týsdagur 10. juli 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 11. juli 2018 · Nr. 78
TÍÐARGREIN
andi, orsakað av stóra bú
skaparvøkstrinum í føroyska
samfelagnum. Samanborið
við
onnur
londur
eigur
føroyski búskapurin tískil
eisini at megna at bera, at
heilsuverkið verður raðfest
fíggjarliga.
Vaksandi
kostnaðurin
av heilsutænastum er ein
endurspegling av tí gleðiliga
veruleika, at óendaliga nógv
meira kann verða gjørt í
dag at hjálpa menniskjum,
ið gerast illa stødd av sjúku,
enn fyri bara einum lítlum
ættarliði síðani. Medisinska
menningin
gongur
við
rúkandi ferð, og tað er ein
avbjóðing
at
fylgja
við
hjá
flestu
heilsuverkum,
hetta
er
einki
serstakt
fyri tað føroyska. Men tað
føroyska
heilsuverkið
er
sum nevnt so lítið og við
brekið í mun til flestu av
okkara grannalondum, at
marginalarnir eru evarska
lítlir og avleiðingarnar stór
ar, tá inntriv verða gjørd,
tænastur uttanlanda dýrka
ella neyðugt er at fáa dýrar
avloysarar,
tí
serlæknar
gevast og sjúklingahópurin
veksur.
Heilsupolitikkur
Ein kanning vísti nýliga,
at danir mettu støðuna í
danska heilsuverkinum at
vera millum tvey tey mest
umráðandi politisku málini
yvirhøvur.
Og
tað
sæst
eisini aftur í bæði donsk
um
fjølmiðlum
og
ikki
minst politiska kjakinum.
Heilsupolitikkur fyllir heilt
einfalt meira enn í Før
oyum. Tey fólkavaldu vilja
nátúrliga kappast um at
tekkjast veljaranum innan
tey øki, ið veljarin leggur
størst dent á. Vanligi før
oyingurin,
sjúklingafeløg
og fjølmiðlarnir eiga tískil
sín stóra leiklut at tryggja,
at heilsuverkið og heilsu
politikkur koma at fylla
meira hjá politisku flokk
unum í Føroyum. Eg eri
sannførdur um, at vanligi
føroyingurin
ynskir,
at
heilsuverkið
skal
megna
at veita teimum bestu og
skjótastu útgreining og við
gerð, um sjúka rakar. Sum
lækni og føroyingur kann eg
í øllum førum ikki góðtaka
annað.
Álit
Loysnin á mongu avbjóð
ingunum,
ið
føroyska
heilsuverkið hevur og fer
at hava, verður ikki at tátta
teymarnar og krevja meira
skráseting við DRG líkn
andi virksemistakstum og
fylgjandi umsiting. Grund
leggjandi krevst, at politiska
skipanin hevur álit á heilsu
verkinum og fakfólkum tess
– samstundis sum politiska
skipanin setur krøv um og
veitir neyðugu fíggingina til,
at heilsuverkið veitir eina
framkomna og munadygga
tænastu til føroyska sjúk
lingin. Politiska skipanin og
politisku flokkarnir má geva
sær størri far um heilsu
politik og í størri mun lurta
eftir teimum, ið virka fyri
at
føroyska
heilsuverkið
áhaldandi
kann
bjóða
og
menna
alla
neyðuga
útgreining og viðgerð, ið
føroyska sjúklinginum tørvar.
Men vanligi føroyingurin má
eisini krevja, at korini hjá før
oyska heilsuverkinum verða
raðfest politiskt – tí tað er
vanligi føroyingurin, ið er
eigarin og brúkarin av verki
num.
Heilsuverkið skal saman
við Heilsumálaráðnum orða
greið uppskot hvussu stóru
avbjóðingarnar við serlækna
troti, trot á songjarplássum,
longum bíðilistum, vantandi
útgreiningar- og viðgerðar
trygd
hjá
sjúklingunum,
útbúgving og menning av
starvsfólki og endurnýggjan
av tólbúnaði skal loysast.
Og samstundis orða hvat
fíggjarligi tørvurin er at røkka
teimum málum, ið verða sett.
Við neyvum átøkum, ið ikki
tørva at kosta alla verðina,
fer at bera til at røkka langt
– eitt heilsuverk í javnvág og
í menning vil í longdini vera
bíligasta loysnin.
Framtíðin
Føroyska
heilsuverkið
hevur víst í verki, at tað
kann megna nógv hóast
trongar karmar. Tað eru
nógvar stórar avbjóðingar
fyri framman, men føroyska
samfelagið eigur tó at seta
sær
eitt
ambitiøst
mál
–
føroyska
heilsuverkið
skal verða eitt tað besta í
heiminum at veita skjóta
og
góða
útgreining
og
viðgerð til tess íbúgvar. Við
teimum dygdum, ið liggja
í heilsuverkinum í dag, og
nøktandi áliti og vilja frá
politisku skipanini, eri eg
sannførdur um, at tað ber til.
Hugburðurin má verða,
at heilsuverkið ikki er ein
útreiðsla, men ein íløga í
vælferðarsamfelagið øllum
borgarum at gagni.