mánadagur 9. juli 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. juli 2018 · Nr. 77
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STEÐGURIN
BAR NÝGGJAR
MØGULEIKAR VIÐ SÆR
Við fyrsta sigrinum í hálva øld syrgdi Árnfirðingur fyri, at FM spenningurin er varðveittur
millum 8-mannaførini, og millum 10-mannaførini er hann varðveittur, tí Klaksvíkingur
vann fyri fyrstu ferð í ár, og tí favoritturin Ormurin Langi endaði á triðja plássi
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Í Fuglafirði hildu tey varmakeldu
stevnu hetta vikuskiftið. Í ár var
tað tó ikki FM kappróður í Fugla
firði, har umstøðurnar annars eru
av teimum bestu at kapprógva.
Soleiðis var tað eisini leygardagin,
men tað var ikki FM kappróður,
tí skipanin sigur, at tað maka ár
er kappróður á eystanstevnu á
Skálafjørðinum og stak ár er kapp
róður í Fuglafirði.
Leygardagin var kappróður á
fjarðastevnu í Vestmanna, sum
eigur
róðurin
annaðhvørt
ár,
meðan Skála og Strendur eiga
róðurin fjórða hvørt ár.
Nú tað resta tvær kappingar – á
vestanstevnu í Sandavági leygar
dagin og so á ólavsøku – eru tað
framvegis fýra manningar, sum
hava vunnið allar fimm róðrarnar
og tískil hava fult stigatal. Tað
eru genturnar á Firvaldi í barna
róðrinum,
kvinnurnar
á
Erlu
Kongsdóttir, kvinnurnar á Søl
mundi og menninir á Páll Fanga.
Allir hesir bátarnir vunnu aftur
leygardagin.
Stóru FM favorittarnir
Kvinnurnar
á
Sølmundi
hjá
Kappróðrarfelagnum
NSÍ
eru
suverenasta manningin av øllum,
um tað bæði verður roknað við
gongdini í róðrunum og tíðarmuni
num millum fremsta bátin og tann
næsta.
Í kappingini millum 6-manna
førini við kvinnum sprakk Søl
mundur avstað, og síðani var
ongantíð spurningur um, at hann
fór at vinna, men heldur um hvussu
trivalig leiðslan fór at verða.
Í barnaróðrinum fyri gentur var
Firvaldur av Tvøroyri fremstur fyri
fimtu ferð. Kappingin var øgiliga
stór. Tað var Knúkur, báturin hjá
nýggja róðrarfelagnum í Eystur
kommunu, sum bjóðaði av. Teir
lógu leingi borð um borð, og
Knúkur var onkra løtu undan, men
á málinum vóru tað enn einaferð
tær hjá Froðbiar sóknar Róðrar
felag, sum vóru fremstar.
Sigrarnir hjá monnunum á
6-mannafarinum Páll Fanga og
kvinnunum á 5-mannafarinum
Erlu Kongsdóttir vóru ikki so ólíkir
soleiðis at skilja, at á fyrra parti
num av teininum vóru avbjóðarar
nir so mikið næskir, at tað kendist
møguleiki
vera
fyri
nýggjum
vinnara. Men tá ið málið var hálv
rógvið, myndaðist tað soleiðis,
sum tað hevur gjørt allar tær
undanfarnu ferðirnar í summar.
Gongurólvur
hjá
Havnar
Róðrarfelag var væl upplagdur á
fyrra partinum av teininum, tá ið
hann í løtum var undan Páll Fanga.
So skrædnaði og seinna partin av
teininum var tað leyst millum tveir
teir fremstu og eisini allar hinar.
Undarligt og ivaleyst samstundis
lætt at skilja, at tað var so stórur
munur frá Páll Fanga og aftur til
Gongurólv og frá Gongurólvi og
aftur til Rádna, og frá Rádna og
aftur til Lóm og frá Lómi og aftur
til Hósvíking.
Bæði
Jallurin
hjá
Róðrar
felagnum Knørri og Sílið hjá
Havnar Róðrarfelag bjóðaðu Erlu
Kongsdóttir av á fyrra partinum
av teininum. Jallurin misti so,
men Sílið royndist so mikið væl, at
tað var fremst, inntil tað restaðu
tvey hundrað metrar, og eina løtu
var Erla Kongsdóttir eina heila
bátslongd aftanfyri Sílið.
Bæði í hesum róðrinum og fleiri
av hinum tóktist tað muna væl, at
tað ikki var heilt slætt, og at bátar
nir megnaðu so ymiskt at gagnnýta
renningarnar.
Tó var einki at ivast í, at tá ið tað
galt um, so vóru tað førleikarnir
hjá teimum á Erlu Kongsdóttir,
sum vóru avgerandi. Erla rann at
enda frá Sílinum, og á málinum var
sigurin so mikið trilvaligur, at tað
var leyst millum bátarnar.
Størsti spenningurin
Tað eru manningar hjá Havnar
Róðrarfelag og Róðrarfelagnum
Knørri, sum mynda oddin í kapp
ingini millum 5-mannafør við
dreingjum. Drekin vann tvær tær
fyrstu kappingarnar – á norðoya
stevnu og sundalagsstevnu – so
vann Jallurin á eystanstevnu, Sílið
vann á jóansøku, og drekastevnið á
Sílinum var aftur fyrst um málið,
tá ið tað leygardagin varð kappast
í Vestmanna.
Dramatikkurin
var
stórur.
Jallurin var fremstur fyrsta part
in av teininum. So bjóðaðu bæði
Drekin og Sílið av. Áðrenn tað
varð farið undir endaspurtin misti
Drekin, og inntil tað restaðu minni
enn hálvthundrað metrar var
Jallurin fremstur. So munaðu tøk
ini hjá Sílinum best.
Sigurin hjá Sílinum ber við sær,
at tað nú er púra opið í FM kapping
ini. Jallurin hevur 30 stig, og Sílið og
Drekin hava 29 stig.
Falkur úr Hósvík vann kapp
ingina millum 5-mannafør við
gentum á jóansøku. Falkur legði
best fyri í Vestmanna, og Falkur
var fremstur, inntil tað restaðu
umleið 200 metrar. Tambar fekk
ikki so góðan start, men seinna
partin av teininum og serliga í
endaspurtinum var Tambar øgiliga
sannførandi og vann tryggan sigur.
Leingi tóktist tað sum um, at
leygardagurin fór at verða dagurin,
tá ið Blikur av Argjum skuldi detta
heilt
burtur
ímillum.
Soleiðis
endaði tað ikki, tí Blikur var dyggur
í endaspurtinum, tá ið tað var um
reppið, at hann tók Falkin. Tað
eydnaðist ikki, men triðja plássið
ber við sær, at Blikur framvegis er
við í FM kappingini.
FM stríðið er millum Tambar
og Blik, sum eru stavn um stavn
í stigum. Falkur og Drekin eru
stavn um stavn í kappingini um
bronsukrónurnar. Avrikini leygar
dagin vístu, at serliga Falkur kann
Fjarðastevna: