Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juli 2018 · Nr. 78 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fysioterapeutur til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir einum fysioterapeuti í farloyvisstarv Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum toymi við serkunnleika innan fysioterapi. Endamálið er at tryggja at borgarin livir eitt aktivt lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin. Vit søkja eftir einum fysioterapeuti í farloyvisstarv í starvsbrøki 1.0 svarandi til 40 tímar um vikuna frá 1.august 2018 til 30.juni 2019 ella eftir nærri avtalu.• Uppgávur: Veita venjing á røktarheimi/eldrasambýlum og til heimabúgvandi borgarar • at kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri •  heilsufremjandi og sjúkufyribyrgandi venjingar fyri eldri +65 • at undirvísa og ráðgeva um heilsu og trivna •  at kanna, venja og vegleiða húsfólk, sum búgva á stovni. Útbúgving og førleikakrøv: • hevur prógv og autorisatión sum fysioterapeutur •  dugir væl at samskifta •  vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi • dugir at vegleiða og undirvísa •  dugir at arbeiða sjálvstøðugt og leggja venjingarætlanir til rættis • hevur góð samstarvsevni • KT-førleika á brúkarastøði Vit kunnu bjóða: • Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum umstøðum • Eitt starv við nógvum avbjóðingum, har tú kemur at seta dám á tilboðini hjá BHS Løn og setanarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag. Umsókn Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy att.: Anna Djurhuus, leiðari Eiðisvegur 28 FO-900 Vágur ella:bhs@bhs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 25.juli 2018. Leys størv á Landssjúkrahúsinum 5 KBU størv Umsóknarfreist 25. juli 2018 Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar til Psykiatrisku deild Umsóknarfreist 23. Juli 2018 Starv í barna- og ungdómspsykiatriska toyminum Umsóknarfreist 16. juli 2018 Maskinsmiður ella hvs-handverkari til Teknisku deild Umsóknarfreist 16. juli 2018 Sjúkrarøktarfrøðingur til Kommunulækavaktina Umsóknarfreist 16. Juli 2018 Sjúkralingasamskipari til Uttanlandstænastuna Umsóknarfreist 19. Juli 2018 Sjúkrarøktarfrøðingur til B6 Umsóknarfreist 23. Juli 2018 Fysioterapeutur til Fysioterapideildina Umsóknarfreist 23. Juli 2018 Kliniskur útbúgvingarsamskipari til sjúkrarøktarfrøðilesandi í sjúkrahúsverkinum Umsóknarfreist 22. Juli 2018 Sjúkrarøktarfrøðingur til reumatologiskt ambulatorium. Umsóknarfreist 25. Juli 2018 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo Nes kommuna søkir eftir næmingi í skrivstovuyrkjum Á kommunuskrivstovuni er eitt lærupláss í skrivstovuyrkjum – fyrisiting – leyst at søkja. Umsøkjarar mugu hava staðið FHS prógv, ella prógv frá Gymnasialum miðnámi (HH-, Students- ella HF prógv). Lærutíðin verður fastløgd alt eftir, hvat prógv næmingurin hevur frammanundan. Løn verður veitt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið. Umsóknir, saman við prógvum og møguligum viðmælum, skulu verða Nes Kommunu í hendi í seinasta lagi 17. august 2018. Viðmerk skrivstovunæmingur. Nes Kommuna Fo-650 Toftir www.nes.fo nes@nes.fo N E S K O M M U N A 650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á STARVSMARKNAÐUR