Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juli 2018 · Nr. 78 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐARGREIN Jan Rasmussen Lækni, Ph.D. Tá ein fer út um land­oddar­ nar at virka í einum nýggj­ um høpi ber til at eygleiða, hvørjar dygdir og lýti eyð­ kenna aðrar skipanir og samanbera við tað, ein kennir frá áður – í hesum førinum sjúkrahús og heilsu­ verk. Fyri trimum árum síðani flutti eg úr Føroyum til Keypmannahavnar at út­ búgva meg til serlækna í hjarta­sjúkum. Tá hevði eg verið ein áhaldandi partur av føroyska heilsuverkinum í uml. 8 ár, sum virkin lækni, granskari og formaður í Hjálparlækna- og síðani Lækna­felagnum. Eg havi javnan vitjað aftur at arbeiða í styttri tíðarskeið og havi varðveitt sambandið við fyrst og fremst Lands­sjúkra­ húsið, men eisini før­oyska heilsu­verkið sum heild. Eg havi tískil eitt rættu­liga gott innlit í, hvørjar avbjóðingar føroyska heilsu­verkið hevur at berjast við, men eisini hvørjar fyrimunir og dygdir okkara heilsuverk hevur í mun til onnur. Gjøgnumskygni Tað var eitt ávíst lop at fara frá vandum umstøðum á Lands­sjúkrahúsinum til eitt stórt og rokaligt sjúkrahús, ið tænir einum stórum parti av Keypmannahavn. Tað sló meg nokkso skjótt, tá ein arbeiddi sum lækni í hesum nýggja størra um­ hvørvi­num, hvussu trupult tað kundi vera at gjøgnum­ skoða, júst hvar tann einstaki sjúklingurin endaði, tá eg hevði tosað við hann. Var tað vist, at við­kom­ andi sjúklingur varð loft­ aður á einari aðrari deild, ið eg ávísti til, men har eg ikki kendi nakran? Sjúk­ ling­arnir vórðu verandi fremmand­ir fyri einum, tí ein kundi ikki vænta at síggja viðkomandi aftur – ei heldur kundi sjúklingurin vænta at síggja sama lækna aftur, tá sjúklingurin møtti til viðtalu. At varðveita gjøgnumskygni sum lækni og sum sjúklingur í einari stórari torgreiddari skipan er sera avbjóðandi. Tá er øðrvísi í einum lítlum heilsuverki, har flestu læknar kenna og hava eitt innanhýsis álit á hvønn annan. Ein kenn­ir viðkomandi í hinum enda­ num, tá ringt verður um sjúk­lingar at fáa eitt gott ráð – og í flestu førum kunnu sjúk­lingarnir vænta í stóran mun at síggja somu læknar aftur, hóast undantøk tíverri eru á ávísum serøkjum. Økta gjøgnumskygnið í einari lítlari skipan gevur ein ávísan nátúrligan tryggleika, men vandar eru í hvørji vælferð, um ein ikki er varin. DRG Donsku sjúkrahúsini verða í stóran mun fíggjaði eftir, hvat kotuskrásett virk­semi verður framt á sjúkra­hús­ un­um – sokallaði DRG stýri­ leist­urin. Ymisku tænast­ ur­nar hava eina ávísa kotu, ið útloysir ein ávísan DRG takst. Roknað verður so fram til eina peningaupphædd, sum ein sjúkrahúsdeild ella sjúkra­hús kann vísa á er tørvurin, um sama virksemi skal varðveitast árið eftir. At síggja til á skræðuni ein skilagóð skipan. Í Føroyum hevur hesin leisturin ikki verið brúktur í líka stóran mun. DRG stýrileisturin er tó ivasamur. Alskyns snildir verða brúktar at tryggja, at skrásetta virksemið kann útloysa so stórar og nógvar DRG takstir sum gjørligt á donskum deild­ um. Eg havi t.d. upplivað, at hjartasjúklingar á einu deildini skuldu møta til journalupptøku, ultra­ljóðs­ kann­ing og síðani svar tríggjar ymiskar dagar, tí so fekk viðkomandi deild DRG pening fyri tríggjar viðtalur. Í Føroyum vildi sami sjúklingur verið av­ greiddur við einari viðtalu. Veru­leikin er tískil, at eg, við støði í mínum royndum á serliga Landssjúkrahúsinum, meti, at dagliga virksemið í mongum førum verður avgreitt væl meira skynsamt enn í Danmark, har DRG stýrileisturin hevur havt óhepnar fylgjur við sær. Viðbrekið heilsuverk Lítil ivi er um, at skynsama arbeiðs­lagið í Føroyum er ein beinleiðis avleiðing av, at læknamanningin í før­ oyska heilsuverkinum hev­ ur í long tíðarskeið verið so sperd, at neyðugt hevur verið at hugsavna seg um at fáa so nógvar sjúklingar ígjøg­num við t.d. so fáum við­talum sum gjørligt. Hóast hetta, ger áhaldandi trotið á serlæknum innan mong serøki, at tað er ein kampur at tryggja, at bíðilistar til alskyns kann­ ingar og viðgerðir ikki vaksa. Innan summi serøki eru glott­ar, treyðugt so, men lítla føroyska heilsuverkið við lítla læknahópinum er sera viðbrekið. Velur t.d. ein serlækni at stinga í sekk­ in ella at fara á pensjón, so kann eitt heilt serøki standa á berum – og harvið ein sjúklingabólkur verða hálva­ vegna sleptur uppá fjall. Fyrimunir eru við ein­um lítlum heilsuverki, men sam­ stundis eru av­bjóð­ingarn­ar eisini ovurstórar at tryggja, at hildið verður eitt støði ájávnt tí, ið ein kann vænta í einum framkomnum landi. Menningin Hóast føroyska heilsuverkið verður rikið effektivt og skynsamt, so tykist polit­ iska skipanin ikki í nóg stóran mun raðfesta, at heilsu­verkið eisini áhald­ andi skal mennast. Um ein stendur í stað, so gerst ein eftirbátur í mun til onnur. Tá eitt heilsuverk er spert og allar resursir verða brúktar at halda stand, so er lítið yvirskot at gera nýggj átøk og menna nýggj tilboð. T.d. kann ein føroyingur, ið kennir sær eitt­hvørt, ið kundi bent á krabba­mein, ikki vera vísur í at verða kannaður og settur í við­ gerð innan eina ávísa tíð – í mun til t.d. ein dana, ið hevur eina lógarásetta trygd fyri útgreining og við­gerð. Ongin í føroyska heilsu­verkinum hevur havt orku at skipa og menna eitt tilboð, ið kann tryggja, at allir føroyskir sjúklingar við illgruna um krabba fáa somu treytir og sømdir um skjóta útgreining og viðgerð sum í grannalondunum – og eingin politisk rað­ festing hevur heldur verið hesum viðvíkjandi. Ei heldur kann ein føroyskur hjartasjúklingur í bráðneyð vænta at verða viðgjørdur av einum hjartalækna eftir kl. 16 ella í vikuskiftinum, tí peningur ikki er vorðin játt­aður til, at hjartalæknar kunnu vera í døgnvakt árið runt. Tvey dømi, har í veruleikanum stór framstig kundu verið framd fyri trygd­ina hjá føroyska sjúk­ ling­inum innan tvey av størstu og vandamiklastu sjúku­økjunum fyri lutfals­ liga lítlar upphæddir, um tað bert varð raðfest polit­ iskt. Tað gerst skjótt hug­ stoytt at vera lækni í einum heilsu­verki, har karmarnir eru so trongir, at menningin steðgar, tí tað rakar sjúklingin antin so ella so. Økt samskipan Heilsumálaráðið og verandi heilsumálaráðharri skulu tó hava rós fyri at royna at bøta um ávís viðurskifti, ið hava ligið á láni í mong ár. Átøkini at samskipa virksemið millum sjúkrahúsini í Før­ oy­um betur koma vón­ andi at hjálpa uppá summi viðurskifti – t.d. kann hugsast, at ovur­stóra undirskotið av songjar­ plássum á Medi­sinska Depli­ num á Lands­sjúkra­húsinum kann avmarkast við, at Medi­sinski Deplinum fer at fevna um eitt ávíst tal av songjar­plássum á Klaksvíkar Sjúkra­húsi. Ein depil í tveim­um húsum – nakað, sum verður nógv brúkt í eitt nú Keypmannahavn, har átta sjúkrahús eru á einum rímiliga lítl­um landafrøðiligum øki. Nú­ tímans fjar­skiftis­loysnirnar gera, at fjarstøðan millum starvs­fólkini ikki hevur stór­ vegis týdning. Kostnaðurin at reka heilsuverkið kemur tó ikki at minka við hesum átøkum – men kanska nakrir av okkara veikastu sjúk­lingum sleppa undan at liggja á gongini á t.d. B6 undir óvirðiligum umstøðum eins og er gerandiskostur nú. Framkomið heilsuverk í einum framkomnum landi Í hesum døgum, tá Lands­ sjúkrahúsið í góðari tíð hevur gjørt vart við, at pen­ingur kemur at vanta í bara fyri at halda verandi virksemi, kemst ikki undan, at tað tykist sum ávísir partar av politisku skipanini hálva­vegna illtonkja Lands­ sjúkrahúsið at oyðsla og ikki duga at umsita játtaða pen­ingin á fullgóðan hátt. Tískil hendan viðmerkingin at vísa á, at veruleikin er ein heilt annar. Uttan iva finnast sertøk dømi um viðurskifti, sum ikki eru nøktandi, men samlaða myndin er heilt greið eftir mínum tykki – Landssjúkrahúsið og føroyska heilsuverkið avrika meira til frama fyri før­oyska sam­felagið fyri játtaða pen­ ingin, enn ein í veru­leika­ num kann krevja. Veru­ leik­in, ið øll mugu síggja í eyguni, er, at eitt framkomið heilsuverk í einum fram­ komnum landi kostar nógvar pengar at reka, og tað verður ikki bíligari. Men sam­stundis er eingin ivi um, at kostnaðurin av føroyska heilsu­verkinum í mun til bruttotjóðarúrtøkuna sein­ astu árini er minkaður mun­ EITT HEILSUVERK Í MENNING – EIN ÍLØGA Í VÆLFERÐARSAMFELAGIÐ