Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juli 2018 · Nr. 78 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI  Vilmund Jacobsen Leygardagin hin 7. juli varð floksmannadagur hildin í Hattarvík í Fugloy á triðja sinni. Dagurin er serstøk náttúru-, mat-og mentar­upp­ living í fótasporum floks­ manna. Hugskotið til dagin eiga Símun Gullaksen og kendi kokk­urin, Gutti Winther. Teir hava havt eitt ávíst samstarv síðan 2014, tá Gutti Winther í SvF-send­ ing borðrreiddi við lang­ tíðarstoktum lambs­kjøti, sum varð niðurgrivið og stokt undir jørð í nakrar tímar. Floksmannadagur leygar­ dagin byrjaði í Hvannasundi stundisliga á morgni, tá farið varð við Rituni út til Hattarvíkar. Ferðalagið til fjals Í Hattarvík tóku vertirnir ímóti, og ferðalagið legði leið­ ina til teigar floksmanna. Við Bakkahjallin varð kynt bál og byrjað varð at steikja lambskjøt úr Eyst­ felli­num undir jørð. Borðreitt varð við mergjað­um morgunmati til ferða­lagið, har serføroyskur við­skeri var á matarlepanum. Tá morgunmaturin var etin, varð farið gongutúr niðan á Eystfelli. Gingið varð­ niðan á Knúk og síðan allan vegin fram við eggini. Á ferðini sást oman yvir Bispin (Stapan) og niður í Leypur­skorð, har bert hin eini veðrurin gongur. Steðgað varð á at royna skerpi­kjøt úr Leypurskorð saman við onkrum góðum lesk­andi frá Føroya Bjór. Eftir hetta varð ging­ ið oman gjøgnum Líð­ina og oman aftur til Uppi­ stovugarðin í Hattarvík. Ymiskt á skránni Í Hattarvík tóku kokkur og hjálparfólk ímóti gestunum, sum eisini kundu vera við til at grava kjøtið upp aftur og borð­reiða. Afturvið kjøtinum fingu gestirnir eisini før­oyskt framleiddan Gin-snaps og serframleidda Floks­manna­ bjór, kryddað við góðum urt­ um úr Eystfellinum. Hetta er fyrstu ferð, at Gin frá Føroya Bjór er skonkt alment, og soleiðis kunnu vit siga, at brennivínið her hevði sína primieru á floks­ mannadegnum. Í Hattarvík greiddi stjórin í Føroya Bjór, Einar Waag, frá virkseminum hjá fyritøkuni í Klaksvík, og Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni, greiddi eisini vælupplagdur frá virk­ seminum í Leirvík. Undir borðhaldinum í Hattarvík var ymiskt undir­ hald, tónleikur, felagssangur og frásøgur, og her vóru eitt nú hugleiðingar um føroyska matmentan og sagnir. Eftir borðhaldið varð farið upp á gólv við dugnaligum kvæðafólkum í ringinum.   Forvitnislig buffet  Úr Fugloy verður sagt, at buffét’in, sum Gutti Winther og hansara fólk borðrreiddu við, var sera forkunnug og væl­smakkandi. Umframt góða og væl­ smakkandi kjøtið hjá Símuni Gullaksen, var eisini høvi hjá gestunum at royna kryddsild og brisling, sum Tavan í Leir­ vík framleiðir og sum út­ lendskir keyparar lata so sera væl at. Johan Mortensen, íverk­ seti, sum var við á floks­ manna­degnum í Fugloy, letur ógvuliga væl at tiltakinum. Hann veit eisini at siga, at tað er Finnur Fríði hjá Varða­num í Gøtu, sum hevur fiskað sildina, og tað er lítli nótabáturin, Katrin í Søldarfirði, sum hevur fisk­að brislingin, sum Gutti Winther og hansara fólk skóru í Hattarvík floks­ mannadagin. Grind og rósur Á floksmannadegnum varð eisini borðrreitt við turrari grind, kryddað við sama svenska kryddi, sum Tavan í Leirvík kryddar sildabitar við. Tað er formaðurin í Grinda­manna­felagnum, Ólav­ ur Sjúrðar­berg, sum hevur krydd­að og turkað grind­ina. - Um jóltíðir í fjør, tá Floksmannadagur - ein øðrvísi stevna sum fer at veksa - Eg trúgvi, at tað verða slíkar øðrvísi stevnur sum floksmannadagurin í Fugloy, sum fara at mennast í Føroyum í framtíðini, sigur íverksetin, Johan Mortensen. Hann letur ógvuliga væl at tiltakinum í Fugloy seinasta leygardag, sum hann heldur eydnaðist framúr