mánadagur 9. juli 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 9. juli 2018 · Nr. 77
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tað er Evropa-dámur fyri
summarið
í
føroyskum
fótbólti. Bæði KÍ og B36
vunnu seg í undanumfari
num til Europa League. KÍ
vann 3-2 á Birkirkara av
Malta, meðan B36 vann eftir
brotssparkskapping
á
St
Joseph’s av Gibraltar.
Týsdagin skal Víkingur
spæla í Champions League,
har mótstøðuliðið er HJK
Helsinki. Í fjør mundi Víking
ur spælt seg víðari til 2. umfar
í Chmapions League, eftir at
hava vunnið á Trepca 89 úr
Kosovo, men tapti tepurt
fyri FH úr Íslandi. Í seinna
dystinum fekk Andreas Lava
Olsen reytt kort, tá hann
gjørdi
brotsspark.
Hann
hevur tí leikbann til dystin
í annaðkvøld, sum FM1 sigur
frá. Annars verður sagt úr
Víkingi, at allir spælarar eru
tøkir. Nýggjur í hópinum er
Karl Løkin.
KÍ hevur fingið
nýggjan verjuspælara
Í farnu viku gjørdist greitt,
at Marko Dusak gevst í KÍ.
Kroatiski miðverjin hevði
í eina tíð eitt ynski um, at
sleppa aftur familjuna í
heimlandinum. Nú hevur
KÍ fingið ein avloysara fyri
marko Dusak, skrivar Norð
lýsið.
Talan er um 32 ára gamla
Predrag Pocuca, sum somu
leiðis frá Kroatia. Hann
er 32 ára gamal, 1,87 metur
høgur og spælir í miðverjuni.
Seinastu tíðina hevur hann
spælt í næstbestu deildini í
Serbia, skrivar Norðlýsið.
Sáttmálin
er
fyribils
galdandi fyri restina av
hesum
kappingarárinum
og komandi kappingarári.
Mett verður tó ikki, at hann
verður tøkur til Europa
League
dystirnar
móti
Zalgiris úr Litava. Týskvøldið
skal KÍ spæla móti Zalgiris
í
Gundadali.
Norðlýsið
skrivar eisini, at fleiri ivamál
eru í hópinum hjá KÍ. Eitt
nú er ivasamt um Semir
Hadzibulic, Jóannes Bjartalíð
og Deni Pavlovic verða tøkir.
B36 og NSÍ hósdagin
Árstalsfelagið í Gundadali
skal spæla móti OFK Tito
grad úr Montenegro, eftir at
hava vunnið seg víðari móti
St Joseph’s av Gibraltar. NSÍ
sat yvir í undanumfarinum
og skal nú spæla móti
Hibernian úr Skotlandi.
Teir dystirnir verða hós
dagin. Eisini skulu FH, sum
hevur Gunnar Nielsen, Brand
H. Olsen og Jákup Thomsen
á liðnum, og ÍBV, sum hevur
Kaj Leo í Bartalsstovu á lið
num, spæla.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Víkingur, KÍ, NSÍ og B36 skulu øll spæla í Evropa í hesi vikuni. Víkingur í Champions League,
meðan KÍ, NSÍ og B36 skulu spæla í Europa League. Talan er um óvanliga nógvar dystir
Føroyskur fótbóltur í Evropa:
Fýra feløg í eldin
komandi vikurnar
Týskvøldið 10-07-2018:
Gundadalur: KÍ-Zalgiris (Litava) 17:00 Europa League
Svangaskarð: Víkingur-HJK Helsinki (Finnland) 19:00
Champions League
Hóskvøldið 12-07-2018:
Lahti: FC Lahti (Finnland)-FH (Ísland) 17:00 Europa League
Gundadalur: B36-OFK Titograd (Montenegro) 19:00 Europa
League
Vestmannaoyggjar: ÍBV (Ísland)-Sarpsborg (Noreg) 19:00
Europa League
Edinburgh: Hibernian (Skotland)-NSÍ 19:45 Europa League
Europeiskir dystir hesa vikuna
við føroyskari luttøku: