Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juli 2018 · Nr. 78 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN M erkismaðurin Páll Róland fyllir 94 ár ólav­ søku­dag, og hann er fram­vegis førur fyri at skriva drúgv­ar og merkisverdar greinar, ið kunnu vekja til bæði undran og um­hugsan. Ættarkendur kennskapur Eg kom av fyrstan tíð at hoyra um Páll sum smádrongur, táið vit búðu í húsinum hjá Jógvani Hvid­bro í Víkunum 1947-48. Leif (bróðir), John hjá Sterka-Jakku og Páll vóru sum ungir, evna­ lig­ir og góðir vinmenn – og tað fyri lívið. Hetta hóast teirra leið bar munandi frá. Leif sum sjó­ maður og skipsførari, ið sigldi úti í mong ár, John sum ein av okkara raskastu skiparum á yms­ um trolarum og Páll sum fram­ úr radiomekanikari, týðari og høvund­ur. Foreldur hansara vóru ein hend­inga hugfarslig og dámlig fólka­ferð: Símun hjá Póli úr Svín­ oy og Josefina Matras av Kirkju - og einkarsysturin Amalia við. Páll giftist við Jonu Samson (1930- 2002) (systurdóttur J. F. Kjølbro), og børn teirra eru: Rotha (1955- 1973), Rúni, Rógvi og Ranvør. Páll flutti úr Svínoy til Klaksvíkar í 1936 í sambandi við realskúlan. Men eg kom rættiliga at ken­ na Páll Róland í sambandi við bókina “Herskin herðindi”, har ið hann er tann “seinasti mohi­kan­ar­ in” eftir á lívi av teim sjey djørvu hampamonnunum, sum tordu at taka dystin upp um tað lagnu­ kvidna læknamálið - um vanrøkt myndug­leikanna av Norðoya lækna­dømi - tá á sinni. Hinir vóru Fischer Heinesen, Viggo Joensen, Georg Nolsøe, Jens Sofus Isaksen, Jóan Pauli Steinberg og Óla Jákup Jacob­sen. Stílur manna Tikið verður ofta til, at stílurin er maðurin. Ættarlið okkara – sum hevur funnið fragd í teksti - kenn­ir beinanvegin aftur stílin hjá teim ymsu skrivandi - bæði í bund­num og óbundnum máli. Her nøk­ur nøvn upp í lógvan av eldri høvund­um við egnum stílsansi - eftir aldri: Victor Danielsen, William Heinesen, Chr. Matras, Os­vald Viderø, Sverri Dahl, Sigurð Joen­sen, Petur W. Háberg, Jóhan Hend­rik W. Poulsen o. fl. o. Eitt er tað, ið hesir og onnur siga av áhuga; men mátin, ið tey hand­fara málið uppá, kennist einum mangan ikki minni hug­ fars­ligur. Osvald Viderø Tak fyri eitt nú Viderø – sum eftir longu og strongu jorsalaferð síni, ið byrjaði við s. s. Barjamu (sum nakað seinni boysin legði síni bein Úti á Bø) – nú var komin til tað Heilaga landið og kendi seg langtandi hóma ljómin av tempul­sanginum - men hómaði hin­vegin einki landgonguhøvi - tí sólin er sett og fríggjakvøld er og sabbaturin byrjaður, og hann skrivar: “O Móses, Móses! Tú gjørdi mær eina ringa gerð með tínum stranga hvíldardagsboði; nú skal eg allan morgindagin plágast av sjóverki! Her ljóti eg at uppliva tað, sum eg áður havi hoyrt um úr frásøgnum halgubókar, at maðurin se til fyrir sakir hvíldardagsins, og ikki hvíldardagurin fyrir sakir mannsins...” Petur W. Háberg Og kanska eisini eitt dømi frá Peturi W. Háberg, sum nokk ikki er at finna í skúlabókum land­sins; men sum onkur helst kundu lært nakað av í hesum orða­floyms­døg­ um. Talan er her um Gunhildur (1913-1966), dóttir A. C. Evensen, próst, og klassafelagi Peturs, og tann fyrsta gentan haðani, ið stóð undir børu: “ Eg siti á loftinum í kirkjuni. Her er nógv fólk samankomið. Tað er gott. Tað eigur hon uppiborið. Altar­talva, tvey veldig ljós og fleiri smá. Baldýraðir dúkar og bordar, fryns­ar og duskar og stakar. Inni í einum lágum súlugarði stend­ur prestur við bakinum móti fólki­ num. Hann fellir so væl inn í kom­ posi­tiónina, at tað kennist undar­ ligt, táið hann flytur seg... Og har hvílir Gunhildur – í hasi hvítu kistuni. Eg síggi hana fyri mær á myndini av realklassanum. Smíl­andi og ung. Dreingirnir standa fattir, teir flestu hendur í favn. Teir eiga framtíðina. Og gent­ur­nar sita: Várið sjálvt er í yvir­brøgdum, summarsins milda og lív­sterka vón í hjørtum teirra....” Páll R. Poulsen Hjá Páll Rólandi er stílurin eyð­kendur eisini, sum sæst í teim bókum, ið hann hevur latið úr hondum, og longu í yvirskriftini í døminum niðan­ fyri er ein støðutakan eisini við í innihaldinum - eitt lítið brot úr “Orðinum” eftir prp í Dimma­lætt­ ing 1992: “Gevast? – Nei! Aldurdóminum stúra tey flestu fyri, tí, sum tikið verður til, hann kemur ongantíð einsamallur, men oftast í fylgi við einsemi, likams­veikleikum og alskyns avriks­tarnan. Tað eru tey, sum missa lívsfýsni og oyðsla tíðina til minnis­møsn og sjálvssamkenslu... Tó søgan prógvar, at mong eru kort­ini tey, sum hava framt størstu avrik síni eftir at tey hava nátt 65 ár....” ” Enntá gráhærd bera tey á­vøkst, tey eru sevjurík og grøn. Sálmur 92,15.” (V.D.) Ein kemur (alt annað líka) óvart at hugsa um framúrskarandi høvundin Knut Hamsun, sum 90 ára gamal – tá sperdur av ákærum, deyvur og hálvblindur – í sjálvroynslu tó skrivaði meistaraverkið: “Paa gjengrodde stier”. Angahoyggj Helst ongantíð áður eru so nógv løg evnað til og sangir sungnir sum nú. Og um hildið verður , at hetta er gott, ja, okay, so er tað gott. Ikki so fáa nú løn fyri at skriva, og kanska er hetta gott fyri onkran. Meðan onnur hava sum livi­breyð at meta um dygdir og lønar­veitingarnar. Eisini gott, ha? Men ikki skerst tó burtur, at tað leikandi orðaspælið og náttúru­ lýsing­arnar hjá eitt nú brøðrunum Djur­huus og hjá Chr. Matras o. ø. v. kennast sum rættiligt angahoyggj aftur­ímóti mongum av tí, ið tær um bil kemur fyri í dagsins meldri. Um lívið annars Mangar eru metingar um lívsins inni­hald, dygd og longd, alt meðan lívið fer við ferð afturvið borði­num. Ársins longsti dagur er longu aftan tvørs. Ein yrking Janus­ar var vígd stutta lívsskeiði Jørgen-Frantz Jacobsens (1900- 1938): Geislandi lívsins siglingsferð – - skaldamanning umborð – syngjandi sær hon um flesjar og sker, óttast ei hav og gjálv og gerð – - fer so í sorl og í sor - - skapti tó søgu og orð – - stór eru mannakor. Og finst í okkara skaldskapi nøk­ur meiri huglagslig heilsan og favntak til tað avmarkaða, løgna og tó ríka foldarlívið enn hetta, sum lýst er í sanginum hjá Karstini Hoydal (1912-1990): “Land­ ið eg bar við mær...”: Lívið! Dýra undur eg var lutur av, eitt ævinleikaboð av magn´ og anda, sum skelvur gjøgnum loft og jørð og hav við ljósi, myrkri, vøkstri og við vanda, tað stutta bil, tú streymar gjøgnum meg, eyðmjúkur hugur mín skal opin vera, í skapninginum øllum tekkja teg og tær í verki sátt og sømdir bera. Hesi tilvildarliga nevndu brot úr tekstum eru bert ætlað sum ein summarslig føðingardagsheilsan til Páll við tøkk fyri ummælið av áðurnevndu bók míni um tað marg­háttliga læknastríðið, sum stóð í “Norðlýsinum” nr. 15, 2018, og við hesum at takka fyri vinskap og kveikjandi áhuga í hesum sam­ bandi. Blíðan byr framvegis, Páll! Arnstein Niclasen Páll Róland Poulsen – ein heilsan DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á