin. Bæði Kristian Joensen og Mikkjal Thomassen hava tó hug at spæla seinastu minuttirnar eitt sindur niður. Teir halda báðir, at liðið taklaði støðuna væl eftir um­ støð­un­um, hóast tað komu onkrar spentar støður seinastu minutt­ irnar. Eitt gott lið-avrik Sum sæst á spælarametingunum, so er talan um eitt avbera gott liða­vrik. Tó koma vit ikki uttanum Páll A. Klettskarð, Semir Hadzibulic og Deni Pavlovic. Liðskiparin í álopi­num átti uppleggið til fyrra málið og skoraði tað seinna. Hann helt eisini væl upp á bóltin og var ein støðug hóttan. Semir Hadzi­ bulic vísti í fleiri førum góð­an bólt­ før­leika og spældi sum heild avbera væl. Eisini stýrdi Deni Pavlovic væl í verjuni, men tað telur eisini upp, at hann skorar fyrsta málið. Broytingar í KÍ Í farnu viku gjørdist greitt, at Marko Dusak gevst í KÍ. Kroatiski mið­verjin hevði í eina tíð eitt ynski um, at sleppa aftur familjuna í heim­landinum. Nú hevur KÍ fingið ein avloysara fyri marko Dusak, skrivar Norðlýsið. Talan er um 32 ára gamla Pre­ drag Pocuca, sum somuleiðis frá Kroatia. Hann er 32 ára gamal, 1,87 metur høgur og spælir í miðverjuni. Sein­astu tíðina hevur hann spælt í næst­bestu deildini í Serbia, skrivar Norð­lýsið. Sáttmálin er fyribils gald­andi fyri restina av hesum kapp­ingar­ árinum og komandi kappingarári. Mett verður tó ikki, at hann verður tøkur til Europa League dystirnar móti Zalgiris úr Litava. Týskvøldið skal KÍ spæla móti Zalgiris í Gunda­dali. Norðlýsið skrivar eisini, at fleiri ivamál eru í hópinum hjá KÍ. Eitt nú er ivsamt um Semir Hadzibulic, Jóannes Bjartalíð og Deni Pavlovic verða tøkir. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Europa League: KÍ SETTI BIRKIRKARA UPP Á PLÁSS Í 87. minuttir setti KÍ gestirnar av Malta upp á pláss í lotinum í Gundadali, men upp á bara fáar minuttir mundi KÍ mist alt á gólvið. Føroyskur fótbóltur vann tveir stórar sigar, tá KÍ og B36 vunnu seg víðari KÍ SKRIVAÐI SØGU Við sigrinum á Birkirkara er KÍ víðari á fyrsta sinni í Evropa. Hóast tað onkuntíð hevur verið nær við, og KÍ hevur bæði vunnið og spælt javnt á heimavølli, so er tað ongantíð eydnast at vinna seg víðari. Serliga eru tað útidystirnir, sum hava felt KÍ, men nú er ta alt bara søga, tí KÍ er víðari