Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. juli 2018 · Nr. 78 TÍÐINDI Tavan kryddaði brisling, kom Ólavur Sjúrðarberg inn á gólvið í Tavuni. Hann gjørdist hugtikin av svenska kryddinum og gjørdi av at royna hetta við grinda­likk­ um, sum hann hevði skorið. Likkjurnar vórðu mariner­ aðar í kryddi og hongdar upp at turka. Johan Mortensen sigur, at á floksmannadegnum leygar­dagin var hetta gastro­ nomiska íkastið, sum krydd­ aðar og turkaðar grinda­ likkjur eru, roynt og fólk, sum vóru í Hattarvík henda dagin, lótu væl at smakki­ num.  - Turra grindin smakkaði væl og hevði fingið ein heldur bleytari konsistens. Likkjur­nar vóru skornar í sera tunnar grindabitar og lagdar oman á rósubløð av rósuni, Rosa Ragusa, sum smakk­ar sera væl og sum nú stendur í blóma kring landið. Aftur við turra og kryddaða grinda­bitanum var eisini ein lítil spikbiti og eplabiti. Summarrættur Johan Mortensen sigur, at bæði føroyingar og út­lend­ ingar, sum vóru í Hattarvík henda dagin, dámdu væl “rósu-grindina”, sum hann rópar hana. - Tað er slett ikki óvist, at hetta ikki kann gerast ein summarrættur, sum vit fara at síggja meira til í framtíðini, sigur íverksetin sum heldur, at tað verða slíkar øðrvísi og fantastiskar stevnur sum floksmannadagurin í Hattar­ vík, sum fara at mennast í Føroyum í framtíðini.