Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 9. juli 2018 · Nr. 77 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR HAVA SØKT UM TØL FRÁ Í ÁR Fyri at samanbera Føroyar og onnur lond, hevur Sosialurin søkt um tøl frá Landssjúkrahúsinum í samband við knæskaðar fyri í ár. Men av tí at feriutíð er, og tann sum hevur data um hendið í løtuni er í feriu, hevur ikki eydnast okkum at fingið fatur á tølunumhava Trygvi Askham og Bjarni Petersen gjørt nýggjar sáttmálar, sum eru galdandi fram til 2020. ACL (Krossbandsskaðar) eru sera álvarsligir skaðar hjá ítróttar­fólki. Í veruleikanum eigur tað at vera nærum ógjørligt í fótbólti, hondbólti og flogbólti at spæla uttan eitt vælfungerandi ACL (Kross­ band). Ítróttarfólk sum slíta kross­bandið fáa nýtt falskt krossband og er steðgurin aftaná eina kross­bands­skurð­ við­gerð vanliga um 9-12 mánaðir. Í knænum eru tvey kross­ bond. Eitt fremra krossband og eitt aftara krossband. Tey eru – saman við meniskum, lið­bond­ um og musklum við til at tryggja stabilitetin í knænum. 80% av krossbandsskaðum henda uttan kontakt – seinasta granskingin vísir enntá, at talið nú heldur liggur upp ímóti 90%, sum henda uttan kontakt. 50% av skaðunum eru ung í aldrinum millum 15-25 ár. Kanningar vísa, at 60% av teim­um sum slíta krossbandið venda aftur til ítrótt á sama støð­ið sum áðrenn skaðan, meðan 40% ikki gera tað. Onnur gransking vísir at 15% fáa ein re-ruptur (at tað slitnar aftur) innan 2 tey fyrstu árini aftaná man er byrjaður at íðka aftur. Sum oftast er talan um konufólk tá. Um kross­ bandsskaðar Av tí at eg (André) sjálvur havi verið illa darvaðum av knæskaða og havi fingið boð frá læknanum um at steðga at spæla fótbólt av teirri orsøk, er áhugin fyri evninum stórur. Og tá vit í ár hava sæð so nógvar føroyskar fótbóltsspælarar fingið álvarsamar knæskaðar, hava vit á Sosialinum valt at varpa ljós á evnið. Ætlanin er, at fleiri greinar um evnið skulu koma út. Tí skrivar André um knæskaðar ið, har sum belastningurin er maksimalur í mun til leikarar sum spæla á lægri stigið við lægri belastn­ingi ikki eru í vanda í sama mun, sigur Brian Fossabrúgv. Fótbóltsspælarar og hondbóltsspælarar í størst vanda Brian Fossabrúgv sigur, at tað ser­ liga eru ítróttarfólk ið gera ítrótt við síðuvegis rørslum, sum eru mest útsett fyri at fáa kross­bands­ skaðar í mun til onnur ítróttarfólk. Í fótbólti og hondbólti verður alla­ staðni brúkt síðuvegis rørslur. - Fótbóltur og hondbóltur eru ítróttar­greinar við síðuvegis rørsl­ um. Har eru nógvar eitt beins lend­ ingar, og tá er hægst risiko fyri kross­bondsskaðum. Kross­bands­ skaðar henda oftast við nærum strekt­um beini, har sum fóturin antin roterar inn ella út, meðan knæðið fer í ”valgus”, sum merkir kálva­kníggjað. Til ber nærum ikki at íðka slíkar ítróttargreinar uttan eitt intakt krossband. Í øðrum ítróttar­greinum so sum renning, súkk­ling ella svimjing ber til at íðka uttan eitt krossband, sigur Brian Fossa­brúgv. Venur fólk við knæskaðum Sum fysioterapeutur hevur Brian Fossabrúgv sín serkunnleika innan knæ­skaðar, og fleiri ítróttarfólk sum hava havt álvarsamar knæ­ skað­ar seinastu árini, hava verið til upp­venjing hjá Brian, ið saman við Hallgerð Bjartalíð rekur fyritøkuna FYSIO. Brian Fossabrúgv sigur, at áhugin til at spesialisera seg í knæ­ skaðum kom, tí at hann sá ein tørv á uppvenjing innan øki. - Áhugin fyri at arbeiða við fólki við knæskaðum kom, tí eg sá at har var ein tørvur á uppvenjing innan øki. Eg síggi eisini at miðvís upp­ venj­ing ger stóran mun, soleiðis at leikarar aftur kunnu koma á vøllin. Gjøgnum tíðina, har eg havi vant ítróttarfólk við knæskaðum, havi eg merkt ein stóran áhuga frá teimum leikarunum, sum hava vant upp hjá mær. Tey brúka tíð og orku uppá at gera tær venjingarnar sum skulu til fyri at gerast klár aftur. Skulu vera betur at venja skaðafyribyrgjandi Brian Fossabrúgv sigur, at kann­ing­ ar vísa, at tað sum hjálpir best fyri at verja seg ímóti slíkum álvar­ samum knæskaðum er, at venja skaða­fyribyrgjandi. Eisini hevur venjarin og doseringin hjá einum venjara nógv at siga, fyri at vera við til at fyribyrgja slíkum skaðum. - Man hevur í nógv ár í Noregi víst á, at skaðafyribyrgjandi ACL venj­ingar minka markant um vandan fyri ACL (Krossbond) skað­um. Í Føroyum er eisini fokus á fyri­byrgjandi venjingum í bæði hond­bólti og fótbólti. Men spurn­ ing­urin er, um man setur nokk inn. Leikarar og venjarar vita, at skaðafyribyrgjandi venjingar rigga. Men vit skulu vera betri til at venja meira styrki og stabilitet frá ungum árum av, og til at venja meira skaða­ fyribyrgjandi venjingar. Tá hugsi eg um neuromuskular venjingar, styrki (core og bein), hopp og lendingsteknikk og fótbólts og hond­bólts specifikkar venjingar, sigur Brian Fossabrúgv. - Eisini er venjarin ein absoluttur lyka­leikari fyri at verja leikarum móti skaðum. Venjarin skal hava holla vitan um ítróttarskaðar, og skal vera førur fyri at gera tað rætta venjingar programmið og tí røttu doseringina fyri tann ein­ staka leikaran, soleiðis at hvíld hjá leikarum eisini verður raðfest millum dystir. Tað hevur eisini stóran týdning fyri at fyribyrgja, sigur Brian Fossabrúgv. andre@sosialurin.fo Í Føroyum er eisini fokus á fyribyrgjandi venjingum í bæði hondbólti og fótbólti. Men spurningurin er, um man setur nokk inn Marianna Holm Jacobsen (VÍF) Sebastian Pingel (HB) Teit Jacobsen (HB)