mánadagur 9. juli 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 9. juli 2018 · Nr. 77
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SÚKKLING
og tó. Smáar avbjóðingar byrjaðu so
smátt at gera seg galdandi. Eymir
reyvarbøllar, møðin í nakka og
ørmum byrjaði at gera enn meira
um seg. Ferðin var tó góð og jøvn.
Samstarvið gekk framúr, og allir
gjørdu sín part av arbeiðinum at
liggja fremstir og bróta vindin.
Veðrið hevur ikki verið annað
enn framúr. Eitt lítið lot og til tíðir
sólglottar og sól. Hitalagið umleið 17
hitastig - akkurát tilpass til okkum
súkklarar. Vit høvdu fingið eina
ábending um at regn skuldi vera
á teimum seinastu kilometrunum.
Meira um tað seinni.
Kenslulig løta
Seinnaparturin
gekk
spakuliga
yvir í kvøld. Vit høvdu nú sitið á
súkkluni í einar 10-12 tímar. Lagið
var gott og yvirskot var framvegis
í sinninum og í kroppinum. Vit
steðgaðu á øllum depotum og fyltu
okkara depotir upp. Stuttir steðgir,
men gott at fáa strekt beinini og
ryggin.
Fyrr í greinini var ein lýsing av
einum hernaðarliði, ið ætlaði at
súkkla teinin við vanligum súkkl
um. Tey byrjaðu átta tímar undan
okkum. Vit komu fram á tey umleið
100 kilometrar frá Oslo. Tey stóðu
úti við vegjaðaran. Ein av teirra var
punkteraður. Var okkkara garvilt,
so heldi eg at teirra avrik var nógv
meira garvilt.
Norðan
fyri
Lillehammer
súkklaðu vit fram við anlegginum,
ið bleiv brúkt til bobsletukoyring
arnar á OL í Lillehammer í 1994.
Hugaligt.
Komið fram ímóti næststeinasta
depoti setti sólin. Ein vøkur løta,
um man hevði yvirskot at hyggja
aftur um seg.
Tað, sum vit ikki vónaðu, byrjaði
so smátt at gerast veruleiki. Alt
meðan kvøldið fyrireikaði seg til
náttina, byrjaði droparnir so smátt
at fella av himli. Einki hugaligt, nú
tað framvegis vóru einir 70-80 kilo
metrar eftir á mál.
Regnið bleiv til veruleika - fyrst
smáregn, síðani oysregn, og náttin
var um at taka yvir. Myrkrið gjørdi
at lyktirnar skuldu tendrast, og har
høvdu vit, Tonny og eg, ikki gjørt
okkara heimarbeiði nóg væl. Vit
høvdu einans vanligar lyktir við.
Danskararnir høvdu góðar lyktir,
og tað var gott tað sama.
At súkkla troyttir í myrkri og
regni er krevjandi. Tað skal so lítið
til áðrenn óhappið kann henda. Og
hendir eitt óhapp, so er ikki vanligt
at bíða. So er tað bert tú, súkklan
og makkarin. Tá regnið hevði oyst
niður í rúma tíð, og kuldin í kroppi
num gjørdi meira og meira um seg,
gjørdust teir seinastu kilometrarnir
á mál drúgvir.
At koyra teir seinastu 70-80 kilo
metrarnar um náttina hevur eisini
sínar fyrimunir. Kanska sá eg tað
ikki tá, tí alt, vit ynsktu okkum, var
at liggja undir einari heitari dýnu,
men fyrimunurin var, at tða var
sera lítil ferðsla á vegunum.
Teir seinastu 15 kilometrarnir
inn móti málinum blivu koyrdir á
motorvegnum. Tað var væl merkt
upp, og tað kendist sera trygt.
Okkara donsku súkklufelagaðir
greiddu frá, at vit skuldu goyma
eitt sindur av orku til eina seks kilo
metrar langa mótbrekku á motor
vegnum. Hendan mótbrekkan vísti
seg ikki at vera nógv at skriva heim
um fyri okkara part. Gamaní var
hon long, men hallið var ikki verri
enn Velbastaðvegurin niðan fram
við kirkjugarðinum.
Gleðin um at hava yvirskot til at
síggja Oslo var ikki at fara skeivur
av. Tað var einki stað á kroppinum,
sum ikki merkti sviðan av at vera
útsett fyri einum súkklutúri av
hesum slag, men gleðin at hava
flutt okkara persónligu mørk fyri
hvat okkara kroppar klára, var ein
fantastisk kensla.
Máløkið
var
inni
í
einari
fótbóltshøll, ið liggur upp at tjóðar
leikvøllinum, Ullevål. Gott tað
sama, tí tey tungu myrku skýggini
hingu framvegis yvir Oslo, tó so at
tað ikki var so tætt millum dropar
nar. Kenslan av at súkkla inn á
mál var ein stór kenslulig løta.
Málið var nátt. Báðir vóru komnir
óskaddir á mál – einki óhapp, og
eingin í bólkinum var komin illa
fyri á nakran hátt.
At skula rúma øllum hesum var
stórt. Alt tað arbeiðið at náa máli
num - puha puha!
Eftir at hava skift í turr klæðir,
etið og komið til sín sjálvs aftur, var
farið at spáka sær yvir á hotellið, ið
lá tætt við. At ganga hendan kilo
meturin var nokk tann lættasti
kilometurin á túrinum.