Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. juli 2018 · Nr. 78 Vilmund Jacobsen Orsøkin til blóðtøpp í hjarta­ num er oftast æðra­kálk­ing í krúnu­lív­æðrunum. Nøkur, sum verða rakt, hava havt lyndi til hjarta­ kramp­ar - ella tað, sum verður rópt angina pectoris - áðrenn blóðtøppurin gjørd­ ist ein veruleiki. Hjartavøddin fær blóð um krúnu­lív­æðrar, ið liggja sum ein krúna uttan um hjartað. Vit kunnu siga, at hjart­að er motorurin, og krúnu­lív­ æðr­ar­nar eru besin­slang­ur­ nar. Tað er oftast blóðtøppur, ið er orsøkin til hjartasteðg. Tí eiga øll, ið hava sjúku­eyð­ kenni, sum kunnu benda á blóð­tøpp, beinanvegin at venda sær til alarmsentral, so­leiðis at tey kunnu koma undir læknahond skjótast gjør­ligt. Í slíkum føri eigur hin rakti ikki at koyra sjálvur á skaða­stovu ella sjúkrahús, tí vandi kann vera fyri, at hin rakti missur vitið á leiðini. Parturin av hjarta­vøddi­ num, sum ikki fær frískt blóð, kann oyðileggjast eft­ ir fáum tímum, og tískil kann øll seinkan av viðgerð í slíkari støðu fáa álvarsligar av­leiðingar fyri hin rakta. Hvørji eru ráðini? Men, hvat kunnu fólk so gera til tess at fyribyrgja æðra­ kálk­ing og harvið blóðtøppi í hjartanum? Jú, í fyrsta lagi kunnu fólk gera upp við nakrar váða­ faktorar, eitt nú - • Gevast at roykja og tapa seg, um fólk viga ov nógv • Íðka motión - í minsta lagi ein hálvan tíma um dagin • Eta “hjartavinarligt” - min­ni mettaða djórafiti, meira fisk, trevjur og grønt • Ansa eftir at halda dia­betes 2 og ov høgt blóðtrýst undir eftirliti • Máta kolesteroltal við blóðroynd • Avmarka nøgdina av alkoholi, um fólk drekka í meira lagi • Fylgja læknaráðum um fyribyrging og viðgerð Tað kann eisini vera skilagott saman við familjuni at taka eitt skeið í fyrstuhjálp við atliti til viðgerð fyri hjarta­ steðg. Menn í størri vanda Tað eru fleiri menn enn kvinnur, sum fáa blóðtøpp í hjartað, men vandin hjá kvinn­um veksur munandi, tá mánasjúkan heldur uppat. Vandin fyri blóðtøppi í hjarta­num veksur saman við tali­num av vandafaktorum fyri æðrakálking annars. Typpist ein krúnulívæðr, og hon ikki verður opin aftur sum skjótast, kann blóð­tøpp­ urin føra til viknan av tí parti av hjartavøddinum, sum æðr­in annars veitti blóð til. Hes­in partur av hjartanum kann tá enda sum vevnaður, ið ikki longur trekkir seg saman. Blóðtøppurin kann eisini við­føra álvarsligt órógv í hjartarútmuni - og møguliga hjartasteðg - og tí hevur skjót hjálp viðgerð avgerandi týdn­ing í slíkari støðu. Meðan viðgerðin av bráð­ feingis støðuni við einum blóð­tøppi áður var við heili­vági, er vanligt í dag at lata æðrina upp aftur “mekaniskt” - við einari so­ nevndari ballónviðgerð. Umleið fjórði hvør maður, sum verður raktur av blóðtøppi í hjartanum, doyr, áðrenn hann kemur á sjúkra­hús. Umleið 70 prosent av monn­unum og umleið 60 pro­sent av kvinnunum yvir­ liva fyrsta árið eftir ein blóð­ tøpp í hjartanum. Útlitini at gerast frískur eru verri, um tøppurin við­ førur, at hjartað viknar. Eftir blóðtøpp í hjarta­ num er vanligt at gera eina ultraljóðskanning av hjarta­ num fyri at staðfesta, hvussu um­fatandi skaðin á hjarta­ vøddin er. Í flestu førum verður beint eftir innlegging ella teir næstu dagarnar gjørd ein kon­trastkanning av krúnu­ puls­æðrunum í hjartanum. Kanningin lýsir, hvussu stór­ur blóðtøppurin er, og hvørjir trongarnir eru í krúnu­lív­æðrunum orsakað av æðrakálking. Úrslitið av kanningini avger tørvin á ballón­viðgerð ella by pass skurð­viðgerð. Viðgerð av blóðtøppi Er illgruni um, at sjúklingur hevur blóðtøpp í hjartanum, gevur lækni ella pørtørur í sjúkrabili alt fyri eitt heili­ vágin nitroglycerin, sum virkar víðkandi á krúnu­puls­ æðrarnar. Eisini verður givin hjartamagnyl, sum minkar um vandan fyri, at blóð­ pláturnar storknað, eins og magnyl í ávísan mun virkar blóð­tynnandi og upp­loys­ andi á blóðtøppin. Haraftrat verður eitt annað slag av blóð­plátu­ tálm­andi heilivági givin, eitt nú clopidogrel, prasugrel ella ticagrelor, umframt inn­ spræn­ing ella droppur við bi­valirudin, sum eisini virkar blóð­tynnandi. Hjá nøkrum persónum við blóðtøppi í hjartanum vísir EKG, at tað ikki beinanvegin er neyðugt við ballónviðgerð. Í staðin verða slíkir persónar í fyrsta lagi viðgjørdir við heilivági, men gjarna verður ein kontrastkanning av krúnu­puls­æðrini gjørd undir inn­legg­ingini. Er hinvegin neyðugt við bráð­feingis ballónviðgerð, verður sjúklingurin alt fyri eitt koyrdur á hjartadeild, har blóðtøppurin verður stað­bundin við inn­spræn­ing av kontrasti í krúnu­puls­ æðrina undir gjøgnumlýsing við røntgen. Er æðratrupulleikin størri, og ballón­við­gerð ikki kann loysa trupul­ leik­an, kann sjúkling­urin fáa by pass skurð­við­gerð, har hjarta­skurð­lækni ger “um­koyr­ing­ar”, soleiðis at blóð­ið kann fara fram við trongu støðunum í krúnu­ puls­æðrun­um og út í hjarta­ vøddin. Í slíkum arbeiði, har æðra­skipanin verður løgd um, kann hjartaskurðlækni brúka æðrar úr beinum, arm­um ella æðrar úr bringu­ rúmi­num. Kelda: www.apotek.dk HVAT MERKIR TAÐ AT FÁA BLÓÐ- TØPP Í HJARTA? Blóðtøppur í hjartanum hevur sína orsøk í bráðskaptum tøppi í einari krúnulívæðr, og tøppurin merkir, at blóð ikki rennur út í ein part av hjartanum