Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. juli 2018 · Nr. 77 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen Símun Rógvi Hansen, Teit Jacob­ sen, Sebastian Pingel, Ári Mohr Jónsson, Jóhannes Hansen og Marianna Holm Jacobsen. Tað eru bara nøkur av føroysku ítróttar­ fólkunum sum seinastu mánað­ir­ nar hava fingið álvarsamar knæ­ skaðar. Og tá hugsa verður aftur á seinastu árini, tykist tað sum um at óvanliga nógv føroysk ítróttar­ fólk dragast við álvarsamar knæ­ skaðar. So seint sum í fjør slitu millum annað tveir av evnaríkastu ítróttar­monnunum í Føroyum, Brand­ur Hendriksson Olsen og Jóhan á Plógv Hansen, millum ann­ að krossbandið. Ikki meira útsett í Føroyum enn aðrastaðni Men sambært Brian Fossabrúgv, ið er fysioterapeutur við serkunnleika til knæskaðar, hava tølini fyri knæ­ skaðar í Føroyum seinastu árini verið lutfalsliga líka sum í granna­ landi­num Danmark til­dømis. Sosial­urin hevur tó roynt at fingið tøl í Føroyum fyri hetta árið, sum ikki hevur eydnast okkum enn. - Lutfalsliga hevur talið í Føroyum fyri knæskaðar mint um talið í Dan­mark seinastu árini. Í Føroyum hava seinastu árini verið framdar 25-30 krossbandsskurðviðgerðir um árið, og í Danmark hevur talið lig­ ið ímillum 3000-3500. Í lutfallið minn­ir tað talið um, sigur Brian Fossa­brúgv, fysioterapeutur, sum tó hevur eina ábending um, at vit í Før­oyum hetta árið hava sæð fleiri álvar­samar knæskaðar, enn vit hava sæð undanfarin ár. Fótbótsspælið er broytt og vandin fyri knæskaðum øktur Seinnu árini er fótbóltsspælið broytt nógv í mun til fyrr, har tað í dag verður vant nógv oftari enn tað var fyri tildømis 20 árum síðani. Brian Fossabrúgv heldur, at soleiðis sum at intensiteturin í fót­bóltsspælinum er øktur, er vandin fyri skaðum eisini øktur í mun til, og er hetta kanska ein av orsøkunum til at vit síggja so nógv fleiri knæskaðar nú í mun til fyrr. - Fótbóltsspælið er tildømis broytt og økt munandi seinastu ár­ini. Bæði viðvíkjandi skjótleika, styrki og intensiteti. So tað kundi verið áhugavert at kannað um hetta hevur eina ávirkan á skaða risiko’ina, og at talið fyri álvarsamar knæ­skaðar í Føroyum nú tykist vera økjandi. - Allar kanningar vísa, at flestu leikar­ar sum slíta krossbandið, eru leikarar sum spæla á topp støð­ Fótbóltsspælið er meira intenst, og tað økir um vandan fyri eitt nú álvarsomum knæskaðum. Fótbóltsspælarar og hondbóltsspælarar eru í serligum vanda, og teir skulu gera meira burtur úr fyribyrgjandi venjing, heldur fysioterapeutur FÓTBÓLTUR VANDIN FYRI ÁLVARSOMUM SKAÐUM ER ØKTUR Símun Rógvi Hansen (NSÍ) Brian Fossabrúgv 20-05-1975 (43 ár) Bachelor í fysioterapi, Cert. MDT Síðan 2016 starvast sum fysioterapeutur á viðgerðarstovuni FYSIO Síðan 2004 starvast sum fysioterapeutur fyri tey ymisku fótbóltslandsliðini hjá FSF 2003 – 2015 starvast á Havnar Fysioterapi og á somatisku deild á Landssjúkrahúsinum Útbúgvin fysioterapeutur frá fysioterapeutskúlanum í Århus í 2003.