Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. juli 2018 · Nr. 77 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Føroyski U21- landsliðsleikarin, Jákup Thomsen, verður útleigaður úr danska FC Midtjylland til íslendska FH restina av kappingarárinum. KÍ skrivar søgu við at spæla seg víðari í evropeiskum fótbólti á fyrsta seinni eftir samanlagdan 3-2-sigur á Birkirkara av Malta. Eisini B36 spælir seg víðari í Europa League. Teir spæla 1-1-javnleik ímóti St. Joseph’s úr Gibraltar og vinna avgerandi brotssparkskappingina. Ari Ó. Ellingsgaard skiftir heimaftur til ÍF eftir eitt hálvt ár í EB/Streymi. Hann ger sáttmála fyri restina av hesum kappingarárinum. Av persónligum orsøkum takkar Marko Dusak fyri seg í KÍ. KÍ finnur avloysaran beinanvegin, nevniliga serbiska Predrag Pocuca. HM-endaspælið í Russlandi er nátt fram til hálvfinalurnar, har tað gerst greitt, at Frakland- Belgia og Kroatia- Ongland skulu spæla. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Torkil Veyhe Aldur: 28 Yrki: Súkklari Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Eddy Merckx (34) 2. Alberto 3. Frakland (702) 4. Hvít 5. Chavanel 6. Tríggjar vikur 7. Mark Cavendish 8. Jakob Fuglsang 1 Hvør súkklari hevur vunnið flestar teinar í Tour de France? 2 Hvussu eitur fyrrverandi spanski súkklarin, Contador, til fornavn? 3 Hvat land hevur vunnið flestar teinar í Tour de France? 4 Hvønn lit er ungdómstroyggjan í Tour de France? 5 Fornavnið er Sylvain, og í ár setir hann met við at hava súkklað við í flest Tour de France (18). Hvat er eftirnavnið? 6 Hvussu nógvar vikur er Tour de France? 7 Hvussu eitur sprintarin av Isle of Man, sum hevur vunnið 30 teinar í Tour de France? 8 Hvussu eitur danski súkklarin á myndini? Hvar ert tú á súkkluleiðini í løtuni? - Eg eri í Livigno (Italia) á hæddarvenjingarlegu. Eg havi verið her síðan DM og skal vera her í 18 dagar fram sum fyrireiking til PostNord Danmark Rundt 1. august. Hvussu er formurin? - Hann er góður. Eg hevði eina tunga byrjan upp á árið við nógvum kappingum við stuttum millumbili. Tað var til tíðir ringt at koma upp undan, men síðan Tour of Norway í mai havi eg følt góða framgongd, og eg koyri eftir einari ætlan at raka toppform í august, tá ið PostNord Danmark Rundt er á skránni. Hevur tú stundir at fylgja við í Tour de France? - Ja, vit plaga at vera lidnir við venjing, so vit kunnu sígga seinastu kilometrarnar á hvørjum teini og so lesa um kappingina eftirfylgjandi eisini. Hvat væntar tú tær av Tour de France í ár? - Eg vænti eina spennandi og hektiska kapping. Har eru fleiri favorittar at vinna kappingina enn tað plagar, so tað verður tættari í toppinum, og tað kemur vónandi at geva nakrar spennandi fjallateinar. Tað eru eisini fleiri topp-sprintarar enn tað plagar, so finalurnar á fløtu teinum verða meiri hektiskar enn vit annars síggja. Eg vænti tað vera nógv styrt (føll) fyrstu vikuna, av tí at tað eru so nógv lið, ið vilja sita fremst. Hvat væntar tú tær av Kring Føroyar í ár? - Tað er ein nýggj skipan í ár, har tað er pláss fyri øllum at luttaka. Vanliga hevur tað verið kapping hvønn dag, men nú verður størri dentur lagdur á at fáa fjøldina við. Eg vóni at síggja nógv fólk koma við okkum og uppliva vøkru føroysku náttúruna á súkklu. Eg kann sjálvur siga, at tað er fantastiskt, og eg vænti at øll tey kring Føroyar eru samd í, at í Kring Føroyar-kappingini kann man uppliva alt hetta við millum annað at fáa fult service eins og teir professionellu og eina hugnaløtu eftir kappingina, har fólk kunnu býta upplivingarnar. “Tá teir skora so seint hugsi eg: “nei, f**** ikki aftur nú”, men í yvirtíðini vísa vit klassa.” - Jákup á Borg, B36-venjari, eftir sigur á St. Joseph’s “Vit hava tveir dystir eftir, og vit avgera sjálvir hvørjar dystir vit skulu spæla.” - Gareth Southgate, enskur landsliðsvenjari 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Hann var nærmast ikki til at vinna á. Hann vann heimsins størstu súkklukapping, Tour de France, heilar sjey ferðir, og sum yvir­livari av krabbameini og inn­ savnari av hundraðtals milliónum til vælgerandi endamál var Lance Armstrong ein fyrimynd fyri mong menniskju kring allan heimin. Tað var bara ein trupulleiki. Ein stórur trupulleiki. Hann var dop­aður, og tann ótrúliga vakra myndin, ið hann megnaði at tekna av sær sjálvum, var púra følsk. Lance Armstrong hevði tað ikki lætt í uppvøkstrinum, men útlit­ini batnaðu tá ið hann út­ merkaði seg sum súkklari longu á ungum árum. Hann var mangan fremstur, men tað gjørdist alsamt truplari tá ið doping vann seg fram í tíðina og fekk tøkur á súkkl­ingini.. Ein stórur partur fór at snúgva seg um hvør dugdi best at dopa seg, og ikki minst hvør dugdi best at fjala tað. Hesi bæði var Lance Arm­ strong ein sannur meistari til. Ískald­ur við ógvusligum fram­ ferðar­hátti særdi og oyðilegði hann nógv fyri fólk, ið stóðu hon­ um nær, og tað verður hildið fyri vist, at hann er sociopat. Hesin dokumentarurin fylgir allari leiðini hjá Lance Armstrong og lýsir framúr væl hvussu hann við dopingini vann seg upp á tindarnar og snýtti milliónir av fólki. Fyrrverandi liðfelagar, starvs­felagar og vinfólk og geva við sínum frágreiðingum ser­ligt innlit í hvussu Lance var sum menniskja og hvørjar manna­ gongdir hann brúkti fyri at krógva dopingina og at snúgva sær undan hvørjaferð hann var um reppið at verða avdúkaður. Tey greiða eisini frá hvussu svikið hjá Lance Armstrong hevur kostað teimum dýrt persónliga. Bøkur eru skrivaðar um lívið hjá Lance Armstrong, men hesin dokumentarurin hevur allar lykla­persónarnar við og vísir sjón­bond av hvussu hann leyg og hótti seg burturúr trupulleikum. Avdúkingar og prógv verða víst síðu um síðu við øllum lygn­ unum, ið hann bar fram, og tað gevur eina veruliga og góða mynd av hvussu skelkandi góður lygnari Lance Armstrong var. Tað er nærum ótrúligt, at tað skuldi lata seg gera at svika so ógvusliga í so mong ár uttan at verða avdúkaður, men hesin dokumentarurin vísir hvussu tað við óhugnaligum snildum lat seg gera. HYGG UM TÚ: Veitst av, at Lance Armstrong var ein snýtari, men ikki hvussu og hvat. IKKI HYGG UM TÚ: Ikki ert til hálvan annan tíma langar dokumentarsendingar. HVUSSU ER AT HYGGJA: Ein hevur hug at taka um høvdið. Framferðarhátturin hjá Lance Armstrong var skelkandi. HVAT SIGUR TÚ? Drúgvur og framúr góður dokumentarur, sum upplýsir alt, ið er vert at vita um sakina. FAKTA: Dokumentarurin ‘Stop at Nothing’ er 1 tíma og 29 minuttir langur. Hann sæst júst nú ókeypis á DR TV. Dokumentarurin: Lance Armstrong – frá byrjan til enda