mánadagur 9. juli 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 9. juli 2018 · Nr. 77
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
verða við til at gera av, hvussu tað
verður við FM heitinum.
Óførur dagur hjá
klaksvíkingum
At favoritturin Páll Fangi við monn
um fór at vinna kappingina millum
6-mannaførini kom ikki óvart á.
Meiri óvart var tað, at Fípan
Fagra úr Klaksvík við dreingjum
vann barnakappingina, sum Fisk
urin úr Vági frammandan hevði
fult stigatal í. Á jóansøku í Vági
var Fiskurin tvey sekund undan
klaksvíksdreingjum, sum nú vóru
fremstir allan teinin og vunnu tvey
sekund undan vágsdreingjum.
Á jóansøku vóru ábendingar um,
at 10-mannafarið Ormurin Langi
ikki fór at vinna allar róðrarnar
uttan svørðssløg, tí tá var Klaksvík
ingur fremstur, inntil tað restaðu
eitt ella tvey tøk.
Eftir fyrireikingar í fjúrtan
dagar síðani jóansøku vísti Klaks
víkingur seg at vera framúr væl
upplagdur í Vestmanna, har hann
vann. Tá ið Ormurin Langi sam
stundis ikki hevði ein av sínum
bestu døgum og endaði á triðja
plássi, er kappingin um FM heitið
opnari nú, enn hon higartil hevur
kenst at vera. Serliga tí avrikið hjá
Suðuroyingi í Vestmanna vísti, at
hann heilt víst verður við í kapp
ingini um sigurin í Sandavági
leygardagin.
Starturin hjá Klaksvíkingi var
góður, og hjá Orminum Langa var
hann avgjørt ikki vánaligur. Men
meðan Klaksvíkingur stakk seg
framum allar hinar, so misti Orm
urin Langi meiri enn eina báts
longd.
Stóran part av teininum var
Havnarbáturin heilt væl við, men
í endaspurtinum datt hann aftur á
fjórða plássið, tá ið Ormurin Langi
loksins fótaði sær.
Burtursæð frá Drekanum Reyða,
sum als ikki megnaði at halda
tørn, so var Ormurin Langi tann,
ið mesta partin av teininum hevði
størstu trupulleikarnar at avrika
í umstøðunum, sum vóru øðrvísi,
enn tær hava verið, tí tað vóru so
nógvar renningar. Endaspurturin
hjá Suðuroyingi var øgiligur, og
tí var Klaksvíkingur, sum annars
hevði vunnið sær leiðslu, ið var
tað mesta av einari bátslongd, bara
lítlan skut undan, tá ið bátarnir
fóru um málið.
Sigurssælan vísti seg at vera søt
og stór umborð á hvíta bátinum,
meðan favorittarnir á Orminum
Langa sóust í sjáldsamari støðu, tá
ið teir vónbrotnir og troyttir hingu
niður á árarnar.
Tað er lagt upp til sera spenn
andi kapping leygardagin í Sanda
vági.
Árnafjørður aftur
á róðrarkortið
Tað var tann tíð, tá ið 8-mannafarið
Árnfirðingur í seksti árunum gjørdi
um seg og vann nógvar sigrar og
fleiri FM heiti. Eftir ólavsøksigurin
í 1968 og sigur í serstaka FM róðri
num eftir ólavsøku hetta sama árið
varð hann ikki flotaður árið eftir,
og síðani hevur tað verið lítið at
sæð til Árnfirðing.
Tað er framvegis Árnfjarðar
Róðrarfelag, sum eigur bátin og
fær stuðlar til vega. Manningin í
ár er úr høvuðsstaðnum, har grøni
báturin sæst venja.
Í undanfarnu kappingum hevur
tað ikki eydnast Árnfirðingi at gera
nakað við suverena Argjabátin,
men leygardagin eydnaðist tað,
og harvið vann Árnfirðingur fyri
fyrstu ferð í eina hálva øld.
Tað fegnast tey í Árnafirði
nógv um saman við manningini í
høvuðsstaðnum.
Árnfirðingur vann seg beinan
vegin framum, og burtursæð frá
eina lítla løtu tíðliga í róðrinum, tá
ið Argjabáturin stakk seg framum,
so var Árnfirðingur undan. At hann
megnaði at vinna seg eina stóra
hálva bátslongd framum, áðrenn
tað varð farið undir endaspurtin,
vísti seg at vera ov stórur biti hjá
Argjabátinum at taka aftur, hóast
argjamenn royndu í einari síðstu
atsókn, sum miseydnaðist.
KAPPRÓÐUR
10-mannafør
1 Klaksvíkingur 04.32.25
2 Suðuroyingur 04.33.15
3 Ormurin Langi 04.36.06
4 Havnarbáturin 04.38.11
5 Drekin Reyði 04.50.02
FM støðan
1 Ormurin Langi 33
2 Klaksvíkingur 30
3 Suðuroyingur 27
8-mannafør
1 Árnfirðingur 04.51.37
2 Argjabáturin 04.52.41
3 Nevið Reyða 05.05.36
FM støðan
1 Argjabáturin 34
2 Árnfirðingur 31
3 Ørvur 15
4 Nevið Reyða 10
6-mannafør kvinnur
1 Sølmundur 05.14.20
2 Páll Fangi 05.21.28
3 Smyril 05.22.35
4 Skúgvur 05.44.01
FM støðan
1 Sølmundur 35
2 Páll Fangi 28
3 Smyril 27
6-mannafør menn
1 Páll Fangi 04.59.36
2 Gongurólvur 05.04.42
3 Rádni 05.09.24
4 Lómur 05.14.30
5 Hósvíkingur 05.23.21
FM støðan
1 Páll Fangi 35
2 Gongurólvur 29
3 Rádni 26
5-mannafør kvinnur
1 Erla Kongsdóttir 05.25.37
2 Silið 05.28.05
3 Jallurin 05.35.28
4 Teistin 05.41.36
5 Blikur 05.56.20
FM støðan
1 Erla Kongsdóttir 35
2 Sílið 30
3 Jallurin 24
5-mannafør gentur
1 Tambar 05.29.16
2 Falkur 05.31.27
3 Blikur 05.31.40
4 Báran 05.33.35
5 Drekin 05.33.48
6 Sílið 05.39.02
7 Frúgvin 05.40.48
8 Beinta 05.45.11
9 Kollur 05.59.19
10 Fenja 06.00.14
11 Knúkur 06.03.02
12 Stubbin 06.15.25
FM støðan
1 Tambar 30
1 Blikur 30
3 Falkur 21
3 Drekin 21
5-mannafør dreingir
1 Sílið 05.09.41
2 Jallurin 05.10.27
3 Drekin 05.12.39
4 Royndin Fríða 05.15.08
5 Firvaldur 05.19.43
6 Silja 05.21.16
7 Ørnin 05.25.21
8 Ingibjørg 05.25.40
9 Tjaldrið 05.28.12
10 Heykur 05.31.21
11 Havfrúgvin 05.34.15
FM støðan
1 Jallurin 30
2 Sílið 29
2 Drekin 29
Barnaróður gentur
1 Firvaldur 02.43.25
2 Knúkur 02.44.27
3 Frúgvin 02.46.12
4 Ørnin 02.47.40
5 Havørnin 02.52.16
6 Hulda 02.53.07
7 Ingibjørg 02.58.12
FM støðan
1 Firvaldur 35
2 Ørnin 24
3 Knúkur 23
Barnaróður dreingir
1 Fípan Fagra 02.38.10
2 Fiskurn 02.40.15
3 Heykur 02-40.38
4 Svalan 02.41.02
5 Ternan 02.44.19
6 Pílur 02.46.39
7 Spógvin 02.50.01
8 Knúkur 02.51.01
FM støðan
1 Fiskurin 34
2 Fípan Fagra 27
3 Heykur 25
Úrslit og støður