mánadagur 9. juli 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. juli 2018 · Nr. 77
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjartan Egholm
Fyri einum lítlum mánaða síðani
skrivaðu vit í Sosialinum søguna
um teir báðar súkklararnar, Kjartan
Egholm og Tonny Brimsvík, sum
meldaðu seg til gróthørðu norsku
súkklukappingina, Styrkeprøven,
har 543 kilometrar úr Tróndheimi
og Oslo skuldu leggjast afturum í
einum høggi.
Um orsøkina til at melda seg til
kappingina segði Kjartan, at hann,
eftir at hava súkklað Føroyar tunn
ar, leitaði eftir einari heilt øðrvísi
avbjóðing og vildi royna okkurt
garvilt.
Teir báðir eru nú afturkomnir úr
Noregi og kunnu líta aftur á uppliv
ingina í Noregi. Kjartan hevur latið
eina ferðafrásøgn úr hondum, og
hon er at lesa niðanfyri:
Alt pakkað
Leygarmorgunin tann 16. juni 2018
kl.7.15 var bíðitíðin umsíðir komin
at enda. Bíðitíðin, sum hevði
sín uppruna í einum Facebook-
uppslagi átta mánaðir framman
undan. Har stóðu vit so í start
boksini, óvitandi um hvat teir
næstu mongu tímarnir fór at bjóða
okkum.
Lýsingin, ið varð sett á Facebook
í septembur 2017, var blivin til veru
leika, og ferðin inn í flúgvaran
ávegis til Danmarkar og síðani til
Tróndheim hósdagin tann 14. juni
var ítøkilig. Súkklur vóru pakkaðar
og klæðir til alt hugsandi veður.
GPS, gel, bar – ja, alt var klárt og
pakkað niður. Menninir vóru eisini
klárir - og ikki minst spentir. Tað
var nú, at ferðin út í eitt ókent
ævintýr byrjaði, og venjingin skuldi
vísa sítt virði.
Tíðin í Tróndheimi varð brúkt
til at tryggja, at súkklan var komin
fram í heilum líki. Ikki tykkum at
siga, so eru súkklurammur í dag
ikki so lættar at umvæla, um tað
nú skuldi hent, at ein riva ella líkn
andi kom á rammuna, tí flest allar
rammur í dag eru gjørdar úr kol
fiprum.
Báðar súkklur komu fram í øll
um góðum og í heilum líki.
Fríggjakvøldið bleiv viðførið
borið til fyrireikararnar áðrenn
tað
varð
hugt
eftir
seinastu
veðurtíðindunum. Hetta spældi
inn í mun til hvat skuldi takast við
og hvat skuldi pakkast niður og
ikki takast við á túrinum. Skuldi
regnjakkin pakkast niður ella ikki?
Skuldi man satsa uppá stuttar
buksur, ella skuldi man tryggja
seg við longum buksum? Nógvar
avgerðir skuldu takast, tí tað, sum
bleiv latið inn, var ikki til at fáa
fatur á aftur fyrr enn í Oslo.
Tíðin nærkaðist. Tey fyrstu
luttakandi fóru avstað fríggja
kvøldið tann 15. juni kl.22. Millum
annað ung, ið óivað eru í hernað
artænastu, fóru avstað kl.23. Tey
súkklaðu við vanligum súkklum
við umleið trimum gearum og
klødd í hernaðarbúna. Kanska
er tað ein ella onnur siðvenja hjá
teimum, at tey luttaka í Styrki
royndini eins tað er vanligt at
síggja Sirius-hernaðarmenn renna
Keypmannahavnar
marathon
í fullum hernaðarbúna. Væl at
merkja í búnanum, sum verður
brúktur í norðureystur Grønlandi!
Norsku hernaðarfólkini venda vit
aftur til seinni í greinini.
Nú var bert eftir at bíða til
okkara túrur var at nærkast
byrjunarstrikuni,
men
áðrenn
skuldi roynast at fáa nakrir tímar
av svøvni og ein góðan morgunmat.
Vekjarin ringdi kl.4.30, ljósið trongdi
seg gjøgnum gardinurnar. Sól og
stilt. Ein vakur summarmorgun -
gott tað sama, tí á einum so longum
túri ynskir man ikki regn – ella, í øll
um førum so lítið sum gjørligt.
Eftir ein góðan og sunnan
morgunmat – ein, sum skuldi halda
teir fyrstu nógvu kilometrarnar –
varð tjekkað út av hotellinum og
súkklað var yvir til miðbýin, har
byrjast skuldi. Okkara tíð var kl.
07.15, og spenningurin var øgiligur.
Nú var komið so langt, og tann
síðsta ferðin á ferðini stóð á gáttini
til at byrja. Frásøgumaðurin rópti
okkum fram til strikuna og byrjaði
síðani at siga frá hvørji 30 skuldu
byrja í hesum bólkinum. Tá kom
tað fram, at tað var fyrstu ferð,
at luttøka var úr Føroyum, og tað
gleddust teir sum vera man um.
Tað, at vit eru teir fyrstu at umboða
Føroyar, merkir ikki at vit eru teir
fyrstu, ið taka lut. Tað kunnu vera
føroyingar, sum eru búsettir í
Noregi ella Danmark, ið hava tikið
lut.
3, 2, 1 - nú
So sló klokkan 07.15, og ferðin út í
tað ókenda kundi byrja. Ein ferð,
sum vit ikki vistu skuldi fara at
ganga. Tað er kanska júst tað, ið
ger at man fer á eina slíka ferð. Tað,
at royna seg sjálvan uttan fyri tað
mark, sum man áður hevur verið
og vitjað.
Menn kliktu seg fastar í pedalir
nar. Hálað bleiv í róðrið, og tað
umsetti orkuna til framdrift. Allir
vildu teir fram, allir vildu í gongd
og allir vóru spentir. Eg skrivi allir,
tí ongin kvinna byrjaði í bólkinum
hjá okkum.
Á ferðini úr Tróndheimi eru
møguleikar at steðga á níggju
depotum. Har er møguleiki at
fylla sær búkin og fylla vesku
í dunkarnar. Tað er upp til ein
sjálvan, um man steðgar og hvussu
leingi. Tíðin steðgar ikki fyrr enn
komið er um málstrikuna í Oslo.
Ferðin úr Tróndheimi byrjaði
sum vera man eitt sindur óróliga.
Menn vóru spentir, orkan var nógv
og menn kendu ikki hvønn annan.
Tað vóru smáir bólkar í bólkinum,
og teir hildu sum vera man saman
eins og Tonny og Kjartan hildu
saman.
Ferðin út úr Tróndheimi gekk
fínt. Stillisliga og róliga fekk ein
bólkur sítt skap og hvør maður tók
sína føring uppá skift. Bólkar, sum
vóru byrjaðir fyrr enn vit, blivu
heintaðir, og fram til fyrsta depot
hendi ikki tað stóra annað enn at
yvirskot var at njóta tað sera vakra
landslagið. Vakurt er tað er í Noregi,
og lítið vistu vit, at rutan, ríkisvegur
E6, skuldi fylla okkum við vøkrum
myndum av Noregi í fagrasta veðri,
eisini hóast møðin til tíðir royndi at
stjala uppmerksemið.
Fyrsta depotið lá umleið 62 kilo
metrar frá Tróndheimi. Hetta var
áðrenn ferðin niðan brekkurnar so
smátt skuldi byrja. Steðgurin bleiv
stuttur - eitt sindur av mati og fylla
dunkarnar. Lagið var gott og orkan
var nógv. Prátað bleiv eitt sindur
um hvussu koyrt var í bólkinum og
hvussu vit kunnu gera tað lættari
fyri okkum sjálvar við at sita rætt.
At sita rætt er at sita soleiðis í
bólkinum, at ferðin er jøvn og ikki
órógvast av at skula bremsa, tí tann
frammanfyri bremsar og fyri síðani
at súkkla gloppið innaftur, sum
kemur av at bremsað verður. Onkur
kallar tað elastikkoyring.
Teinurin millum depot eitt og
tvey bleiv eisini súkklaður við
eitt sindur av mótbrekku - tó so,
mótbrekkurnar á teinunum eru
javnar og lættar at súkkla. Súkklað
verður niðan gjøgnum vakran dal
við nógvum skógarvøkstri og við
stórari á rennandi ímóti okkum á
høgru síðu.
Í okkara fyrireikingunum heim
anífrá vóru vit spentir uppá hvussu
brekkan millum depot tvey og trý
fór at roynast. Okkara fyrireikingar
til túrin hevur verið merkt av vit í
Føroyum hava fáa strekkir við
longum sløttum vegum, so venj
ingin hevur verið merkt av teim
um møguleikum vit hava her
heima, tvs. nógvar brekkur, um
ikki langar, so hava tær eitt hall, ið
gevur mótstøðu og styrkir ein sum
súkklara.
Brekkan kendist væl. Vit høvdu
nú lagt teir fyrstu 100 kilometrar
nar aftur um okkum. Hallið var
eini 2%. Tað kendist væl, og ferðin
var høg - einar 25 km/t. Vit vistu,
at tað vóru um 100 kilometrar
ímillum depot tvey og trý. Hesir
100 kilometrarnir vóru fyri tað
mesta mótbrekka og á sløttum. So
hvørt súkklað bleiv niðan brekku
na byrjaði tað spakuliga at tynnast
í skógarvøkstrinum. Áin bleiv
spakuliga minni og minni. Merkis
vert at súkkla fram við eini á so
leingi, í einar 70 kilometrar.
Komnir upp í hæddirnar vóru
vit somuleiðis upp um træmarkið.
Áin var blivin til eina lítla á og til
endans var hon burtur. At hon
hvarv var ein eygleiðing av teimum
góðu. Hetta merkti somuleiðis, at
vit vóru komnir upp í hæddina.
Brekkan stóra var løgd aftur um og
súkklast skuldi nú á meira sløttum
vegi í meira kargari náttúru. Eingi
trø, lágur vøkstur og vítt til veggja.
Vakurt og stórsligið.
Tá súkklað verður so langar
teinar er ikki altíð lætt at stýra nær
kroppurin hevur tørv á at skaffa
sær av við tað hann nú hevur tørv
á. Tá er einki annað enn at klemma
reyvarbøllarnar saman og súkkla
teir 75 kilometrarnar til næsta
depot. Har er onki val. Undan
brekkan oman ímóti triðja depoti
kom tí væl við eins teir møguleikar
fjórða depotið bjóðaði.
Merktir
Steðgurin í depot trý var kanska
fyrsti steðgur, har vit kendu okkum
merktar av at hava lagt 200 kilo
metrar afturum. Beinini, reyvin,
nakkin og armarnir lótu frætta
frá sær. Strekt bleiv út og matur
og drekkað bleiv fylt á kropp og
dunkar.
Semja okkara millum var at
fylgjast allan vegin til Oslo. Hetta
merkir eisini, at vit bíða og hjálpa
hvørjum øðrum tá ið á stendur.
Tað hevur stóran týdning at hava
slíkar avtalur tá tú ongantíð veitst
nær tað er tín túrur at enda í einari
kreppu og hevur tørv á at verða
stuðlaður til at halda áfram sjálvt
um alt í tær vil fáa teg at steðga.
Ríkisvegur E6 er longsti vega
teinurin í Noregi. Longdin er 2628
kilometrar og strekkir seg heilt
norðuri úr Kirkenes suður til
Svinesund. Den Store Styrkeprøve
verður súkklaður, meir og minni,
543 kilometrar á E6.
Aftaná depot trý gekk leiðin
suður gjøgnum Gullbrandsdalin.
Ein túrur, ið vit ikki vistu heilt
hvat vit skuldu vænta okkum av
annað enn at vit høvdu súkklað
200 kilometrar og enn vóru 343
kilometrar eftir á mál. Eitt mál tá
man súkklar langteinar er at petta
teinin upp í minni teinar. Sum
Tonny sigur: ”At eta ein elefant
kann einans lata seg gera við at
eta hann í smáum bitum.” Tó so,
fram ímóti fjórða depoti komu vit
at súkkla saman við einum bólki
av donskum monnum. Hetta sam
starvið gekk væl, og fullu vit væl
inn í samstarvið og góvu okkara
íkast til at menna ein góðan bólk,
ið kanska kundi halda allan vegin
til Oslo. Tað skuldi tíðin so vísa.
Fram ímóti fjórða depoti vóru
vit somuleiðis við at súkkla okkum
fram móti hálvum teini, og tað er
altíð ein markarsteinur fyri eitt
ítróttarfólk. Tað, at náa hálvan
teinin, styrkir somuleiðis um fatan
ina av at nú fara kilometrarnir at
ganga undan og málið at nærkast.
Gullbrandsdalurin er ein sonn
sansilig uppliving at súkkla í
gjøgnum. Ferðin á súkkluni er til
pass til at kunna sansa tað vakra
landslagið, tað vøkru tillagingina av
vegum og húsum og bóndagørðum
upp eftir líðunum, merkja moyggja
bitarnar og flugurnar raka anlitið
- og um munnurin er opin: at
spýta tær út, sum eru endaðar í
munninum - alt meðan áin gerst
størri og størri longri oman gjøgn
um dalin vit ferðast.
Samstarvið við danskararnar
bleiv styrkt við at vit tosaðu saman
og báðir partar sóu styrkina í at
vera ein bólkur. Vit vóru umleið
átta persónar. Vit løgdu út frá
depoti fýra og fylgdust allar teir
írestandi kilometrarnar til Oslo.
Millum depotini fýra og sjey, eitt
strekki uppá umleið 171 kilometrar,
varð súkklað víðari suður gjøgnum
Gullbrandsdalin. Meira av tí sama,
SÚKKLING
Ferðafrásøgn:
TAÐ VAR EIN
KENSLULIG LØTA